Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 15. desember 2004 11 TINGHELLUDEBATTIN Símun Absalonsen Tinghellan í Sosialinum var herfyri karmur um nakrar greinar, ið settu spurnar- tekin við menningarástøðið hjá Darwin. Sjálvur átti eg tvær av hesum greinum. Nakað av skriving hevur verið um hetta, og sjálvsagt eru meiningarnar ymiskar. Um vit øll høvdu somu meining og hugsaðu eins, so var heldur ikki neyðugt við nakrari Tinghellu. Tær greinar, ið vit skriv- aðu, løgdu áherðslu á, at darwinisman á mongum økjum hevur álvarsligar forkláringstrupuleikar, og her vóru ítøkilig dømi nevnd. Tað er ikki pláss at endurtaka hesi dømi, men eg vil undirstrika, at tað finnast fleiri persónar við dokraraheiti í náttúruvís- undi, ið halda fast við, at hesir forkláringstrupuleikar ongantíð koma at fáa eitt svar. Tey aftursvar, ið hava verið til greinar okkara, hava tí heldur ikki ítøkiliga viðgjørt tey ivamál, ið vit settu fram, men hava í stað- in viðgjørt granskingar- hættir og siðvenju á gransk- ingarøkinum. Síðani verða forkláringstrupulleikarnir hjá darwinismuni gruggað- ir við skriving um, at onkur følir trongd til at prógva, at Várharra er til osfr. Spurt verður, hví vit skriva hesar greinar, og eis- ini verður nomið við spurn- ingin um fakliga vitan. Sjálvur eri eg leikmaður á hesum øki. Eg havi kandid- atútbúgving, men hon liggur uttanfyri náttúruvísundaliga økið. Men tveir hava so kandidatútbúgving innan- fyri náttúruvísundaliga øk- ið. Skrivingin snýr seg kort- ini ikki um akademiskt bringuprýði; fakfólk eru rúkandi ósamd sjálvt á pro- fessarastøði. Í fjør hoyrdi eg umleið 10 fyrilestrar í Halmstad í Svøríki. Allir fyrilestrarnir viðgjørdu viknandi vísundaliga støðið í darwinismuni, og nærum allir fyrilestrahaldarar høvdu Ph.D ella doktara- heiti í náttúruvísund. Darwinisma og ateisma Ikki allir darwinistar eru ateistar, men mín fatan er, at allir ateistar eru darwini- star. Darwinisma er tí ein týðandi partur í ateistiskari propaganda. Hetta kemur fram í fleiri bókum og í ør- grynnu av heimasíðum. Henda propaganda viður- kennir ikki, at darwinisma hevur nakrar forklárings- trupuleikar. Eisini verður ført fram, at darwinisma er beinleiðis í andsøgn við kristindómin. Tað er ein av orsøkunum til at eg skrivaði mínar greinar. Náttúruvísundi og heimsspeki hevur havt mín stóra áhuga í fleiri ár, og ikki so lítil partur av frítíð er farin til at lesa omanfyri nevndu vísundagreinar. Í 2002 kom bók út í Noreg sum søguliga við- gerð ávirkanina hjá Darwin á norskt andslív. Bókin er skrivað av tveimum pro- fessarum í lívfrøði (Hessen og Lie). Teir vísa m.a. at danin Georg Brandes borð- reiddi við ateismu og darw- inismu fyri norska fólkin- um, og "umvendi" partar av norsku kulturelituni. Bjørn- stjerne Bjørnson kvetti við sín grundtvigska kristin- dóm og skrivaði í einum brævi til svenska høvundan Ellen Key: "Utviklingslær- en må bli religion" (1880). Menningarlæran er tí neyvan so meinaleys fyri krisdindómin, sum onkur vil vera við. Men menning- arlæran er eitt vísundaligt ástøði, og skal skal sjálv- sagt viðgerast útfrá vís- undaligum arbeiðshættum. Positivisma Filosofiska grundarlagið undir menningarlæruni er positivisma. Tvs. vit eiga at granska og finna svar inn- anfyri góðkendar gransk- ingarhættir. Eitt svar skal sostatt gjøgnum hetta sáld fyri at verða góðkent. Tað er skilagott at granska og leita eftir svari, so hesin parturin av positivismuni er positivur. Náttúruvísundin hevur eisini vunnið nógvar sigrar á pátrúgv. Tá t.d. toran gekk, trúðu teir gomlu norðbúgvarnir, at hetta stavaði frá atferð gudanna. Náttúruvísundin hevur eitt meira skilagott svar uppá snarljósið. Men positivisman ger eitt stórt mistak. Hon sigur treyta- leyst, at tað finst altíð eitt svar uppá vísundaligar gát- ur, hóast vit ikki kenna svarið her og nú. Harvið leitar positivisman mangan í blindum, og smoyggir sær samstundis úr sínum for- kláringstrupuleikum. Eitt gott dømi er spurningurin um upprunan til lívið. Hetta er ein herskin biti hjá dar- winismuni, og svarið er í dag fjarari enn nakrantíð, av tí at jú meira granskað verður, jú meira fjøltáttað gerst lívið, sjálvt tá tað er mest einfalt. Upprunin til informatiónina í DNA er ein annar trupuleiki. Av tí at informatiónin er metafys- isk, meina fleiri granskarar, at hesin forkláringstrupu- leiki er seymurin í lík- kistuna hjá positivismuni. Positivisman hinvegin játtar bert, at hon kennir ikki svarið, men at hon leitar eftir tí. Hon kann jú