Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-26, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 2019síða 50

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 27. NOVEMBER 2019 · NR. 137 Sosialurin 18 Black friday Lýsingatekstur Senso Wash reinger við vatni SensoWash er ein vesikumma, sum reinger teg aftan á at tú hevur verið á vesinum. Í Føroyum hava vit brúkt vesipappír í mong ár, og følist heilt natúrligt og vanligt, men tað ger tað ikki um vit t.d. fara til Asia. Har er tað ein sjálvfylgja at tá tú hevur verið á vesinum og gjørt tíni ting, so reinger tú teg við vatni aftaná. Hetta gevur meining, um vit veruliga hugsa um tað. Um vit t.d. havi verið í havanum og lúka og tískil fingið mold á hendurnar, so fáa vit okkum ikki eitt sindur av pappíri og turki mordina av aftur. Nei,vit nýta vatn til at fáa alla moldina av hondunum aftur, tað kann ikki gerast við eitt sindur av pappíri.  Tá fólk koma inn í handilin hjá okkum, sum eru í fer við at byggja sær nýggj hús ella eru í holt við at byggja um, so vísa vit teimum ofta SenoWash kummuna. Tað er ikki altíð, at fólk velja at keypa sær eina tílíka kummu, men ofta fylgja tey okkara ráðum og leggja streym aftan fyri kummuna, soleiðis at tað er lætt í framtíðini at skifta verandi kummuna út við eina skolivesikummu. Hetta er helst nakað, sum vit í Føroyum mugu venja okkum við, at nýta vatn, tá vit hava verið á vesinum.  SensoWash Slim frá týska merkinum Duravit er ein kumma, sum reinger við vatn og er løtt at brúka. SensoWash skolar upp á tríggjar mátar, "skol", "damuskol" og "komfort skol". SensoWash hevur eitt hitalikam, soleiðis at hitin í vatinum, sum hon skolar við, er støðugur, og verður stillaður eftir egnum ynski. Eftir brúk verður fjarstýringin sett aftur í veggfesti. SensoWash Slim hevur tað sum verður kallað eina opna skolirennu, soleiðis at hon er løtt at reingera. Setrið hevur demping og lætt at taka av. Inni í kummuni er eitt lítið LED náttljós. -Øll eru vælkomin inn á gólvið at síggja, hvussu Senso Wash virkar, sigur Áki Mortensen frá Hita í Hoyvík.