Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-26, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 2019síða 52

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 27. NOVEMBER 2019 · NR. 137 Sosialurin 20 Black friday Norðurjól í Klaksvík verða heilt serlig í ár Tíðin undan jólum verður serstøk í Klaksvík í ár, og tað er nýggja Bispupstorgið, sum gevur kommununi serstakar møguleikar, sum ikki hava verið áður Seinastu fýra árini hevur Klaksvíkar kommuna staðið á odda fyri tiltakinum Norðurjól, sum hevur ment seg frá at vera eitt leygardagstiltak til í ár at vera eitt jólatiltak við fjølbroyttari skrá fyri allan desember mánað. Í fjør vóru Norðurjól í Spinnarínum, og tiltakið var opið í nakrar tímar. Í mun til hetta verða Norðurjól í ár á veghæddini á Bisupstorgi undir heilt øðrum umstøðum, og tiltakið í ár verður frá 28. november til 23. desember. Á Biskupstorgi verður fjølbroytt jólasøla, har bæði staðsettir handlar og fyritøkur í býnum og nýggir veitarar fara at selja eitt nú prýðislutir, pløgg, føroyskar matvørur, kaffi og køkur – bara fyri at nevna nøkur ting úr stóru rúgvuni. Her verður eisini pallur við ymiskum konsertum og framførslum, og sum nakað spildurnýtt í ár verður eisini sett upp ein skoytubreyt á Biskupstorgi, sum ætlandi letur upp leygardagin 7. desember. Eitt nýtt umhvørvi Tað er Mimmy Vágsheyg, sum samskipar Norðurjól fyri Klaksvíkar kommunu, og hon er ógvuliga spent upp á, hvussu hetta tiltak kemur at taka seg út. Eins og borgarstjórin, Jógvan Skorheim, sær samskiparin hetta sum eina roynd at geva handlum, fyritøkum og stovnum – umframt nýggjum veitarum – møguleikan at royna nýggja umhvørvið, sum eisini í framtíðini kemur at hýsa líknandi virksemi. Mimmy Vágsheyg væntar, at einir 30 útbjóðarar - stórir sum smáir, kendir sum minni kendir - fara at hava sølubúðir í Biskupstorginum fram til jólar. - Tað hevur verið stuttligt at síggja, hvussu ymiskir veitarar eru farnir í samstarv og vilja vera saman um uppgávuna. Soleiðis kann eg nevna, at eitt nú 2U og Flora fara at hava ein handil saman, og eisini eru Amarant og skótarnir farin í eitt samstarv um sølu av eitt nú sneisabreyði. Samskiparin vísir á, at umframt handlar og ymisk­ar sølubúðir í veghæddini á Biskupstorginum fram til jólar, verður eisini jólakafé, jólahugni, eins og jólamaður kemur á vitjan hvørt vikuskifti. - Her verða smáttur við eldstaði og sneisabreyði, og her verða eisini verkstovur, sigur Mimmy Vágs­heyg. Út á kvøldið Hon vísir á, at Biskupstorgið verður opið frá klokkan 10- 17.30 vanligar dagar, men so hvørt, sum vit koma út í desember, og skoytubreytin eisini letur upp, fara sølubúðirnar í vikuskiftinum at hava longri opið út á kvøldið. - Vit fara at kunna nærri um ymisku tiltøkini á Face­ book-síðuni hjá Norðurjól, sigur Mimmy Vágs­heyg, samskipari. vilmund@sosialurin.fo Soleiðis verða jólatrøini tendrað Jólatræið í Vágstúni í Klaksvík verður tendrað leygardagin 30. november klokkan 15.30. Niðan fyri sæst eisini, hvussu jólatrøini aðrastaðni í Klaksvíkar kommunu verða tendrað Í Vágstúni verður tað borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skor­ heim, sum fer at halda røðu, og Klaks­ víkar Hornorkestur fer at spæla. Jólatræið í Árnafirði verður eisini tendrað leygardagin 30. november klokkan 17, og her verður tað Olivar Ask­ham, sum fer at halda røðu, og Klaks­víkar Hornorkestur fer at seta sín dám á. Eftir haldið í Árnafirði verður boðið til ein kaffimunn í gamla bygda­handl­ inum. Á Norðoyri verður jólatræið tendrað mána­kvøldið 2. desember klokkan 19, og her verður tað Hanus á Gørðum, prest­ur, sum fer at halda røðu – og Klaks­víkar Hornorkestur fer at spæla. Eftir haldið á Norðoyri verður boðið til kaffi­munn. Tað verður Rúna Sivertsen, sum fer at halda røðu og Klaksvíkar Horn­ork­ estur fer at spæla, tá jólatræið verður tendrað í Ánunum miku­kvøldið 4. des­ ember klokkan 17. Jólatrø í Kalsoynni Klaksvíkar kommuna røkkur eisini út í Kals­oynna og Svínoynna, og her verða jólatrøini tendrað soleiðis: Trøllanesi hós­kvøldið 5. des­ember klokkan 18, Mikladali hóskvøldið 5. des­ember klokk­an 19, Húsum hóskvøldið 5. des­ ember klokkan 20.30, og á Syðradali verður jóla­træið tendrað hóskvøldið 5. desember klokk­an 21, og á Syðradali fer Sigrun Heldarskarð at halda røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur fer at spæla. Strandfaraskipið Sam fer av Klaks­ vík 5. des­ember klokkan 17.15 og av Syðradali aftur klokk­an 22.35, og her verður eisini bussur við á ferðini. Jólatræ í Svínoy Leygardagin 7. desember klokkan 16 verð­ur jóla­træið í Svínoy tendrað, og her fer Poul Sivar Olsen at halda røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur fer at spæla. Ritan fer av Hvannasundi klokkan 14.45, og hon siglir leigutúr úr aftur Svín­oy klokkan 17.30. vilmund@sosialurin.fo