týsdagur 26. november 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. november 2019 · Nr. 137
12
Sosialurin
NØVN
Mánadagin 25. november vóru
tað 90 ár síðani, at John Edvard
Høj í Klaksvík varð føddur. Føð
ingardagin helt hann leygardagin
saman við sínum næstu.
John arbeiddi í nógv ár hjá
Kjølbro og seinni rak hann saman
við soninum flakavirkið Norð
urfisk í Árnafirði og uppaftur
seinni Norðfra í Norðdepli.
Trúfesti, mildleiki, stillføri og
lítillætni er tað, sum altíð hevur
eyðkent John. Heima við hús,
í arbeiði og ikki minst í sam
komuni í Betesda, har hann alt
sítt lív hevur havt sína dagligu
gongd og verið virkin á so
nógvum økjum.
Vøggan stóð niðanfyri
Karlsá – á markinum millum
gamla bóndabýlingin í Vági og
Vágsheyg.
Mamman, Ebba, var bónda
dóttur í Innistovu í Vági, og
pápin, Jákup Adrian, var ætt
aður av Strondum. Hann var
fiskimaður og arbeiddi seinni á
Stongunum og á Kósini. John
var einkarsonur teirra, Jákup
Adrian og Ebbu, sum doyði longu
miðskeiðis í fimmtiárunum.
Tá ið hann í 1946 var liðugur
við realskúlan, fór John í arbeiði
hjá J. F. Kjølbro. Fyrst var hann
í handlinum á Stongunum, har
tað vóru nógv starvsfólk, og har
tað ýddi við lívi. Nógvu skipini og
bátarnir hjá felagnum landaðu
og avreiddu har, og tað var
nógv samskifti við skipsmenn,
útróðrarmenn, arbeiðsmenn og
arbeiðskvinnur og húski teirra –
bæði í Klaksvík og bygdunum í
Norðoyggjum og eystursíðuni á
Eysturoy, og av Stongunum var
tað samband suður í høvuðsstað
in og út í stóru verð.
Eftir hesa góðu grundútbúgv
ingina undir leiðslu av Palla
Marsten ella Havnar Palla, sum
hann varð nevndur, flutti John
síðst í fjørutiárunum niðan á
høvuðsskrivstovuna hjá Kjølbro,
har gamli Kjølbro og Ewald vóru
í velmaktini. Tá ið John hevði
verið har í eitt skifti, heitti felagið
á hann um at fara oman á herm
etikkvirkið at arbeiða. Hetta var
við tí ætlan, at John skuldi verða
fyristøðumaður. John tók við
leiðsluni á hermetikkvirkinum í
1954. Framleiðslan var margfald
og bar boð um, at tað snúði
seg um at fáa meiri burtur úr
enn bara at flyta feskan fisk av
landinum.
Í sambandi við hermetikk
framleiðsluna var John bæði
í Svøríki og Norra og nam sær
útbúgving.
Til jóla í 1965 varð Kósavirkið
tikið í nýtslu, og John tók við
leiðsluni. Hetta starvið røkti
hann fyrimyndarliga í nógv ár, og
at enda var hann nevndarlimur í
felagnum.
Konu fann John úti í Brekk
uni. Fía var dóttir Annu og
Jógvan Isaksen, nevndur Billu
Jógvan. Fía og John bygdu fyrst
úti í Brekkuni, men so fluttu tey
heim í barnaheim hansara, sum
var karmur um familjulívið. Tey
fingu Ebbu, Jógvan og Joan.
Ebba býr í Havn, og Jógvan og
Joan búgva í Klaksvík.
Í
Betesda hevur John borið orðið
fram í tað mesta av trimum
fjórðingsøldum. Eitt nú var hann
í mong ár sunnudagsskúlalærari,
og saman við m. a. vinmanninum
Jógvani Tróndheim hevði hann
í nógv ár um vetrarnar eitt
kvøld um vikuna bíbliutíma fyri
skúlabørnum. Undirvísingin
varð skipað við heimalestri
og spurningum at svara.
