týsdagur 26. november 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. november 2019 · Nr. 137
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið,
kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00
og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@
sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa
størri uttanríkispolitiskt rásarúm.
Eisini hevur landsstýrið sett sær sum
mál, at føroyskir myndugleikar fáa
innlit í og ávirkan á øll viðkomandi
uttanríkis- og verjupolitisk mál.
Soleiðis skrivar landsstýrið, í sam
bandi við, at danska uttanríkisráð
harrin, Jeppe Kofod, vitjar í Føroyum
í dag og í morgin.
Tann 14. september, tá samgong
uskjalið varð undirskrivað, boðaði
samgongan frá, at partur av uttan
ríkispolitiska rásarúminum var at
seta á stovn enn fleiri føroyskar
sendistovur úti í heimi. Onnur í
Ísrael og hin í Japan, sum annars
var í umbúnað, vórðu nenvdar sum
dømi.
Tað tykist eitt sindur rangvørt
at hoyra Sambandsflokkin av øllum
tosa um fleiri føroyskar sendistovur
– og helst var tað tí, at Bárður
Nielsen gav Jenisi av Rana orðið, tá
spurningurin kom frá tíðindafólki
í Løgitnginum hendan dagin. Tað
var tá, at Jenis tók løgmann á bóli
og kom við søgunum um sendi
stovu í Jerusalem og góðkenning av
Jerusalem sum høvuðsstaði Ísraels,
sum løgmaður tó seinni hevur víst
aftur – um enn hann ikki gjørdi tað
á tíðindafundinum.
So seint sum 12 dagar fyri løg
tingsvalið, tann 19. august í ár, sendi
Sambandsflokkurin annars út tíð
indaskriv, har flokkurin boðar frá,
hvussu vit skulu geva vinnuni
atgongd til størri marknaðir við at
brúka donsku sendistovurnar kring
heimin.
– Geva vit vinnuni atgongd til
størri marknaðir, so skapar vinnan
fleiri arbeiðspláss til Føroya. So ein
falt er kann tað sigast.
Soleiðis segði Sambandsflokkurin
í tíðindaskrivinum, har flokkurin
boðaði frá, at Sambandsflokkurin
»er lopfjølin hjá vinnuni út á altjóða
marknaðir«.
Og flokkurin heldur fram í tíðind
askrivinum:
»Danskar sendistovur eru um
allan heim, og tær eru mannaðar
við serfrøðingum og ráðgevum,
sum hjálpa og vegleiða og kunnu
fremja marknaðarátøk á mongu
marknaðunum. Føroyingar eiga at
gagnnýta hesar sendistovur, soleiðis
at atgongd fæst inn í altjóða markn
aðirnar. Sambandsflokkurin hevur
áður víst í verki, at við at gagnnýta
sendistovurnar ber til at røkka langt.
Tað krevst miðvíst og nærlagt ar
beiði, og Sambandsflokkurin brettir
upp ermar«.
Út frá samgonguskjalinum kunnu
vit tí spyrja, um Sambandsflokkur
in hevur skift kós, og nú heldur vil
hava dýrar føroyskar sendistovur,
enn at brúka alla »ta ókeypis hjálp«,
sum flokkurin beint undan valinum
lovaði frá donsku sendistovunum.
Nú situr Sambandsflokkurin við
valdið. Nú er ikki nóg mikið at tosa
um marknaðaratgongd til ES og til
allan heimin. Nú mugu gerðir koma
handan orðini.
Sambandið sigur seg vera
lopfjøl út á altjóða marknaðirnar
LOPFJØLIN ÚT Á MARKNAÐIN
Havn
arútbygg
ing liðug
næsta ár
TÍÐINDI SÍÐA 14
John
Høj í
Klaksvík
90 ár
NØVN SÍÐA 12
Fólkatingsmaður
vil hava at vita,
hví tað er so
strangt hjá før
oyingum at hava
grind við til Dan
mark
Í fyrispurningi á Fólkatingi
undrast Sjúrður Skaale á, at
donsku ásetingarnar um inn
flutning av tvøsti eru strang
ari enn altjóða ásetingarnar,
og at føroyskir borgarar tí
verða revsaðir fyri at hava
við grind í viðførinum til
Danmarkar.
