Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. november 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. november 2019 · Nr. 136 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Motorurin hjá Sverra fingið heiðurspláss á Glasi Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Listin við teimum 253 hægstu løn­u­ num í Tórshavnar kommunu minn­ ir okkum á, at munur er á fólki. Onkur vil siga, at sjálvandi er mun­ur á, hvussu nógv fólk hava í inn­tøku. Summi arbeiða meira enn onn­ur, summi duga betur enn onn­ ur, og summi eru bara av onkrari or­søk komin betur fyri enn onnur. Tað er eisini munur á útbúnum fólki og fólki uttan ella við lægri út­ búgv­ing­um. Vit hoyra eisini javnan sagt, at tað skal loysa seg at arbeiða. Sjálv­ and­i skal tað loysa seg at arbeiða, men tað er ikki bara soleiðis, at fólk tjena mestu pengarnar við at ar­ beiða meira. Tí ein ar­beið­s­mað­ur, sum tjenar 132 krónur og 24 oyru um tím­an, skal arbeiða nógv, fyri at koma upp á millióner-listan. Skal hann til døm­is koma upp á som­u løn, sum hægst lønti mað­ur í Tórs­havn­ ar komm­unu, so skal hann arbeiða tað sama sum 14 arbeiðsmenn ar­ beiða upp á ein mánað, so tað er ikki ein møgu­leiki. Skal hann koma upp á sama støði, sum aftasta fólk á 253. plássi á listanum, so skal hann ar­beiða fyri 3,6 arbeiðsmenn, sum er nóg trupult í sjálvum sær. Tað er alment at síggja, hvussu nógv hvør tjenar. Á hvørjum ári verða skattalistarnir lagdir fram nakr­ar dagar. Og tað merkir, at tá kann ein og hvør okkara seta seg at blaða í listunum fyri at síggja, hvat øll tjena. Men hóast skipanin er al­ menn og opin, so verður tað gjørt so trupult, sum tað yvir høvur kann gerast. Til dømis verður lýst í blað­ um fríggja­dag, at skattalistarnir í Havn liggja frammi frá degnum fyri og til í dag. Men tá tað sendur í 25. nov­ember, so verður meint til 25. nov­ember. Tað vil siga til 24. nov­ ember. Men 24. november var ein sunnu­dag, og tá er ikki opið. Held­ ur ikki leyg­ardag. Og tá hesir dag­ar telja uppí, so verður skipað so fyri, at fýra av hesum 11 døgunum eru leyg­ardag og sunnudag – so eru bara sjey dagar eftir at blaða í skatta­listu­ num. Skal tað vera alment, so átti tað eisini at verið gjørt ordiligt – og í hes­um tal­gildu tíðum, so eru nógvir aðrir møg­u­leik­ar, enn at biða fólk koma om­an á kommunu­kóntórið at blaða í skjølum. Onkur hevur onkuntíð gjørt av, at hetta skal vera alment, so tað man uttan iva hava verið eitt enda­ mál við tí. Er tað soleiðis, at tað ikki skal vera alment at síggja, hvat hvør okk­ara tjenar, so er at broyta lógina til­svar­andi heldur enn at royna at halda tað dult. Tá nú politikarar aftur fara at pilka við skatta­skipanina, so áttu tey at havt í huga, hvussu stórur stætta­mun­ur­in í veruleikanum er. Skal tað vera alment so lat tað vera alment at sígga lønirnar Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin SKAL ARBEIÐA FYRI 14 Kostar fleiri hundrað krónur at berjast Eitt mál um harð­skap er reist hetta viku­skiftið, og nøk­ur hava eis­ini fingið bót fyri