týsdagur 26. november 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. november 2019 · Nr. 137
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Frants Jensen
– Vaðhorn er størsta
arbeiðspláss í bygdini, har
tað eru um 70-80 ársverk.
Har eru tørvur á at fáa
betri havnarviðurskifti.
Kaiin er gomul, og tørvur
er á at fáa fleiri fermetrar
og
umstøður
annars,
sigur Artur Johansen,
borgarstjóri
í
Sjóvar
kommunu.
Arbeiðið á havnarlag
num á Hulki byrjaði fyrr
í ár. Norðanfyri verður
sprongt, og grótið verður
nýtt at fylla út niðanfyri
Vaðhorn, so at bryggjan
verður
størri.
Borgar
stjórin vísir á, at gomlu
kaiirnar eru frá 50-unum
og 60-unum, og tørvur er
á at fáa betri umstøður.
Tað er eisini alt ov grunt,
og tí fáa størri skip ikki
lagt at.
– Átta milliónir krón
ur eru settar av, so at
arbeiðið
kann
gerast
liðugt komandi ár. Vit
fáa eitt øki á 2500 fer
metrar afturat norðan
fyri Vaðhorn og 2.000
fermetrar niðanfyri Vað
horn. Kaiin fer 20 metrar
longur út, og hon verður
107 metrar longd. Tá fáa
vit eitt dýpi, sum er 10
til 12 metrar, sigur Artur
Johansen.
Tað er Sp/f Rókin, ið
ger arbeiði.
Viðlíkahald og
hegn á Selatrað
Kommunan fer eisini at
gera fleiri smærri íløgur
komandi ár. Suðursíðan
á skúlanum í bygdini
er klødd, men nú skal
norðursíðan klæðast, og
nøkur vindeygu skulu
skiftast.
Ymiskt størri viðlíka
hald skal eisini gerast
við bygdarhúsið og kom
munuskrivstovuna.
Á Selatrað skal hegn
setast upp, so at seyður
ikki sleppur til hús og
vegir.
– Vit hava hegnað í
hinum bygdunum, men
nú er bara Selatrað eftir.
Bygdin verður tó ikki
vetrarfriðað, sigur Artur
Johansen.
Útstykkingar
Sjóvar kommuna hevur
útstykkjað nokk so fitt
seinnu árini. 11 grund
stykki á Fríðufløtum og
42 á Hálsatjørn. Útstykk
ingin á Hálsatjørn verður
liðug komandi ár.
– Øll stykkini á Fríðu
fløtum eru seld. Fólk bíða
eftir byggifyritøkunum
fyri at koma í gongd
við sjálva byggingina. Á
Hálsatjørn eru øll stykk
ini umbiðin. Tey, sum
høvdu áhugað, rindaðu
eitt depositum á 30.000
krónur. Í januar komandi
ár byrjar sølutilgongdin
til hesi stykkini, sigur
borgarstjórin.
Hann vísir á, at talan
er bæði um borgarar
úr kommununi, ið ætla
at byggja á Strondum,
men at tað eisini eru av
bygdarfólk, ið ynskja at
flyta til Strendur.
– Vit útstykkja eisini
nakað eftir tørvi í minnu
bygdunum, til dømis á
Selatrað og Innan Glyvur,
sigur Artur Johansen.
Fríkort
Eins og hinar kommun
urnar við Skálafjørðin,
Runavíkar og Nes komm
ur, so fer Sjóvar kom
muna
eisini
at
geva
børnum
og
ungum
í
kommununi eitt fríkort,
áljóðandi 2000 krónur
fyri hvørt barn og ung í
kommununi. Tað kann
nýtast at taka lut í frí
tíðarvirksemi.
– Vit vilja fegin vera við
í hesum fríkortinum, eins
og hinar kommunurnar
kring Skálafjørðin, so at
øll børn og ung í kom
mununi fáa høvi at vera
við í frítíðarvirksemi. Vit
fara at tosa nærri við hin
ar kommunurnar í øki
num, hvussu vit skipa tað
best, sigur Artur Johan
sen.
Borgarstjórin sær fram
ímóti,
at
Eysturoyar
tunnilin letur upp.
– Nú er ikki so nógv
virksemi
við
tunnilin,
sum tað hevur verið.
Men vit eru sera spent,
til hann letur upp, sigur
Artur Johansen.
Fíggjað við láni
Kommunan væntar, at
inntøkur komandi ár vera
góðar 55 milliónir krónur,
meðan útreiðslurnar vera
næstan 52 milliónir krón
ur. Kommunan væntar at
rinda 5,15 milliónir krónur
í avdráttum. Íløgur verða
gjørdar fyri 21,25 milliónir
krónur. Roknað verður
við einum halli á 23,325
milliónir krónur.
– Kommunan hevur
umleið 20 milliónir krón
ur í láni í dag. Vit mugu
umfíggja eitt sindur og
taka lán fyri at fíggja
tað, sum skal gerst, sigur
Artur Johansen.
Skattaprosentið
í
Sjóvar kommunu verð
ur óbroytt, nevniliga 21
prosent. Barnafrádrátt
urin er eisini óbroyttur,
nevniliga 7.000 krónur
fyri barnið.
Barnagarðsg jøldini
eru eisini tey somu, men
rindað verður bara fyri
fyrsta og næsta barnið,
meðan triðja barnið er
ókeypis.
frants@sosialurin.fo
HAVNARÚT
BYGGINGIN Á HULKI
LIÐUG KOMANDI ÁR
Mánakvøldið samtykti Sjóvar
kommuna fíggjarætlanina fyri
2020. Høvuðsíløgan er at gera
havnina á Hulki og økið kring um
liðugt. Tá fáa størri skip lagt at, og
havnarøkið verður munandi størri
Havnin á Hulki verður nú bygd út, so at tilsamans 4.500 fermetrar vera afturat á havnarlagnum,
og dýpi verður um 10 til 12 metrar, so at størri skip eisini kunnu leggja at
Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu