mikudagur 15. desember 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 240 - 15. desember 2004
Fíggjarlógin næsta ár fer aftur eitt hall á niðastu reglu.
Tað sama ger seg galdandi í ár. Spurningurin er so,
hvussu leingi kunnu vit hava hall á landsins búskapi?
Spurningurin skal ikki svarast á hesum stað. Spurningin
hava búskaparfrøðingar viðgjørt og tað fara teir eisini at
viðgera í komandi tíðum. Vit seta bara spurningin.
Landsstýrissamgongan hevur valt at hava hall, tí fíggj-
armálaráðið heldur, at tað fær størri og álvarsamari av-
leiðingar, um spart verður so nógv, at javnvág fæst á
niðastu reglu á fíggjarlógini. – Vit hava valt at reka ein
ekspansivan fíggjarpolitikk, segði Bárður Nielsen, tá
hann legði fram uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár
síðst í september.
Við ein ekspansivan fíggjarpolitikk meinti hann óivað,
at tað almenna táttar ikki í, tá talan er um íløgur. Fleiri
íløgur standa fyri framman - íløgur í skúlar, ellis- og
røktarheim, havna- og tunnilsgerð o.s.fr. Eftir útrokn-
inginum hjá fíggjarmálaráðnum fór tað almenna ikki at
hava færri fólk í arbeiði komandi ár.
Tað merkir kortini ikki, at nøkur ikki verða uppsøgd.
Tað almenna sparir og fleiri stovnar eins og miðfyrisit-
ingin hava verið noydd at siga nøkrum fólkum úr
starvi, men sama tal av fólki skuldi kunnað fingið ar-
beiði, tí fleiri arbeiði í samband við nýíløgurnar.
Henda gongdin minnir um búskaparpolitikki hjá Key-
nes. Hann miðjar ímóti, at tað almenna skal halda aftur
at gera íløgur í uppgongutíðum og tá búskaparstøðan er
góð, tí tá eru privatu íløgurnar sum oftast stórar. Aftur-
ímóti skal tað amenna byggja út, tá tað privata vinnu-
lívið heldur aftur. Á henda hátt fæst javnvág í.
Hesa støðuna eru vit fyri so vítt í, um vit ikki mistaka
okkum, men ikki skerst burtur, at tá vit høvdu
uppgongutíðir frá miðskeiðis í 90-árunum, og privati
íløguhugurin var stórur, so gjørdu vit aftur - eins og í
80-árunum - ov stórar almennar í løgur.
Bara tey seinastu 5-6 árini hava vit bora ein undirsjóv-
artunnil, ein tunnil á landi, bygt nýtt landssjúkrahús,
einar 6-7 havnir og ferjulegur, tvey nýggj strandfara-
skip, eitt nýtt vaktar- og bjargingarskip, nýtt løgting,
nýtt telefonverk, ein hóp av dagstovnum og harafturat
hava eisini verið fleiri vegarbeiði.
Tað er ikki at siga ov nógv, um sagt verður, at nøkur av
hesum arbeiðum kundu bíða ella verið toygd eitt ávíst
áramál. Privati íløguhugurin var jú stórur, og tí kundi
tað almenna hildið aftur og goymt pening til nú, tá
privati íløgurnar eru rættiliga avmarkaðar, og tað
almenna tíverri ikki hevur til nógv meira enn til tað
sum tað kostar at reka samfelagið.
Hall í tvey ár, tilsamans 4-500 mió.kr., megna vit óivað
at bera. Men í longdini ber tað ikki til, uttan at lands-
kassaskuldin økist aftur, og tað ynskir eingin. Tí eiga
landsins politisku myndugleikar longu nú - ella aftur
nú - at fáa eitt veruligt arbeiði í gongd, hvussu vit
kunnu rationalisera, soleiðis at føroyska samfelagið
verður bíligari at reka!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fleiri hall ber ikki til - tí má
samfelagið endurskoðast!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Fjølmiðlashow
Eyðun Mohr Viderø
Í seinastuni hevur verið
rættuligt rok í Tjóðveldis-
flokkinum um levnaðin hjá
Tobba, at hann alment í
bløðunum
hevur
havt
frammi rættuliga niður-
gerandi vendingar um for-
mann floksins, Høgna Hoy-
dal.
Høgni kann sjálvsagt ikki
finna seg í hesum, uttan so,
at hetta er framhald av inn-
anhýsis uppgerð í tingbólk-
inum,
men
tað
sæst
ongastaðni.
Hvat man vera galið?
Okkara danskt skúlaða fólk
hevur flutt inn mangar
óneyðugar, vánaligar mál-
iskur, og teirra millum
finst, at »kemiin« er ikki í
lagi!
