Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. november 2019 · Nr. 137 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Soleiðis kanst tú minka um vandan fyri blóðtøppi á flogi Á heilsusíðuni í dag hava vit hugt eitt sindur at, hvør vandin er fyri blóðtøppi í beininum á longum flogferðum. Niðurstøðan er, at vandin er avmarkaður, men sum ferðandi kanst tú gera ymiskt, sum ger vandan enn minni Vilmund Jacobsen Fólk, sum áður hava havt blóð­ tøpp í beininum, kvinnur við barn, kvinnur sum taka p-boll­ ar, fólk sum viga ov nógv og fólk, sum hava aktiva krabba­ sjúku, eru í einum lítlum vanda fyri at fáa blóðtøpp í beinið, meðan tey eru á langari flog­ ferð. Tíbetur er vandin ógvuliga lítil, men læknar halda, at tað hó­ast alt er týdningarmikið at hugsa um vandan, ið er. Fólk, sum skulu flúgva langt, kunnu sjálvi verða við til at minka enn meira um lítla vand­ ­an við blóðtøppi í bein­in­um. Sjálvt í einum flogfari kunnu fólk gera smærri rørslur við fót­liðinum og knøunum, og til ber sum oftast eisini at fara upp á gólvið og kanska spáka sær nøkur fet eftir miðgongini í flogfarinum. Eitt hugskot er ikki at vera í ov trongum klæðum. Vandin er lítil Á heimasíðuni – www.sundhed. dk – vita tey at siga, at vandin fyri at fáa blóðtøpp í beinið á einari flogferð er ógvuliga lítil. Á einari flogferð, sum varar í stívliga fýra tímar, fær í miðal ein av hvørjum 4656 blóðtøpp í beinið. Tá hugt verður eftir, hvørji út­litini er til at fáa ein meira ál­varsligan blóðtøpp í lunguni, verður sagt, at møguleikin er fimm tilburðir fyri hvørja milj­ ón ferðandi, sum flúgva í meira enn 12 tímar. Men, eitt er, at tað tíbetur eru fá sum fáa blóðtøpp or­sakað av flúgving. Annað er, at blóð­ tøppar, sum hava sína or­søk í longum flogferðum, kunnu síggj­ast heilt upp í átta vik­ur eft­ir flogferðina. Umframt ráðini at drekka ríkiligt at vætu, reisa seg upp og spáka eftir miðgongini, kunnu fólk, sum flúgva langar túr­ar, eisini gera nakrar rørslur við beinunum, meðan tit sita í flog­farinum. Í læknaverðini vísa tey á, at eingin vissa er fyri, at nógv væta virkar tálmandi mótvegis blóð­tøppi í beininum, men tey mæla kortini til at drekka ríki­ ligt, tí vætar í øllum førum skað­ar ikki. Fólk, sum eru í øktum vanda fyri at fáa blóðtøpp í beinini, kunnu eisini, meðan flogið verð­ur, brúka stuðulssokkar, tá hesir styrkja um blóðrenslið í beininum. Hvørji eru tekini? Men, hvørji eru so tekini, sum kunnu geva tær eina ábending um, at tú dregist við ein blóð­ tøpp í beinunum? Hevur tú fingið blóðtøpp í beinið, kann beinið kennast eymt, heitt, hovið og reytt, eins og æðrarnar í beininum kunnu ger­ast meira týðiligar. Í einstøkum føri kann ein blóð­tøppur í beininum loysna og enda í lungunum sum blóð­ tøppur. Um slíkt skuldi hent, sum kann gerast rættiliga álvars­ ligt, kennist tað sum pína í bring­uni, hosti og andaneyð, og tá eigur tú beinanvegin at søkja tær læknahjálp. Kelda: www.sundhed.dk Summi eru í størri vandabólki enn onnur fyri at fáa blóðtøpp á longum flogferðum Í flogfarinum kanst tú gera ymiskt, sum minkar um vandan fyri blóðtøppi í beininum