hósdagur 28. november 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
29. NOVEMBER 2019
Fólkaflokkurin hevur nú endaliga
slept skattalættanum upp á 4%, sum
hann lovaði havnarborgarum
So andbráður boðaði býráðslimurin hjá
Fólkaflokkinum frá, at um Fólkaflokk
urin fekk borgarstjórasessin í Havn, so
skuldi annað skil koma á. So skuldi skil
fáast á fíggjarstýringini í býnum eftir
vanstýringina hjá Heðini Mortensen –
og so skuldi skattaprosentið lækka upp
til 4 prosent.
Vallyftið Fólkafloksins til býráðsvalið
í Havn stóð klokkuklárt og blomstraði á
ymsu portalunum, sum enntá tóku
pengar fyri bera slíkan boðskap út til
allar føroyingar – og á Facebook.
Men nú fíggjarætlanin hjá høvuðs
staðnum var greidd til samtykar var
einki uppskot frá Fólkaflokkinum um
skattalætta.
Politikarar eru herligir og lova so
mangt – bara teir fáa valdið. Fólkið er
býtt og fólkið gloymir. Tað vita royndir
politikarar. Tí ber til at siga eitt og gera
annað. Soleiðis sum Fólkaflokkurin
gjørdi við hesum setninginum hjá Boga
Andreasen:
»Tá av trornar skal ein neyvari fíggj
arstýring hava við sær skattalætta –
møguliga eini 2-4 prosent – sum munar
væl í pengapunginum hjá tí einstaka«.
Altso vel Fólkaflokkin og fá 4 prosent
í skattalætta! Og tað passar, at ein
skattalætti upp á 4 prosent merkist. Fyri
ein arbeiðsmann ella arbeiðskvinnu
merkir tað ein lítlan túsundkrónuseðil
um mánaðin í skattalætta. Tað eru einar
11.000 krónur um árið ella 44.000 krónur
eitt valskeið. Fyri ríku læknarnar og
stjóraranar, sum vit høvdu í blaðnum
mánadagin, merkir tað upp í 12.000 kr
um mánaðin. Ella 144.000 kr um árið.
Men Fólkaflokkurin í Havn vil slett
ikki geva borgarum í Havn skattalætta.
Tað gjørdu tey greitt, so skjótt Heðin
Mortensen fekk knívin í ryggin og nýggj
samgonga varð skipað.
Tað pínir eisini Fólkaflokkin í Havn –
sum skilligt er, at Jørgen Niclasen turkar
skattalættar frá landsstýrinum upp á
búskapin hjá býráðnum í Havn.
Viðhvørt ivast vit í, um tað er veljarin
ella politikarin, sum er býttur. Politikar
in er snildur, veljarin er býttur. Tað
prógvar hann hvørja ferð hann hoppar
upp á tollut vallyfti.
Veljarin er býttur – politikarin er snildur
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Sunnudagin, sum er fyrsti sunnudagur í ad
vent, skipar Lions Club Tórshavn fyri sínum
árliga adventstiltaki fyri alla familjuna. Í ár
fer stuðulin til “Í menniskjum góður tokki”
hjá Barnabata.
Plantasjan verður pyntað við ljósum í
greinunum, báli og ljósblussum í ánni, har
sum tiltakið er millum klokkan 14.00 og 16.30,
so tað verður so hugnaligt sum møguligt.
Sum vant, ber til at keypa sær jóladekora
tiónir, tilfar til dekoratiónir og annað til
hugnan og hitan, ið hoyrir adventini og jólu
num til.
Eisini kemur Havnar Hornorkestur at
lívga løtuna við nøkrum góðum tínum, og
jólamenninir vitja við onkrum góðum til
børnini. Og so ber annars til at keypa sær
kakao, bollar, vaflur og sunkist.
Talan er um eitt tiltak, ið er fyri alla familj
una, samstundis sum fólk – eins og vanligt
er, tá Lions Club Tórshavn skipa fyri – kunnu
stuðla einum góðum og vælgerandi
endamáli.
Hesaferð verður ágóðin av jólahugnanum
latin “Í menniskjum góður tokki”, sum
Barnabati skipar fyri.
Jól í Viðarlundini
Keypa tit Huawei
góðtaka tit komm
unista-treytir
Síða 16
Petur C var
ein fyrimynd
Siðsøga 18-19
Nú Vestmanna Sangkór hevur verið virk
ið í 40 ár, verður tað hátíðarhildið við
konsert í Vestmanna Kirkju leygardagin
tann 30. novembur kl. 19. Hetta er á sjálv
um degnum fyri 40 árum síðani, tá ný
stovnaða Vestmanna Sangkór hevði síni
fyrstu almennu framførslu.
Á skránni verður eitt fjølbroytt úrval
av nýggjum og klassiskum føroyskum og
enskum kórsangum, harí nakrir fáir jóla
sangir. Ein frumframførsla er á skrá og
eisini eru tveir aðrir spildurnýggir sangir.
Tónasmiðirnir eru m.a. Kári Bæk, Teitur
Lassen, Knút Olsen umframt klassisk
tónaskøld sum G.F. Handel, Thomas
Tallis og Gustav Holst.
Tað var Uffe Bærentsen, sum í 1979 tók
stig til at stovna Vestmanna Sangkór.
Frammanundan hevði verið kór í Vest
manna eitt tíðarskeið í seksti-árunum
undir leiðslu av Òlavi Hátún. Men síðan
1979 hevur kórið verið virkið uttan slit nú
í 40 ár. Fyrsti kórleiðarin var sum sagt
Uffe Bærentsen. Eftir hann vóru m.a.
danirnir Nina Kastrup og Asger Pallesen,
sviirnir Per Mjørnemark og Anki Dýrdar
klett o.o. Men tað er Kári Bæk, sum hevur
longstu tíðina sum kórleiðari og hevur
lagt tann vakra grundtónan í sangin hjá
vestmannakórinum. Ringt var at koma
eftir Kára, men tað hjálpti, tá kórið fyrst
fekk Leif Hansen eitt stutt skeið og nú
hesi seinni árini Benjamin Gaasedal.
Umframt vanligu vár-, heyst- og jóla
konsertirnar er kórið virkið við nógv ser
lig høvi og um høgtíðir í Vestmanna og í
felagstiltøkum sum t.d. árligu kórstevn
urnar. Vestmanna Sangkór ferðast eisini
oftani uttanlands við føroyskum og norð
urlendskum kórtónleiki, í Danmark og
Noregi, í Orkney og Írlandi, á baltiskum-
norðurlendskum kórfestivali í Riga í Lett
landi, í Edinburgh og nú í apríl 2019 í
Berlin.
Kórið bjóðar øllum at vera hjartaliga
vælkomin til hátíðarkonsertina leygar
kvøldið í tí vælljómandi kirkjuni í Vest
manna.
40-ára hátíðarkonsert í
Vestmanna leygarkvøldið
Heðin ynskir Anniku tillukku við borgarstjórasessi
num. Hjá politikarum ræður um at snúgva sær...
Í blaðnum...
LIONS CLUB