Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Bíðirøðinar uttan fyri Vega vóru langar. Komin innar vóru aftur langar bíðirøðir fyri at sleppa av við frakkan. Eingin ivi var um, at eitt stórt navn skuldi á pallin. Stóra navnið hetta kvøldið var Teitur KONSERT Niels Uni Dam Vega er eitt av best umtóktu spælistøðunum í Keyp- mannahavn. Hølini plagdu at eita Folkets Hus og vera háborgin hjá danska Javn- aðarflokkinum. Føroyingar minnast kanska hølini, sum karmin um stóru veitsluna, tá Føroyar og Danmark høvdu spælt dyst í fyrstu EM undankappingini hjá føroyska fótbóltslands-lið- num í 1990-1991. Deymurin av 12. manni er langt síðan horvin úr hølunum, og einastu minn- ini um javnaðartíðina eru heitini á salunum, sum enn hanga á veggjunum. Lítla Vega er t. d. Stauningsal- urin og stóra Vega er Kon- gressalurin. Komin upp í barrina, sum eitur Karnapsalurin, vóru bíðirøðirnar longu gloymd- ar. Spenningurin og jaliga kenslan fyltu salin, sum eru eitt slag av inngongd til Kongressalin. Teitursa kvøld Á pallinum bjóðaði Teitur fyrsta gestinum Tobias Frøkær vælkomnum. Hetta var Teitursa kvøld, hann var vertur. At Teitur sjálvur bjóðaði gestunum inn á pallin, gav øllum kvøldin- um ein persónligan dám. Fullur salur Salurin fyltist spakuliga með- an Tobias Frøkær spældi. Tá Teitur bjóðaði Hush á pallin var næstan fult. Áhugin var so stórur, at Vega hevði latið ballkongirnar upp. Hetta verður bert gjørt á teimum størru tiltøkunum. Bæði Tobias Frøkær og Hush spældu friðarligan tónleik, har tey góðu løgini vóru í hásæti. Kvøldið var hugnaligt og eitt slag av friðsælu valdaði. Tá seinastu tónarnir av Hush tagnaðu, tendraðu tey ljósini inni í Kongres- salinum. Nokkso fitt av føroyskum andlitum sóust í fjøldini, men nógv tey flestu vóru danir. Á pallinum fingust ljóð- maðurin Jónas Bloch Dan- ielsen, bassleikarin Mikael Blak og amerikanski trummleikarin Derek Murphy við at gera klárt. Ljósið í salinum slóknaði og pallurin stóð tómur - Øll bíðaðu spent. Teitur kom gangandi út á pallin tók gittaran og byrjaði at spæla: "Let’s go dancing" og allur salurin varð bergtikin í somu løtu. Teitur átti allan salin restina av kvøldinum. Ein maður og ein gittari, einki tvætl, bara orð og tónleikur. Í øðrum lagi: "Shade of a shadow" komu bassur og trummir við. Pulsurin á framførsluni bukaði eitt sindur harðari, og fulli Kongressalurin varð Teiturland. Teir hildu fram við "Halfway between" Fyrsti gesturin á pallin var enn einaferð: Tobias Frøkær. Hann kom á pallin at spæla gittar og syngja kór á "One and only" og á einum av stóru hæddar- punktunum "Sleeping with the ligths on". Sambært Jyllandspost- inum hevur Teitur selt 10.000 eintøk av fløguni: "Poetry and Aeroplanes" í Danmark. Hetta hoyrdist á áhoyrarunum, sum dugdu væl at syngja við. Allur salurin sang: "I still sleep with the lights on". Kendur gestur Tobias, Mikal og Derek 16 Nr. 240 - 15. desember 2004 KONSERT Niels Uni Dam Teitur hevði boðið Donsku Hush at spæla nøkur løg í Vega leygarkvøldið. Bólkurin spældi eitt slag av kontri- kendum poppi, spælt á gittara og mandolin og væl sungið av song- kvinnuni Dorthe Gerlachs. Júst røddin hjá Gerlachs var berandi kraftin í framførðsluni. Røddin er klár, rein og vøkur við einum sterkum kontriklangi. Bólkurin fekk væl fatur í áhoyrarunum, og sum salurin spakuliga fyltist, fekk framførslan størri kraft. Tá bólkurin spældi lagið: "If I was" sum tey gjørdu til filmin Mona’s Verden fyri nøkrum árum síðan, klappaðu og sungu nógv við. Sambært danska tónleikablaðnum Gaffa, er bólkurin um at skriva undir sáttmála við stórplátufelagið BMG, so vit fara ivaleyst at hoyra nógv meira til Hush. Bólkurin hevur 7 ár á baki, men hevur nústaðni givið fyrstu fløguna "A life time" út. Vælkomin í Teiturland KONSERT Niels Uni Dam Tobias Frøkær var fyrsti gesturin, sum Teitur bjóðaði á pallin leygarkvøldið. Hann spældi síni frálíku løg. Løgini bóru tankarnar til Neil Young, tó uttan at herma. Frísutti ungi sviðin hevði eina ómetaliga sterka útstráling á pallinum, og tók áhoyraran við inn í sín heim. Fyrstur á pallin, spældi hann fyri umleið hálvum salið. Men fólk savnaðust beinanvegin fyri at lurta. Teitur og Tobias hava framført nógv saman seinastu mánaðarnar, og tí var tað hóskandi, at júst Tobias var gestur hetta kvøldið í Vega. Men Tobias fekk eisini ein gest á pallin, áðrenn síðsta lag, bjóðaði hann Clint Eastwood væl- komnum. Tað var tó ikki Clint East- wood men Teitur, sum kom á pallin. Teitur spældi Harmonium á síðsta lagnum, og hetta gav framførsluni hjá Tobiasi ein góðan enda, og áhoyrarnir elskaðu tað. Sum ein svenskur Neil Young Danskur kontripoppur Samanumtikið fingu vit eina frálíka tónleika-upp-living. Teitur legði Vega fyri sínar føtur, og tá DVD’in kemur út einaferð næsta ár, fari eg at keypa hana og siga: »Eg var har!«