Tað er nokk so stuttligt at
hyggja at núverandi loys-
ingarflokkinum. Hvørjar
fyritreytin hava leiðararnir í
mun til stovnararnar?
Tjóðveldisflokkurin varð
stovnaður av skúlaðum før-
oyingum, sum komu aftur
úr Danmark eftir seinasta
heimsbardaga, og leiðarin
Erlendur Paturson ynskti
einar politiskt frælsar Før-
oyar, og í gerandisdegnum
gjørdi hann seg eitt við
fiskimannafjøldina í Føroy-
um. Og á hesum grundar-
lagi virkaði hann restina av
lívi sínum. Samdur um
virki hansara ella ikki!
Flokkurin og Erlendur
vóru eitt, og tá hann fall frá,
var flokkurin um at missa
sítt tilverugrundarlag, tí:
»ongin veruligur loysingar-
maður var eftir, og heldur
ongin
veruligur
fiski-
mannavinur«, so flokkurin
datt nærum burtur í onki!
Tá neyðin er størst…
Tilvildin ella lagnan lagaði
tað soleiðis, at ein vælta-
landi blaðmaður hevði til-
knýti til flokkin, og við sín-
um »manipolerandi« evn-
um gjørdist hann ikki bert
tann lýsandi stjørna floks-
ins, men hann vann flokk-
inum harumframt í at-
kvøðum fremsta plássið á
Føroya Løgtingi. Avgerandi
leikpartur hansara var blað-
mansins nágreiniliga við-
gerð og kanning av leikluti
Dana í »Bankakreppuni«.
Hvørji eru so avrikini
Undirritaði kennir persónin
bert í tíðarskeiðinum, tá
»sjálvstýrislandsstýrið« í
1990-unum tingaðist við
donsku stjórnina um fram-
tíðarstøðu Føroya, leysar
ella partvís innan danska
ríkið, men sum tað fram-
gongur, so hevur Høgni í
dag í neyðini ein láturverja,
ið nevnist Sjúrður Skaale,
at verja síni ómansligu evni
í sjálvstýrisstríðnum, og
hetta er sami maður, sum
varð nýttur til yvir fyri fjøl-
miðlunum at umboða sam-
gonguna í sjálvstýrisstríðn-
um, men sum bert í veru-
leikanum virkaði fyri at
niðurgera Fólkaflokkin, tí
annars kom fram, hvussu
hjálparleysur Høgni Hoy-
dal í veruleikanum var!
Føðingarárið ikki
avgerandi
Eg havi verið við til sam-
komu, har maður so fegin
vildi strika undir, at tað
vóru hundrað ár millum
føðingarárið hjá slóðbrót-
andi »sjálvstýrishetjum« í
Føroyum nevniliga: Nóls-
oyar Páll 1766, Jóanes
Bónda 1866 og Høgna
Hoydal 1966!
Tað er ikki nokk, at
Høgni er ein væltalandi
blaðmaður, og so at saman-
halda hann við hetjuna
Nólsoyar Páll og ands-
mennið og politikaran Jó-
anes Bónda! Men skal hann
persónliga ferðast teirra
millum, so skal hann vísa
tað sjálvur uttan Sjúrð
Skaale, og har vantar nógv!
Kemiin
Sjálvstýrismaðurin Tobbi
kann trívast í Tjóðveldis-
flokkinum, men vinnu-
lívsmaðurin Tobbi hoyrir
ikki heima har, og tí er
hetta stríðið.
Líka mikið hvat hendir
við útblakan av Tobba úr
flokkinum ella ikki, men
vinnulívsmaðurin
Tobbi
yvirlivir, meðan »tjóðar-
hetjan« Høgni hevur rættu-
liga avmarkaða tíð.
Óheft av innanhýsis-
klandri, so haldi eg, at
Tobbi eisini er nógv meiri
áhugaverdur!
Og fjølmiðlashowið eig-
ur Høgni!
Sjónvarp
Føroya
10/11-
12.2004
Viggo A. Hansen
Her
situr
man
eitt
kvøldið og bíðar, og
klokkan er vorðin nógv.
Men tástani vísir SVF,
(samb. skránni), ein
spenningsfilm.
Kaffi er til reiðar, og
alt er klárt til at hyggja
eftir filminum, sum skal
byrja kl. 00.25, men
hvat hendir - HOND-
BÓLTUR JUBIII - Onk-
ur, (í SVF,) heldur, at
hetta er tað besta av tí
besta - So sektin í, hvat
onnur halda. Eg hugsi
við mær sjálvum, at tey
møguliga hava broytt
skránna - fari at kanna
hetta á www.svf.fo, men
nei, spenningsfilmurin
stendur har framvegis.
Eg veit ikki, um hann
kemur aftaná, men so
leingi ætli eg mær ikki
at bíða.
Hetta er »Føroykst« so
tað stendir eftir.