mikudagur 15. desember 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 15. desember 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hósdagin
9.
desember
hevði Sonne Smith sam-
røðu við ein danskan sølu-
stjóra í Rás2. Talan var um
Carl Ole Olofson, sølu-
stjóra hjá dekkfyritøkuni
Goodyear Danmark A/S.
Carl Ole Olofson er 61
ára gamal og útbúgvin bil-
mekanikari.
Hann hevur arbeitt hjá
Goodyear Danmark síðan
1977, og hann hevur vitjað
í Føroyum í arbeiðsørind-
um so at siga hvørt ár í 25
ár.
Fyrstu árini var Petur
Jacobsen, sum í dag er
stjóri á Rás2, Goodyear
umboðsmaður í Føroyum.
Seinnu árini hevur hann
ferðast kring landið saman
við starvsfólkum hjá Super
Dekk í Havn.
Annars hava Goodyear
dekkini verið umboðaði í
Føroyum síðan fyrst í 30-
unum. Fyrstu mongu árini
av bilfyritøkuni P/F Vil-
helm Nielsen.
Í samrøðuni kom Carl
Ole, ið er kendur sum ein
sera fryntligur og fyrikom-
andi maður, inn á, hvussu
nógv infrastruktururin í
Føroyum er broyttur hesi
25 árini, hann hevur ferðast
hendan vegin. Hann heldur,
at vit hava eitt framúr gott
veganet, og tað at vit skjótt
kunnu koyra úr Vágum til
Klaksvíkar
er
heilt
»fantastiskt«.
Carl Ole Olofson:
Selt dekk í Føroyum í 25 ár
Í 1984 varð skipað fyri
mótaframsýning umborð á
Norrönu. Har var vístur
nýggjasti
klædna-
og
hármóti saman við tónleiki
og dansi.
Fyri 20 árum síðan:
Mótaframsýning umborð á Norrönu í 1984
Tríggjar havnargentur sýna
nýggjasta mótan í 1984, f.v.
Vivian Wraae,
Barbara í Gongini
og Haldis Poulsen
Mynd: Alan Brockie -
Myndablaðið Nú
Litmyndir av brúðarpørum hvønn fríggjadag
Stórur áhugi er fyri at seta brúðarmyndir í blaðið, og hava vit tí gjørt av - sum
nakað nýtt - at allar myndir av brúðarpørum til teigin »Heilsanir« hereftir koma í
Sosialin hvønn fríggjadag í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til »Heilsanir«,
t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata myndirnar inn er mikudag kl. 12.00.
Sosialurin
Mynd: Jens Kristian Vang