Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 240 - 15. desember 2004 Viðgerðarst ovnar hægri játtan Meirlutin í fíggjarnevnd- ini gongur ynskinum hjá landsstýrismanninum, Hans Paula Strøm, á møti um at hækka játtan- ina til viðgerðarstovnar- nar Heilbrigdið og Blá- krossheimið. Í uppruna- liga fíggjarlógaruppskot- inum fingu allar døgn- stovnar innan sjúkrahús- verkið og almannaøkið lønarframskriving. Tá viðgerðarstovnar eis- ini verða bólkaðir sum døgnstovnar ynskti lands- stýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, at játtan- in til Heilbrigdið og Blá- krossheimið varð hækkað. Sambært fíggjarnevndar- álitinum fáa Heilbrigdið og Blákrossheimið ávika- vist 106.000 og 103.000 krónur meir í rakstrar- játtan, enn uppruna fíggj- arlógaruppskotinum. .páll Serviðgerðin flytir heim Eitt av økjunum, sum stórur rumbul hevur verið um seinastu árini, hevur verið játtanin til servið- gerðir uttanlands. Tað er javnan komið fyri, at landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur verið noyddur at biðið um eykajáttan til serviðgerðir uttanlands, tí ov lítið av peningi hevur verið sett av á fíggjarlógini. Nú er kortini vent í holuni. Í sínum tilmælum til løg- tingsins fíggjarnevnd væntar trivnaðarnevndin, at nýbygningurin hjá Landssjúkrahúsinum fer at hava við sær, at við- gerðirnar uttanlands kun- nu flytast heim til Føroya. Hetta hevur fíggjar- nevndin tikið til eftirtekt- ar, og hevur lækkað játtan- ina til serviðgerðir uttan- lands við 3,9 mió. krónum .páll Mjólka- stuðulin hækkaður Eftir viðmerking frá vinnunevndini hevur meirlutin í fíggjarnevnd- ini gjørt av at hækka mjólkastuðulin við 1. mió. krónum. Mjólka- stuðulin verður tískil 1. kr. pr. litur. Meðan mjólkin fær størri játtan, ætlar fíggjar- nevndin at lækka stuðulin til neytakjøt, stráfóður og velting við í alt 340.000 krónum. Sostatt er talan um eina samlaða hækk- ing í játtanin til landbún- aðarstuðul á 660.000. .páll – Skattalættin hjá samgonguni virkar ikki ekspansivt upp á krónurenslið í før- oyska samfelagnum. Hann virkar fíggjar- depressivt, tí at so fáa ágóðan av honum, og serliga tí, at hann hjá fólki flest kennist ábyrgdarleysur, nú tá samgongan framm- anundan hevur reyð tøl á botnlinjuni, sig- ur minnilutin í fíggj- arnevndini í sínum viðmerkingum til fíggjarlógaruppskotið hjá samgonguni ÁLITIÐ FRÁ FÍGGJARNEVNDINI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Við hesum fíggjarlógar- uppskoti skuldi rekast ein ekspansivur fíggjar- og bú- skaparpolitikkur. Onkurs- vegna virka orðini sum ein umbering fyri ein skatta- lætta, sum eingin hevur biðið um og tíðansheldur spurt eftir, og sum bara gagnar vælbjargaðum før- oyingum. Í viðmerkingunum til uppskotið hjá meirlutanum í fíggjarnevndini finst minnilutin, Karsten Han- sen, Páll á Reynatúgvu og Kári P. Højgaard, hvassliga at ætlaða skattalættanum hjá samgonguni. Minnilutin heldur, at tað snøgt sagt ikki hongur saman at hava eitt stórt hall á fíggjarlógini, og síðani at vaksa um hallið við at minka um inntøkurnar hjá landskassanum við einum skattalætta. Við einum ætlaðum halli hjá samgonguni á fíggjar- lógini í 2004 og 2005 á í alt 450-500 mió. krónur, heldur minnilutin ikki tað er ábyrgdarfult at lækka skattin við 60 mió. krónum í 2005. Minnilutin vísir eis- ini á, at skattalættin hjá samgonguni ikki fer at seta ferð á búskapin, men hin- vegin at seta ferðina niður. – Skattalættin hjá sam- gonguni virkar ikki eks- pansivt upp á krónurenslið í føroyska samfelagnum. Hann virkar fíggjardepres- sivt, tí at so fáa ágóðan av honum, og serliga tí, at hann hjá fólki flest kennist ábyrgdarleysur, nú tá sam- gongan frammanundan hevur reyð tøl á botnlinjuni upp á fjóðringsmilliard áðr- enn avdráttir, stendur skriv- að í viðmerkingunum. Skattahækking Í viðmerkingunum til álitið hjá fíggjarnevndini rør minnilutin eisini fram und- ir, at nú tað er komið undan kavi, at fleiri kommunur nýta høvið til at hækka skattaprosentið, verður úr- slitið hjá av ætlaða skatta- lættanum hjá samgonguni ein reell skattahækking hjá verkafólki. – Tær hægru inntøkur- nar verða loftaðar av 50 prosents markinum, meðan láginntøkurnar gjalda fyri lækkingina hjá háinntøk- unum. Áleið 13.000 løn- móttakarar kenna at kalla ongan ágóða av uppskotin- um. Málið er sambært við- merkingunum, at