Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Høvundurin, Freydis Poulsen, signeraði og seldi bøkur við mót- tøku í Oyndarfirði MÓTTØKA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leygardagin, 11. desember, var móttøka kjallaranum hjá Eivindi Petersen, sum hevur handil í Oyndarfirði. Skipað varð fyri móttøk- uni í sambandi við útgáv- una av bókini, »Úr Oyndar- fjarðar søgu«, sum høvund- urin, Freydis Poulsen, hev- ur skrivað. Freydis býr í Klaksvík. Mamman var úr Oyndar- firði og pápin úr Svínáum. Nógv fólk var til móttøk- una, bæði fólk, sum búgva í Oyndarfirði og fólk við tilknýti til bygdina. Freydis signeraði Tað var borgarstjórin í Oyndarfirði, Árni Joensen, sum beyð vælkomin, høv- undurin segði nøkur orð, og tað gjørdi Kári P. Højgaard, býráðslimur í Runavíkar kommunu, eisini. Systir Freydis, Lydia, segði eisini nøkur orð við móttøkuna. Nakrar gentur spældu á horn, og hetta var tilsamans ein ógvuliga hugnalig løta í Oyndarfirði, har fólk eisini fingu kaffi og køkur. Við móttøkuna signeraði Freydis Poulsen bókina, og fólk høvdu høvi at keypa sær »Úr Oyndarfjarðar søgu«, heim við. Eitt dygdararbeiði Justinus L. Eidesgaard, sum júst hevur givið út bókina um »Kaj«, var eisini við til móttøkuna í Oyndarfirði. Hann sigur, at hetta var ein ógvuliga hugnalig løta, men hann hefti seg við, at eingin fjølmiðil var til tiltakið. – Tað vísir seg bara, at skal mentan sleppa fram at í fjølmiðlunum, skal hend- an helst hava eitt ella annað við høvuðsstaðin at gera, og tað er harmiligt. Justinus sigur, at bókin, »Úr Oyndarfjarðar søgu«, er eitt megnar arbeiði og eitt frálíkt verk. – Seinastu næturnar havi eg lisið í bólkini. Hetta eru í flestu førum søgur, sum eg áður havi hoyrt, men her hevur so Freydis megnað at savnað tær í frálíkari bók – og við góðum og forvitnis- ligum myndum, sigur hann. »Úr Oyndarfjarðar søgu« telir einar 360 blaðsíður og kostar 300 krónur. – Eg fari sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum at taka hetta málið upp í samgonguni beinanvegin, sigur Bjørn Kalsø FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í tíðindafundinum í Fiski- málaráðnum fríggjadagin, fegnaðist landsstýrismað- urin, Bjørn Kalsø, um, at Føroya Ráfiskaseljarafel- ag, Føroya Fiskimanna- felag og Føroya Ráfiska- keyparafelag nú hava gjørt eitt felags tilmæli um, hvussu tey halda, at ávís viðurskifti á fiski- vinnuøkinum eiga at verða skipað. – Vit hava eftirlýst eini semju um, hvussu eitt nú fiskamarknaðurin í Før- oyum skal skipast í fram- tíðini, og vit hava vónað, at ráfiskaseljarar og rá- fiskakeyparar fóru at koma við einum felags tilmæli á hesum øki. Hetta er nú hent, og eg fari sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum at taka hetta málið upp í sam- gonguni beinanvegin. Á tíðindafundinum tordi Bjørn Kalsø ikki at lova, at semjan millum feløgini í fiskivinnuni fer at gerast endaliga úrslitið, tá ið saman um kemur, men hann avvísti heldur ikki, at landsstýrið fer at fylgja ynskjunum hjá vinnuni. – Eg havi eina sam- gongu aftanfyri meg, sum eg noyðist at taka uppá ráð, og eg havi ikki sæð hesa semjuna fyrr enn í dag. Men eg eri ógvuliga fegin um hetta tilmæli, og eg fari at taka málið upp í samgonguni beinanvegin, segði landsstýrismaðurin. Síðan feløgini løgdu fram tilmælið á tíðinda- fundi seinasta fríggjadag, er komið fram, at allir limirnir í Føroya Ráfiska- seljarafelag ikki eru so glaðir fyri alt, sum felt er á blað. Eitt nú hava Felagið Línuskip og Meginfelag Útróðrarmanna sagt seg ikki taka undir við øllum punktunum í tilmælinum. Vælmøtt til móttøku í Oyndarfirði Borgarstjórin í Oyndarfirði, Árni Joensen, bjóðar vælkomin Høvundurin, Freydis Poulsen, signerar bókina. Undir liðini á henni situr Kári P. Højgaard, býráðslimur í Runavíkar kommunu Bjørn Kalsø fegin um nýggja »fiskapakkan« Nr. 240 - 15. desember 2004 15