Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 240 - 15. desember 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. MÓTTØKA Foto: Kristian Dahl, vara- politikommiserur í Havn Nú flyti eg aftur til Klaksvíkar, har hjartað altíð hevur verið, og nú fari eg at spæla sjónleik, skriva, fylgja við KÍ og Liverpool og røkja øll hini áhuga- málini og annars at hava tað gott saman við børnum og abbabørnum. Tað er Jógvan E. Ósá, politistur, sum nú fyrireikar seg at flyta av Glyvrum og í eina av íbúð- unum undir Kráarbrekku í heimstaðnum. Jógvan E. Ósá hevur seinastu mongu árini verið ein av væl kendu politistun- um í Føroyum. Fríggjadag- in 3. desember var síðsti arbeiðsdagurin hjá honum, og 1. mars næsta ár, eftir tænastu í politinum í stívliga 36 ár, fer hann frá við eftirløn. Jógvan er føddur 22. februar í 1943, og verður sostatt 62, tá ið hann fer úr starvinum. Sum hjá flestu dreingjum í Klaksvík miðskeiðis í fimmti árunum, so fór Jógvan til skips, tá ið hann var 14 ára gamalur. Hann sigldi við Sjúrðarbergi og Martini Sivertsen. Har var hann messudrongur og kokkur, og síðani var hann kokkur við línuskipinum Stellu Mariu og við Kletti, sum Levi hjá Dáva førdi, og við norskum línuskipum. Hann arbeiddi á Dáva- virkinum og í kjøthandlin- um hjá pápanum, Karl Jákupi Ósá, og tá ið hann søkti inn í politiið, hevði hann í eitt skifti koyrt hýru- vogn hjá Hjørleifi Waag Høgnesen. Omanfyri hundrað fólk - eitt nú starvsfelagar fleiri staðni frá og umboð fyri býráð og trygging og vinir og familja - vóru til mót- tøkuna 3. desember, og Jógvan var hjartans fegin og takksamur yvir, at so mong møttu upp á Politi- støðini í Runavík. Jógvan eigur fýra børn - Katrin, Símun, Elmar og Steingrím. Katrin og Stein- grím búgva í Klaksvík, Símun í Grønlandi og Elmar í Danmark. Tey vóru øll við til móttøkuna, og næsta ættarliðið var eisini væl umboðað. Fleiri høvdu orðið undir móttøkuni, og millum gáv- urnar var ein málningur eftir Heðin Kambsdal, sum starvsfelagarnir á støðini í Runavík og Føroya Polit- istafelag høvdu givið, og sum Sunnrid Traðará hand- aði. – Í 1968 sá eg, at tað í bløðunum varð lýst eftir nýggjum politistum. Eg søkti og varð tikin inn, og 15. oktober sama árið fór eg undir útbúgvingina í Tårnby politikreds í Kast- rup. 1. juli í 1970 kom eg til Havnar, og síðani havi eg arbeitt í politinum her í landinum, segði Jógvan E. Ósá. 1. juli í 1972 flutti hann til Klaksvíkar, og har var hann inntil 1. apríl í 1989, tá ið hann gjørdist sýslu- maður í Sandoy. 1. juni í 1994 gjørdist Jógvan vara- leiðari í Runavík, og har hevur hann verið síðani. Hóast hann er givin at arbeiða, so er ikki alt politistaarbeiðið fingið frá hondini. Í løtuni er Jógvan Bastian politimeistari í Kardamummu í Sjónleik- arahúsinum í Havn. Uni Vestureið, politiinspektør- ur, helt í síni røðu á mót- tøkuni fyri, at tað eru ikki allir politistar, sum enda sína karrieru sum politi- meistari! Jógvan E. Ósá segði farvæl Borgarstjórin í Runavík, Rodmund Nielsen, takkaði fyri at hava »lænt« Jógvan í 10 ár Tey fýra børnini hjá Jógvani, Steingrím, Elmar, Katrin og Símin vóru og søgdu babba farvæl. Starvsfólk á Politistøðini í Runavík saman við Jógvan. Jógvan situr og prátar við Una Vestureið, politiinspektør og Eyðun Berg, formann í Føroya Politistafelag Frá Føroya Politistafelag og starvsfólkinum á Politistøðini í Runavík fekk Jógvan handa ein málning frá Sunnrid Traðará og málaður av Heðini Kambsdal Síðsti arbeiðsdagurin hjá Jógvani E. Ósá var 3. desember Mynd: Schandorff Vang Dagurin 15. desember. Nikatius, deyður í 5. øld. Biskupur í Reims í Fraklandi. Varð fyribeindur av heidningaflokki av Húnalondum.