lønin ikki verður etin upp av harðari skatting, Tá ið so sam- gongan tekur allan pening- in inn aftur við avgjøldum, er tað í andsøgn við enda- málið við uppskotinum, heldur minnilutin í fíggjar- nevndini. – Landsstýrismenn skulu læra seg at virða ta játtan, teir fáa á fíggjarlógini. Tað gongur snøgt sagt ikki, at teir koma sein- ast í árinum og biðja um eykajáttan. Teir skulu halda seg til teir karmar, sum løgtingið hevur samtykt, sigur formaðurin í fíggjar- nevndini, Anfinn Kallsberg ÁLIT FRÁ FÍGGJARNEVNDINI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Í dag verður farið undir aðru viðgerð av fíggjarlóg- ini fyri 2005. Fíggjar- nevndin kom mánadagin við sínum tilmælum, og meirlutin í nevndini hevur gjørt av skarva 13 mió. krónur av fíggjarlógarupp- skotinum hjá landsstýris- manninum í fíggjarmálum. Í uppruna uppskotinum hjá Bárði Nielsen var hallið 197 mió. krónur, men nýggjar inntøkumetingar frá fíggjarmálaráðnum fyri 2005 hava havt við sær, at hallið á fíggjarlógini 2005 var mett at vera 241 mió. krónur. Í álitinum frá fíggj- arnevndini hevur meirlutin skarva av hallinum, so at botnlinjan nú eitur 228 mió. krónur. – Hetta verður nøkun- lunda tað. Eg vænti ikki, at nógvar broytingar vera gjørdar afturat, áðrenn endaliga uppskotið verður samtykt, tí flestu broytingar eru gjørdar í samráð við landsstýrismenninar, sigur Anfinn Kallsberg, formað- ur í fíggjarnevndini. Eingin meirjáttan Undir fíggjarlógarviðgerð- um seinastu árini hevur fíggjarnevndin strongt á at fáa landsstýrismenninar at virða ta játtan, teir fáa við ársbyrjan. Hóast greið boð frá fíggjarnevndini, hava landsstýrismenn seinastu árini kortini havt ilt við at tikið boðini í álvara, men hesum trupulleika vil An- finn Kallsberg koma til lívs. – Landsstýrismenn skulu læra seg at virða ta játtan, teir fáa á fíggjarlógini. Tað gongur snøgt sagt ikki, at teir koma seinast í árinum og biðja um eykajáttan fyri pengar, sum eru brúktir í teirra játtan, tí tað er ikki rætti at máti at stýra upp á. Teir skulu halda seg til teir karmar, sum løgtingið hev- ur samtykt, sigur formaður- in í fíggjarnevndini av- gjørdur. Anfinn Kallsberg vísir á, at í framtíðini skal tað verða undantakið um ein eykajáttan verður góðtikin av fíggjarnevndini. – Vit vilja broyta sið- venjuna. Tað skal vera eitt undantak, og ómetaligar góðar grundgevingar um vit skulu góðtaka at lata eykajáttan, sigur Anfinn Kallsberg Tætt samstarv Undir fíggjarlógarviðgerð- ini fyri 2004 í vár tók ein or- rusta seg upp millum lands- stýrið og fíggjarnevndina, tá landsstýrið varð biðið um skarva 30 mió. krónur av fíggjarlógini Undir fíggjarlógarvið- gerðini hesaferð tykist ar- beiðslagið millum meirlut- an í fíggjarnevndini og landsstýrið vera betri. – Tað hevur verið eitt heilt annað útgangsstøðið hesaferð. Sammett við fíggjarlógarviðgerðina fyri 2004, hava vit hesaferð verið við til at fyrireika fíggjarlógaruppskotið, sum kom frá landsstýrinum. Umboð fyri landsstýrið, flokkarnar og samgongu- limir í fíggjarnevndini hava verið við til orða fíggjar- lógaruppskotið fyri 2005, og hetta hevur havt við sær, at vit í fíggjarnevndini hava minnið at finnast at hesa- ferð, sigur Anfinn Kalls- berg. Minnilutin: Skattalættin er ábyrgdarleysur Landsstýrismenn skulu virða játtanina 1) At strika skattalættan tey komandi fýra árini 2) Í samráð við arbeiðsmarknaðin at umskipa barsilsskipanina til eina arbeiðsmarknaðarskipan burturav 3) At einskilja hesar av almennu fyritøkunum: Føroya Banka, Føroya Tele, Føroya Fiskavirking, Atlantsflog, Realin, Húsalánsgrunnin, og at nýta søluvirðið til at niðurgjalda almennu skuldina, við møguleika fyri at lækka heildarveitingina. 4) At fáa landsstýrisfólkini at halda lógarásettu fíggjarheimildirnar, bæði tá tá ið um rakstur og lógarbundna játtan ræður 5) At umskipa framtaksgrunnin til ein váðafúsan grunn, hvørs endamál skal vera at menna gransking og nýskapandi vinnuhugsan TILMÆLINI FRÁ MINNILUTANUM Upprunauppskotið: - 197 mió. Nýggj inntøkumeting 2005: 44 mió. minni í inntøkum Upprunauppskot og nýggj inntøkmeting: -241 mió. krónur Fíggjarnevndarálitið: -228 mió. krónur FÍGGJARLÓGIN 2005 – Vit vilja broyta siðvenjuna. Tað skal vera eitt undantak, og ómetaligar góðar grundgevingar um vit skulu góðtaka at lata eykajáttan, sigur Anfinn Kallsberg Mynd: Savnsmynd