Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-26, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 2019síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 27. NOVEMBER 2019 · NR. 137 Sosialurin 26 Black friday Lýsingagrein Black Friday í Skousen og Uno - Í góðar tveir mánaðir hevur størsta hvítvøru­ samtakið í Norðurlondum, Skousen, verið á føroyska marknaðinum. Tað er Dánjal Petersen, ið eigur og rekur fyritøkuna Uno, ið hevur lagt Skousen aftrat sínum køks- og baðirúmshandli. Fríggjadagin 29. september er tann árligi Black Friday stórútsøludagurin. “Vit hava hópin av vørum við stórum avslátti, so tað er ikki at halda seg aftur” sigur Dánjal Petersen. Í Uno hava tey góð tilboð upp á køkar og baðirúmsmøblar, meðan á 1. hædd er Skousen eisini við eini ørgrynnu av góðum tilboðum. Her eru eitt nú vaskimaskinir, ovnar, kókiplátur, køliskáp, men eisini smá el-tól sum fønarar, raki­ mask­inur, kaffimaskinur og ymiskt annað. Skousen hevur áður verið í Føroyum, men tað eru á leið 10 ár síðani teir lótu aftur uppi á Hálsi í Tórs­ havn. Hesaferð settu Skousen seg beinleiðis í sam­ band við Dánjal Petersen á vári í 2018, júst tá Uno ætlaði at at vaksa um hvítvørudeildina. - Fyrst helt eg tað vera eina joke, og at onkur vinmaður vildi lumpa meg, men tað gekk ikki leingi, til eg fann út av, at hetta var álvari. Eftir at Skousen ikki hevur verið í Føroyum í rúma tíð, vildu teir aftur sleppa inn í hitan á tí føroyska hvítvørumarknaðinum. Tað var ein danskur samstarvsfelagi, sum bað teir ringja til Dánjal, eftir at hesin hoyrdi um, at teir leitaðu eftir onkrum at umboða Skousen í Føroyum.  Skousen ein stórfyritøka Stóri danski vinnulívsmaðurin, Preben Skousen, byrj­aði at selja hvítvørur í 1957, og er Skousen-sam­ takið í dag størsta hvítvørusamtak í Norðan­lond­ um. Samtakið við nethandlum og vanligum handlum hevur ein samlaðan umsetning á 1,5 miljardir krónur árliga. Stórgoymsla á einar 300 miljónir er við vørum við dagligari levering. - Vit eru nú vorðin partur av tí skjótasta og besta samtakinum á marknaðinum, sigur Dánjal Petersen.  Hann heldur fyri, at við lágum prísum og skjótari veit­ing ber ikki til at ynskja tað betri. Bílagt verður dagliga, og veitingar eru hvørja viku. Tað, sum bílagt verður hósdag, er á bryggjuni her heima mána­morg­ un. So tað kann ikki gerast nógv skjótari.  UNO ”trappar upp” Áður var hvítvørusølan í Uno á veghæddini, har køk­ ar, baðirúm og súkklur eisini hava verið, men Dánjal Petersen sigur, at hvítvørurnar nú eru farnar upp á 1. hædd, har tey í fyrstu syftu hava sett umleið 300 fermetrar av til Skousen. - Viðskiftafólk, sum koma inn í Uno á gólvhæddini, ganga í trappu upp í Skousen-deildina, og tí kunnu vit kanska siga, at Uno nú ”trappar upp”, sigur Dánjal Pet­ersen brosandi. Hann vísir á, at tað hevur tikið sína tíð at fáa hølini á 1. hædd klár, tí tey hava havt rættiliga nógv at gera í dag­liga handilsvirkseminum, umframt at tey hava klætt bygningin í Smiðjugerði 6 og innrættað goymslubygningin í Smiðjugerði 7. Byrjaði í kjallara Uno byrjaði sítt virksemi í 2012 við sølu av súkklum og baðirúmsmøblum í 41 fermetra stórum kjallara­ høl­um í J. Paturssonargøtu 18.  Í 2013 flutti fyritøkan í 150 fermetra høli á Hálsi, har køksdeild eisini varð latin upp.  Í 2014 flutti Uno í niðaru hæddina í Smiðjugerði 6, har fyritøkan fekk 540 fermetrar til sítt virksemi. Í 2015 keypti Uno bygningin í Smiðjugerði 6 frá Fast­ogn, ið Eik banki átti, og í 2018 keypti Uno goymslu­bygningin í Smiðjugerði 7 frá Tekniska Skúla, har smiðjan helt til.  - Vit hava bygt okkum spakuliga upp, og við upp­ latingini av Skousen í Uno er hetta enn ein gleðiligur mílapeli hjá fyritøkuni, sigur Dánjal Petersen. - Kappingin er køld og kynisk; tey, sum ikki fylgja við og klára at hanga í, verða latin eftir. Í hesi verðini eitur einki ”góða mamma”. Hetta eru treytir - ella rætt­ari sagt – náttúrulógir, sum eingin fær broytt. Tað jaliga við hesum er so, at handilsvinnan má standa í støðugari menning, um henni skal verða lív lagað. Dánjal Petersen sigur, at ferðin hjá Uno hevur verið líka drúgv, sum hon hevur verið spennandi.  - Tað hevur kravt hart arbeiði og nógv ymisk starvsfólk fyri at finna røttu samansetingina. Málið hevur verið at funnið starvsfólk, ið eru betur enn eg og sum rigga til Uno-konseptið. Vit arbeiða væl sum eitt toymi, og sjálvt um vit altíð kunnu gera tingini betur, kann eg siga, at eg ongantíð havi havt so góð starvsfólk sum nú. Og hetta er orsøkin til okkara frammgongd, sigur hann. Hann leggur aftrat, at hevði tað ikki verið fyri okkara trúføstu viðskiftafólk, hevði Uno als ikki verið til. Black Friday Uno og Skousen er sjálvandi við í Black Friday rok­an­ um sum verður í hesi vikuni. “Føroyski brúkarin hevu­r ongantíð havt tað so gott sum nú. Og til Black Fri­day útsøludagin fríggjadagin 29. november verða upp­aftur fleiri tilboð til okkara góðu kundar. Vit gleða okkum at síggja nógv fólk í Uno og Skousen fríggja­dagin”, sigur Dánjal Petersen at enda. Tey góðu Black Friday tilboðini verða lýst í Black Friday blaðnum hjá Sosialinum mikudagin 27. nov­ ember, og lýst verður eisini á teimum sosialu miðl­un­ um. Myndatekstur: Dánjal Petersen stjóri í Uno