týsdagur 26. november 2019síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
27. NOVEMBER 2019 · NR. 137
Sosialurin
12
Black friday
Elding ger nógv burtur
úr Black Friday
- Vit gera eitt tilboðsblað, sum verður lagt út á heimasíðuna og Facebook-síðuna hjá okkum
klokkan 19 hóskvøldið fyri Black Friday, og vit fara eisini at senda beinleiðis sjónvarp hóskvøldið.
Her kunnu fólk, sum ætla sær at keypa fríggjadagin, síggja okkara vørur og prísir og kunnu
soleiðis fyrireika seg til stóra útsøludagin, sigur sølustjórin í Elding, Levi Winther
Á Black Friday-degnum fríggjadagin 29. november
klokkan 10 lata báðir handlarnir hjá Elding – á
Hoyvíksvegi 65 í Havn og á Stangavegi 8 í Klaksvík –
upp við nógvum framúr góðum tilboðum, og opið
verður heilt til klokkan 20.
Men, tað eru ikki bara tey, sum fysiskt koma á gátt
í Havn og Klaksvík, sum henda dagin hava høvi at
gera góð keyp hjá Elding. Tað hava eisini tey, sum ikki
hava høvi at koma á gátt í handlinum.
- Vit hava nevniliga eisini nethandil - www.elding.
fo - har fólk kunnu keypa júst somu vørur, sum eru í
handlunum henda dagin og fólk, sum keypa á net
inum, fáa júst somu tilboð og møguleikar, sum tey, ið
koma á gátt í Havn og Klaksvík.
Tað sigur Levi Winther, handilsstjóri í Elding.
Góð keyp í Elding
Klokkan 10 fríggjamorgunin - á Black Friday-degnum
- verður nethandilin dagførdur við somu tilboðsprís
um, sum verða í handlunum henda dagin.
- Vit hava fleiri enn 15.000 vørueindir í okkara
handlum og á okkara nethandli, og nýggjar vørur
koma alla tíðina. Nú vit gera klárt til Black Friday, er
greitt, at næstan allar vørur verða seldar við avsláttri,
og her verður nógvur peningur at spara, sigur Levi
Winther.
Handilsstjórin sigur, at hetta verður ein hugnaligur
dagur í handlunum báðum, tí bæði í Havn og Klaksvík
fara tey at bjóða eitt nú kaffi og lagkøku.
Tilboðsblað og beinleiðis sjónvarp
Handilin ger eisini eitt tilboðsblað, sum verður lagt
út á heimasíðuna og Facebook-síðuna hjá Elding
klokkan 19 hóskvøldið fyri Black Friday.
- Her kunnu fólk, sum ætla sær at keypa fríggja
dagin, síggja okkara vørur og prísir og kunnu soleiðis
fyrireika seg til stóra útsøludagin.
Levi Winther vísir á, at handlarnir í Havn og Klaks
vík fara at hava júst somu tilboðsvørur, og hesar vør
ur kunnu so eisini keypast á nethandlinum hjá Eld
ing.
Tað var júst Elding, sum setti gongd á Black Friday
hugtakið í Føroyum fyri fýra árum síðan, og hesi
árini er nógv hent. Nú eru flestu størru handlar við,
og Elding hevur eisini gjørt nógv við at hugsað nýtt.
Spurdur, um Elding fer at gera okkurt nýtt og
spenanndi í ár, sigur Levi Winther, at tað kunnu fólk
vera vís í, sum hann tekur til.
- Vit fara at senda beinleiðis sjónvarp úr handlinum
hóskvøldið klokkan 20, og her verður mangt for
vitnisligt á skránni. Sjónvarpið fer at síggjast á
heimasíðuni hjá Elding og á Facebook-síðuni, sigur
handilsstjórin.
Hvat keypa fólk?
Spurdur, hvat fólk serliga keypa á Black Friday, sigur
Levi Winther, at talan er um allar hugsandi vørur, tí
so at siga alt fer fyri tilboðsprísir.
- Afturvendandi er, at vit ein slíkan dag selja
nógvar flatskermar, fartelefonin, farteldur, dust
súgvarar, kaffimaskinur, ketlar, hárturkarar, raki
maskinur og annars nógv ymisk smá el-tól - fyri at
nevna nakrar vørur úr rúgvuni.
Levi Winther sigur, at Elding eisini sendir vørur
kring alt landið.
- Vøra, sum verður keypt fyri klokkan 12, kemur út
um meginpartin av landinum sama dag og vøra, sum
verður keypt eftir klokkan 12, er undir vanligum um
støðum viðskiftafólki í hendi innan eitt samdøgur,
sigur handilsstjórin í Elding, sum bjóðar øllum væl
komnum á gátt í Havn og í Klaksvík.
vilmund@sosialurin.fo