– Metir ráðharrin tað vera
rímiligt, at hald verður lagt á
tvøst, sum ríkisborgarar taka
við sær úr Føroyum til Dan
markar, umframt at teir fáa
bót fyri tað?, spyr Sjúrður
Skaale avvarðandi ráðharr
an, Mogens Jensen.
Fólkatingslimurin
fyri
Javnaðarflokkin
undrast
á, at tað er andsøgn millum
ásetingarnar í ST-avtalu um
vernd av djóra- og plantu
sløgum, og ásetingarnar, sum
í Danmark verða nýttar til at
steðga innflutningi av tvøsti
og spiki.
Í sonevndu Washington
avtaluni hjá ST er grinda
hvalur ikki bólkaður sum eitt
hótt djóraslag, og tíansheldur
fevndur av herdum eftirliti.
Tó hevur ES gjørt sín
egna lista yvir hótt djóra- og
plantusløg, sum Danmark
hevur tikið undir við. Har
verður grind bólkað sum
hótt djóraslag, og er tískil
undir herdum krøvum og
eftirliti, tá ið tað kemur til
inn- og útflutning. Men tað
eru eingi hagtøl sum benda á,
at grindastovnurin er hóttur.
Í
donsku
kunngerðini
vera sersømdir givnar til
Grønland, sum merkir, at
grind kann flytast úr Grøn
landi til Danmarkar, um
hon er dripin av góðkendum
hvalaveiðimonnum – hóast
grind er bólkað undir hótt
djórasløg. Skal grind flytast
úr Føroyum til Danmarkar,
er neyðugt við serstøkum
loyvum frá bæði føroyskum
og donskum myndugleikum
í hvørjum einstøkum føri.
Hesin munur millum inn
flutning úr Føroyum og
Grønlandi tykist eisini løgin,
tí føroyingar skulu eisini á
eitt skeið áðrenn teir sleppa
at drepa grind.
- Í heila tikið tykist danski
politikkurin á hesum øki ikki
at byggja á haldgóða grund,
sigur Sjúrður Skaale.
Grind úr Føroyum verður
steðgað í Danmark
Reyði Krossur fer
aftur sum áður at
tilnevna Ársins
Fyrstuhjálpara.
– Vit sóknast nú eftir upp
skotum, og tit eru vælkomin
at skriva um tað, sigur tey
hjá Reyða Krossi:
Reyði
Krossur
Føroya
sóknast eftir uppskotum at
heiðra sum Ársins Fyrsti
hjálpari 2019.
Tann, sum er í uppskoti,
skal í farna ári á serligan hátt
hava givið kropsliga ella sálar
liga fyrstuhjálp.
Reyði Krossur ynskir at
varpa ljós á týdningin av at
duga fyrstuhjálp og at eggja
fólki at læra seg fyrstuhjálp,
so fleiri lív kunnu bjargast.
Einstaklingar, virkir og
stovnar kunnu lata inn upp
skot, ið verða viðgjørd av
fyrstuhjálparinstruktørunum
og nevndini hjá Reyða Krossi.
Uppskot kunnu sendast til
Reyða Kross Føroya í seinasta
lagi mikudagin 15. januar 2020
á heimasíðuni á redcross@
redcross.fo ella sum vanligur
postur til Stiðjagøtu 6, 100
Tórshavn.
Ársins Fyrstihjálpari 2019
verður tilnevndur mikudagin
5. februar 2020 kl. 15:00 hjá
Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6 í
Tórshavn.
Leita eftir Ársins
Fyrstuhjálpara