svara tað sama um 10.000 ár. Darwinisma og gudsprógv Georg Wald er íðin tals- maður fyri menningarlær- una. Hann fekk nobelvirð- isløn í vísundi í 1969. Hann sigur m.a. soleiðis: "Tá talan er um upprunan til lívið á hesi jørð, so eru bert tveir møguleikar, skapan ella spontan menning. Ein 3. møguleiki finst ikki. Spontan menning er mót- prógvað, men tað sendir okkum beinleiðis í føvn- ingin á hini niðurstøðuni sum er yvirnáttúrlig skap- an. Men hetta kunnu vit ikki góðtaka á filosofiskum grundarlagi. Tí halda vit fram at trúgva á tað ómøgu- liga, at lívið byrjaði spont- ant av tilvild." (kelda: Scott Huse: "The Collapse of Evolution" bls.3) Filosofiska útgangsstøð- ið hjá Wald hevur størri týdning enn náttúruvísinda- ligar sannføringar. Eisini sigur Wald, at møgulig falsifisering av darwinismu er óbeinleiðis skapanar- prógv, og hetta ljóðar log- iskt, men positivisma stýrir treytaleyst allari granskan. Men mørk verða flutt hvønn dag. So seint sum í seinastu viku (9. des.) kom Associated Press við einum tíðindastubba við yvir- skriftini: ‘Leading Atheist Philosopher Concludes God´s Real’. Talan er um 81 ára gamla bretska professaran í heim- speki Antony Flew. Hann hevur verið treytaleysur positivistur og hevur verið millum kendastu ateistar í Bretlandi í meira enn hálva øld. Flew hevur ikki kon- vertera til nakra religiøsa trúgv, men sigur við atliti til m.a. DNA: ‘A super-intel- ligence is the only good explanation for the origin of life and the complexity of nature.’ Heimasíðan hjá "Christi- anity Today" ger nógv burt- urúr hesum, og ateistiska heimasíðan www.infid- els.org sissar sínar lesarar og sigur, at Flew bert trýr á ein "minimal God". Er positivisma treyt fyri gransking? Í Sosialinum t. 10/12 hevur Magnus Gaard (MG) viðmerking til skrivingina í tinghelluni, har hann m.a. lýsir háttalag og endamál við vísundi. Har stendur m.a. "Drívmegin í náttúru- vísindini er, og fer altíð at vera, ivin og forvitni! Um vit velja at brúka Várharra til at forklára lík og ólík náttúrufyribrigdi við, so taka vit ivan og forvitni út náttúruvísindini, og so steðgar hon upp." Hesa grundgeving havi eg mangan sæð áður, men eg eri ósamdur. Um hetta var so, so høvdu persónar sum Kopernicus, Galileo, New- ton, Kepler, Pascal, Pasteur o.fl. helst ongantíð verið granskarar. Galileo segði, at hann granskaði bert í tveim- um bókum: -Bók Guds og bók náttúrunnar. Newton segði, at trúgvin á skaparan gav honum íblástur at granska tað skapta. Objektivt trúarlív Seinast í greinini hjá MG verður ávarað ímóti objek- tivering av Várharra. Víst verður í staðin til ta sub- jektivu síðuna av trúarlív- inum (samvitskan) smb. Martin Luther. Hertil er at siga, at sjálv- andi er trúgvin altíð subjek- tiv, men teologiskt hevur tilvitskan um Gud bæði eina objektiva og eina sub- jektiva síðu. Vit kunnu t.d. ímynda okkum mannaspor í kava. Tað er sjónligt prógv um, at her hevur ein fótur stigið, men tað gevur okk- um treyðugt nakra vitan um, hvør ella hvussu per- sónurin er. Í Halgubók verður áhald- andi heitt á menniskjað um at "lesa" handaverk skapar- ans í alheiminum og náttúr- uni. Tað umfatar væl eisini DNA, genir, kompleksitet v.m. Tað er tað, sum greinar okkara í tinghelluni gera. Um hetta er at gera gjøldur burtur úr tí gudsfatan, sum nógv trúgvandi fólk hava og harvið objektivera trúnna, so meti eg, at mergjaði sálmurin hjá Brorson: "Op al den ting…" er ein speirekan av gudstrúgv og gudsfatan. Onkur dani hevur annars skírt henda sálm sum tindin í donskum skaldskapi, og hann hevur hugtikið meg líka síðani vit lærdu hann í 6. flokki í fólkaskúlanum. Lutherskur kristindómur Við atliti til lutherskan krist- indóm sum MG vísir til, so hugsi eg, at vit skilja Luther best við at síggja yvirskrift- ina í reformatiónini (Sola Scriptura) "skriftin eina", og harumframt í luthersku trúarjáttanini. Henda játtan fekk so stóran týdning í luthersku kirkjuni, at hon bleiv ein partur av kirkjunar liturgi, og verður tí endur- tikin við hvørja gudstæn- astu. Her meti eg, at fríkirkj- unar hava nógv at læra av fólkakirkjuni. Fremst í hesi trúarjáttan er trúgvin á Skaparan. Síð- ani kemur inkarnatiónin, sum jólini altíð minna okk- um á. Inkarnatiónin er ikki boðskapurin um, at menn- iskjað knýtti ættarbond við apur og fiskar, men at Gud varð føddur inn í ætt menn- iskjans. Darwin og trúarlívið »Hond Guds« eftir Michelangelo. Brot úr loftsmálninginum »Skapanin av Adam« í Sixtinska Kapellinum, sum Michelangelo málaði 1508-1512