at gera um seg Áki Bertholdsen Sum heild hevur tað verið rætt­i­liga friðarligt um vik­ u­skiftið, men kortini hava nøkur mál verið, har løg­regl­ an mátti upp í Í Suðuroy fóru tveir mans at berjast við eitt skeink­i­stað og annar av teimu­m fekk nakrar snuddir. Løg­regl­ an hevur skuldsett báð­ar menninar fyri brot á pol­i­ti­ við­tøk­ur­nar og tað fáa teir bót fyri. Í einum yvirliti stendur, at bótin fyri at berjast, er 800 krónur, men bardagi við skaða kostar 1.500 krónur í bót. Sunnumorgunin fóru tveir mans eisini til hendurs í ei­num skeinkistaði í Havn. Har fekk annars maðurin so mik­ið av skaða, at hann mátti á skaðastovuna til við­ gerð­ar. Í hesum føri hevur løg­reglan reist eitt mál um harð­skap, sum tey nú fara at kanna nætti. Annars hevði løgreglan eitt ferðslu-átak tíðliga leyg­ ar­morg­unin, har 30 bil­ar vórðu steðgaðir í Koll­fjarð­ar­ dali, um framt at bilar eisini vórðu steðg­aðir aðrastaðni. Úrs­litið av tí er, at tríggir bil­ før­ar­ar vórðu skuldsettir fyri at koyra við kenning, tveir í Havn og ein í Vágum. Somuleiðis hava trý fólk fing­ið bót fyri ólátaðan a­t­ burð í náttarlívinum í Havn. Tvey av teimum vóru út­lend­ ingur, og í tí eina førinum gekk eitt sindur strilti at fáa greiði á, hvør viðkomandi varð, so hann varð tikin á løg­regl­u­støðina at bíða til tað var runn­ið av honum aftur. Dyst­ ur­in um rættin til virðini í sjónum TÍÐARGREIN SÍÐA 13 Fyri­ reika jólasølu alt árið TÍÐINDI SÍÐA 6-7 Óli Jacobsen Vit hava havt fleiri greinir um Sverra Mortensen, sum er ein fram­úr persónur, sum øll eru góð við. Í vár handaði hann Glasir ein mot­or, sum hann sjávur hev­ur gjørt fyri nærum 70 ár­um síðani. Men nú er mot­ or­urin komin í eina glas­ montru, og verður nú sýnd­ur fram á Glasi. Í hesum sam­ bandi var Sverri saman við nøkr­um av sínum nógvu vin­ um á Glasi at síggja verkið. Í samband við motorin er henda lýsing av hesum av­ rik­i­num hjá Sverra: Henda mot­orin gjørdi snill­ing­ur­in Sverri Mort­en­sen á Argjum í 1950 burturúr ein­um bil­mot­ ori úr einum Ford T, mod­ell­ i­num, sum varð framl­eitt í Am­e­r­ika frá 1908 til 1927. Hetta var ein 2895 cc 4-syl­ indr­að­ur, 20 HK-motorur, ið fekk bilin upp í eina toppferð upp á 70 km/t. Motorurin skuldi tyrv­ast, tí hann lá bara sum ó­rudd á bilverkstaðnum hjá Vil­helm Nielsen í Jónas Broncks gøtu í Havn, men Sverri bað um hann og fekk hann fluttan út á Argir. Sverri kappaði motorin sund­ur og gjørdi hann til ein 1-syl­indr­aðan bát­a­mot­or, sum hann hevði í drift í 22 ár – frá 1950 til 1972. Týsdagin 19. mars 2019 fylti Sverri Mortensen – Argja-Sverri – 97 ár, og í tí sam­bandi avráddi hann mána­dagin 18. mars 2019 at geva Tøknideildini á Glasi mot­or­in, sum hevði stað­ið so sera væl røktur og rakstr­ ar­trygg­ur í kjallaranum hjá Sverra í 47 ár. Glasir takkar Sverra Mort­en­sen hjartaliga fyri dýr­grip­in. Betri kann tað ikki sigast. Bátamoturin hjá Sverra Mortensen á Argjum, sum hann gjørdi burtur úr einum Ford T motori fyri nærum 70 árum síðani. 97 ára gamli Sverri hevur latið Glasir motorin