Hetta festi seg so væl, at tað
framvegis rennur fram í hugan,
tá ið teksturin úr eitt nú Apostl
asøguni verður lisin.
John var ikki bara sunnudags
skúlalærari, men hann kendist
at vera vinur og fyrimynd í lívi
og verki. Onkuntíð bjóðaðu Fía
og hann heim til nátturða, tá ið
skeiðið var liðugt. Slíkar løtur í
hugnaliga heima teirra standa
framvegis ristar í minnið.
Nú eru nøkur ár síðani, at
Fía andaðist, eftir at hon í fleiri
ár hevði drigist við herviliga
sjúku. John fann seinni saman
við grannakonuni, Ásu, og
tey njóta lívið saman í lívsins
vesturskini. At John framvegis
er byrgur og væl fyri sæst eitt
nú aftur í, at hann enn røkir
hummararúsurnar í Árnafirði.
Góði John. Hjartaliga til lukku
við 90 ára føðingardegnum og
takk fyri alt gott.
Jóannes Hansen
John Høj 90 ár
Forlagið Glyvursnes gevur út
bók um Nólsoyar Páll, sum
Rolf Guttesen hevur skrivað,
har tað millum annað verður
skjalprógvað, at hann tókst
við smugling, samstundis
sum hann legði aðrar undir
at smugla.
Forlagið skrivar soleiðis í
tíðindaskrivi:
Poul P. Nolsöe (1766-1808)
ella Nólsoyar-Páll, sum hann
kallast, fyllir meira enn nak
ar annar í søgubókunum.
Men kortini standa nógvar
av søgnunum um hann ikki
eina eftirmeting. Hann er
vorðin umgyrdur av mytum.
Poul P. Nolsöe man hava
verið bæði ágrýtin og char
merandi, men eisini rætt
iliga sjálvráðin. Hann fýrdi
ikki fyri at fara lætt um lógir
og avtalur. Men hann bygdi
nýggjan bóndagarð á Bisk
upstøð í Klaksvík, og hann
smíðaði skonnartina Roynd
ina Fríðu, sum hann ætlaði at
fiska við. Men har kom einki
burturúr fiskiskapinum.
Bókin gevur eina frá
greiðing um teir fimm túr
arnar, sum hann gjørdi til
útlandið, hvagar hann fór,
og hvat hann hevði í lastini.
Har verður millum annað
skjalprógvað, at hann tókst
við smugling, samstundis
sum hann legði aðrar undir
at smugla.
Í nógv ár var Poul P. Nols
öe mestsum burturgloymdur.
Men hvussu gjørdist Poul
P. Nolsöe seinni tann tjóð
arhetja, sum hann er í dag?
Tað
var
tann
spírandi,
romantiska
tjóðskapar
rørslan, sum fyri 100-150
árum síðani uppfann Poul
P. Nolsöe av nýggjum. Tjóð
skaparrørslan hevði brúk
fyri mytum um stórar menn,
sum fyrimyndir. Her kundi
Poul P. Nolsöe fáa pláss.
Gamalt tilfar verður í
bókini útlagt av nýggjum,
og nýfunnið tilfar verður
lagt fram. Allar útsagnir og
uppáhald í bókini eru dok
umenteraðar við kelduávís
ingum
Forlagið
GLYVURSNES
leggur bók fram
“Poul
P.
Nolsøe
–
Skúmisleiv og Tjóðarhetja”
496 síður, við nógvum
myndum, talvum, yvirlitum
og keldum.
Framløgan verður í Miðla
húsinum í Vágsbotni
Mikukvøldið 4. december
kl 19.30-21.00
Høvundur er Rolf Gutte
sen.
Rolf Guttesen hevur skrivarð
bókina um Nólsoyar Páll
Nýggj bók sum lýsir Nólsoyar Páll