mikudagur 15. desember 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 15. desember 2004
9
Millum 27 onnur
bleiv hon vald at vera
vertur í sjónvarps-
sendingini Jólagidd.
Vit hava forvitnast
eftir, hvør goymir seg
aftanfyri fitta snýðið,
vit síggja á sjónvarps-
skíggjanum hvørt
kvøld nú í desembur
mánað
JÓLAGIDD
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Jólagidd er á skránni. Hvørt
kvøld fáa vit blíða vertin
inn í stovuna, har børnini
sita púra hugtikin og bíða
spent eftir, hvat Lív fer at
finna uppá í kvøld. Lív er
fitt, ongin ivi um tað, og so
er hon altíð so góð við
vættrarnar
Goffa
og
Pjøppa. Røsk er hon eisini.
Bara 16 ár og stendur har
púra einsamøll og fær alt at
rigga so væl
Lív flennir
– Jú, eg havi fingið nógvar
stuttliga viðmerkingar til
Jólagidd, men hatta við, at
eg eri 16 ár, passar also
ikki. Eg eri 22 ár, gangi á
Læraraskúlanum í Havn,
geri fimleik í frítíðini og
búgvi á Saltnesi. Og so
dámar mær serliga væl at
sleppa at royna okkurt nýtt,
so tá eg hoyrdi, at tey søktu
eftir einum verti til Jóla-
gidd, fekk eg ikki hildið
mær. Ein sovorðan møgu-
leika fært tú ikki hvønn
dag, sigur Lív, sum skjótt
fann út av, at hon avgjørt
ikki var tann einasta, sum
ætlaði at royna seg framm-
anfyri upptøkutólinum.
Av teimum 28, sum
søktu, komu 9 til upptøku-
roynd. Tá túrurin kom til
Lív, fekk hon ikki so nógv
annað at vita, enn at hon
bara skuldi vera, sum hon
plagdi, og so annars gera
tað, hon fekk boð um í
oyrasnigilinum.
– Tað var also lættari sagt
enn gjørt, tí har vóru so
nógv fólk, og 100 ting
hendu í senn, samstundis
sum onkur allatíðina gav
onkur nýggj boð í hasum
oyrasniglinum.
Aftaná
fimm minuttir føldi eg tað,
sum eg skuldi minnast
10.000 ymisk ting og var
trill í ørviti, men tað var
nokk
eisini
meiningin,
flennir Lívi, sum ikki hevði
hóming av, hvussu tað
hevði gingið, tá alt var
yvirstaðið. Men okkurt
man hava gingið, sum tað
skuldi, tí nakrar dagar
seinni fekk Lív at vita, at
hon var vald at vera vertur í
Jólagidd.
Umaftur og umaftur
Sjálvt um Jólagidd er ein
barnasending, hava tey
flestu nokk sæð onkran av
pørtunum. Og tað heldur
Lív kemst av, at sendingin
inniheldir so nógv ymiskt.
Umframt jólakalendaran, er
ein filmstáttur, sjónleikur,
vættrarnir Goffi Og Pjøppa
og ikki at gloyma ta væl-
umtóktu
Karokeekapp-
ingina fyri børn.
– Mín leiklutur í øllum
hesum er at fáa tey ymsu
innsløgini at hanga saman,
og so sjálvandi at fáa
samband við tey, sum sita
og hyggja. Uppá tann mát-
an er leikluturin sum vertur
nokkso sermerktur, tí tú
skalt ikki spæla sjónleik,
men tú ert allíkavæl ikki
bara tú sjálv. Tað stuttlig-
asta hevur verið at hava øll
hesi børnini í sjónvarps-
stovuni. Tey eru jú ikki von
við tað, so tá vit skulu taka
okkurt upp umaftur og um-
aftur, hava tey ofta hildið,
at tey skuldu finna uppá
okkurt nýtt at siga og ikki
bara standa og siga tað
sama eina ferð afturat. So
eg og børnini hava flent
ótrúliga nógv hesar vikur-
nar. Og eg sjálv havi í øll-
um førum lært, at tað at
gera sjónvarp sær rættiliga
nógv lættari út, enn tað er í
veruleikanum, sigur Lív.
Fínur møguleiki
Tá Lív gjørdi av at royna
seg sum vert í Jólagidd, var
tað mest fyri at sleppa at
royna seg sjálva í einum
leikluti, hon ongantíð hevð
roynt fyrr. Slíkar møguleik-
ar hava ung fólk alt ov fáar
av í Føroyum heldur hon.
– Fleiri av mínum vin-
fólkum búgva í Danmark,
og hjá teimum liggur
møguleikin at sleppa at
royna seg í einum øðrvísi
leikluti í til dømis eini sjón-
varpslýsing ikki serliga
langt burtur. Ella tey lut-
taka í onkrum spennandi
ítróttargreinum ella frítíð-
arvirksemi, sum vit bara
hava hoyrt um í Føroyum.
Fyri meg snýr hetta seg ikki
um at blíva kend, sum
onkur kanska heldur, men
heldur um at royna at vita,
hvat eg dugi. Og tað finnur
tú bara út av, við at royna
tað.
Lív er annars ikki heilt
samd við teimum, sum
siga, at børn og ung í dag
eru nógv meir upptikin av
at blíva kend, enn tey vóru
fyrr.
– Tá eg var lítil, stóðu vit
jú eisini og hermdu eftir
Kirsten
og
Søren
og
droymdu um at vinna
Grand Prix og blíva kend.
Og eg ivst ikki í, at tey sum
eru eldri enn eg, eisini hava
staðið frammanfyri spegl-
inum og hermt eftir sínum
fyrimyndum. Munurin er
bara, at ung í dag hava heilt
aðrar møguleikar at gera
álvara av dreyminum, og tá
kemur hann sjálvandi at
fylla meir í tankunum,
heldur Lív.
Lív í frá byrjan
Nú Lív hevur roynt seg sum
vert í Jólagidd útihýsir hon
als ikki møguleikanum fyri,
at hon fer at royna seg sum
sjónvarpsvert í onkri aðrari
sending, um hon aftur fær
møguleikan.
– Tað fer tíðin at vísa,
men tað kundi verið spenn-
andi. Í fyrsta umfari fari eg
at gera mína útbúgving
lidna og royna meg sum
lærara í fólkaskúlanum.
Tað gleði eg meg til, tí lær-
arastarvið er so fjølbroytt,
við tað at tú fær roynt teg
innan so nógv ymisk fak-
øki, bæði tey bókligu og tey
skapandi. Og so dámar
mær serliga væl at vera við
til at fáa okkurt at henda og
vil helst síggja onkur úrslit.
Uppá tann mátan hevur tað
passað mær fínt at verið við
í Jólagidd, tí har hevur ver-
ið lív í frá byrjan til endan,
og ongin dagur hevur verið
líka. Tað hevur verið rætti-
liga strævið, men tað ger
onki, tí sum heild eru vit
nøgd við úrslitið. Og tað
eru vit sjálvandi, tí børnini
dáma sendingina, tí uttan
tey var ongin sending, sigur
verturin í Jólagidd.
Lív í Jólagidd
– Eg eri so øgiliga forvitin. Kanska er tað tí, mær dámar so væl at práta við børn. Tey vita altíð okkurt spennandi at fortelja, sigur verturin í Jólagidd
Mynd: Álvur Haraldsen