Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. november 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. november 2019 · Nr. 136 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Sjúrður Hildarson Hoydal SMS-deildin lá still hesa viku­ na, vegna landsliðssteðg, og Okkara­deildin tók sær eisini nakað av løttum við bert tveim­ um dystum. Í báðum førum vóru tað hálv­finalubiðlarnir, sum skuldu royna seg ímóti botn­ lið­unum. Ivan og StÍF runnu aftur undan Mikukvøldið var eingin trupul­ leiki hjá StÍF at vinna á Team Klaksvík, og StÍF klatraði upp aftur á næstfremsta plássið. Lykilin var hin sami sum altíð. Skjótálopini skolaðu ímóti klaksvíkingum, har tað enn einaferð var navnið á 19 ára gamla Ivan Mrdalo, ið fylti prátið í Ítrottarhøllini á Skála eftir dystin. Føroyski striku­ leikarin stórtrívist við høgu leikferðini, sum StÍF borgar fyri, og hann er kanska sterk­ asta boðið upp á ársins stjørnu­ skot higartil í ár. Ungir neistamenn aftur avgerandi Men til tann heiðurin eru kortini nógvir um boðið. Millum annað nakrir neista­ menn, ið eisini hava verið nevndir so at siga hvønn mána­dag í Ítrottarsosialinum. Dánjal Ragnarsson og Trónd­ur Mikkelsen kunnu vænt­ast at spæla saman við áður­nevnda Ivani Mrdalo á U20-lands­lið­ num í summar, og aftur hetta vikuskiftið sást hví. Í einum dysti, har Kyndil spældi ein av sínum frægu dyst­um, var stórur munur á leik­ferðini hjá Neistanum, alt eftir hvør spældi í álopinum. Tá ið teir ungu, Dánjal Ragnarsson, Tróndur Mikkelsen og Julian Kragesteen vóru inni, megnaðu teir at leggja heldur størri trýst á teir grønu, ið kortini eisini hóttu væl. Serliga við Hjalta Mohr Jacobsen, ið enn einaferð vísti seg væl fram í álopinum – men enn einaferð til fánýtis. Neistin vann sum væntað Eina løtu sat ein við kensluni av, at Kyndil fór at fáa ein kær­ komnan sigur. Serliga tá ið Kyndil fóru frá at vera aftan­ fyri 16-12 til at vera á odda 17- 16. Men teir eldru leikar­a­rnir hjá Neistanum dugdu eisini at avgera dystir. Nicholas Satchwell var mest av­gerandi leikarin av øllum, tá ið hann við einari ørgrynnu av stór­ bjargingum sløkti alla vón hjá Kyndli. Samstundis kundi Ras­mus Søby fáa skil á bæði verjuna og álopið, og so var eingin ivi longur. Neistin vann dystin, og legði seg upp undir liðina á VÍF á triðja plássi. Toppdystur mikukvøldið VÍF hevur leikt ein dyst færri enn Neistin, men vest­menn­ ingar koma til eina trupla upp­ gávu mikukvøldið, tá ið teir vitja oddaliðið í Hoyvíkshøllini. H71 hevur verið favorittur til allar sínar dystir, og tað verða Føroyameistararnir eisini mikukvøldið. Men VÍF er í einum sera góðum stima. Vestmenningar vóru í trong­ um skóm, tá ið teir tíðliga á ári­num taptu ímóti H71 og KÍF, men síðani reistu teir seg við tveim­um javnleikum og so fýra sigrum á rað. Breiddin ger H71 til favoritt Tað skal kortini ganga vest­ menn­ingum rættiliga væl um tað skal eydnast at basa H71 í Hoy­vík. Munurin á liðnum er breidd­in. Teir fyrstu sjey ella kanska átta leikararnir hjá VÍF skulu raka eitt høgt støði allan dystin, so hevur VÍF ein møgu­ leika. Serliga um Mladen Mjerimacka fær bjargingar og Filip Jojic sleppur til skot. Tað, ið ger H71 til favorittar er, at teir fyrstu sjey helst eru á minst sama støði sum VÍF, men at teir næstu sjey so eru eitt støði omanfyri, um vit skulu gera eina skjóta meting. Vinnur H71 dystin kunnu Føroya­meistararnir venja seg við, at miðlarnir fara gerast full­vísir í, at H71 tekur fremsta plássið í grundspælinum. Vinn­ ur VÍF dystin, fara miðlarnir at fegnast um ein ovurstóran spenn­ing, nú grundspælið er meira enn hálvliðið. SMS-deildin: Hvussu skerdar eru kyndilskvinnur? Hóast eingin dystur var í SMS- deildini í vikuni, eru avgerandi støður komnar fyri. Eftir sigurin á H71 síðsta sunnudag kunngjørdi topp­ skjúttin í SMS-deildini, Turið Arge Samuelsen, at hon var við barn, og spælir ikki fleiri dystir fyrr enn hon hevur átt í summar. Kyndilsleikarin hevur verið púra avgerandi seinastu dystir­ nar, og nú kann hugsast at enn størri ábyrgd verður løgd á Krossteig Hansen systrarnar, men her kunnu kyndilskvinnur aftur vera óhepnar. Súna Krossteig Hansen er eitt gott boð upp á besta leikara í SMS-deildini higartil í ár, men Hondbóltur: Neistin vann aftur um vikuskiftið og tetti oddastríðið í Okkaradeildini enn meira – Komandi vikan kann gerast avgerandi NICHOLAS NICHOLAS OG UNGU OG UNGU NEISTAMENNINIR NEISTAMENNINIR BJÓÐA AV AFTUR BJÓÐA AV AFTUR