hósdagur 28. november 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 138
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Sæð á Facebook:
Ein ungur maður er
dømdur 1 ár og tríggjar
mánaðar fongulsrevsing
fyri neyðtøkuroynd,
eina røð av herverki og
rúsdrekkakoyring.
Eiðis kommuna hevur
eins og aðrar kommunur
samtykt, at børn og ung
fáa eitt frítíðarkort við
2.000 krónum um árið.
Hagstovan staðfestir, at
menn ikki fara líka ofta til
lækna sum kvinnur.
Í mánadagssosialinum
vistu vit, at 20
kvinnur og 233 menn í
Tórshavnar kommunu
tjena yvir eina millión
krónurum árið.
Listasavn Føroya er í
kreppu og rópar neyðarróp
eftir hægri játtan til
umvælingar.
Nú verður eingin go-
cart koyring meiri
uppi á Skarðsjalla.
Meirilutin í Tórshavnar
Býráð ætlar nevniliga
at selja stykkini, har
go-cart breytin er. Men
hesum mótmæla fleiri á
Facebook.
Black Friday
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Tað eru 120 ár síðani at Føroya Fólkaháskúli varð
stovnaður. Fríggjadagin 29. november verður
stórt hátíðarhald, har tað m.a. verður hugleitt um
tær báðar undangingukvinnurnar á háskúlnum,
Onnu Soffíu Rasmussen og Sannu av Skarði.
120
120
Sprotin:
(sø.): the Black Friday svarti
fríggjadagur
Nú fríggjadagin er Black Friday, sum er
dagurin hjá handlunum. Black Friday byrjaði
í 60’unum, tá fleiri handlar byrjaðu at broyta
upplatingartíðirnar fyri at hava longri
opið um kvøldarnar við bíligum vørum. Í
1980’unum gjørdist hetta siðvenja, og fleiri
byrjaðu at síggja hesa nýggju siðvenjuna
sum ein óalmennan halgidag, har mann
hugnar sær við vinum og familju og fer
út at keypa. Men tað eru ikki øll, sum eru
fegin fyri hendan dagin. Innkeypsdagurin
verður av fleiri sæddur sum óneyðugur
og oyðileggjandi, tí tað er eingin loyna, at
forbrúkaramentanin hjá okkum menniskjum
er ein stór avbjóðing fyri umhvørvið. Tí kalla
summi dagin fyri "Buy Nothing Day" og
keypa tí einki hendan dagin.
"At landsstýrið ikki eingongd vil
seta pengar av til eitt barnaheim
umgangandi, vísir væl, hvussu høga
raðfesting bústaðarviðurskiftini
fara fáa komandi árini"
"Hvussu nógvir
dreingir eru
í Danmark?
Tveir - Dan og
Mark!"
Ongin kann væl longur ivast í, at
áhugin fyri Føroyum er vaksandi
uttanlands.
Dømini eru heilt greið í Sosialinum
í dag. Donald Trump, sum er
amerikanskur forseti, hevur fingið
sendikvinnu sína í Keypmannahavn
at senda blaðnum eina tíðargrein, sum
er beinleiðis rættað til Føroya Tele og
okkara politisku skipan.
Amerikanski boðskapurin er ikki
at misskilja: vit skulu als ikki lata
kiversku fyritøkuna Huawai sleppa
at veita útgerð til komandi 5G-netið í
Føroyum.
Tá
ið
tað
er
amerikanska
sendikvinnan í Keypmannahavn, sum
sendir ein so greiðan boðskap hendan
vegin, so er tað tí at hon hevur fingið
boð um hetta beinleiðis úr Hvítu
Húsunum í Washington.
Ája!
Hitti dømi er, at danska stjórnin
hevur sent danska uttanríkisráðharran
hendan vegin. Hann hevði eisini ein
greiðan boðskap við sær. Føroyar og
Danmark skulu arbeiða tættari saman,
serliga tá ið tað snýr seg um trygdar- og
verjupolitikk.
Tað sum er óvanligt í hesum er, at
nú vil Danmark sjálvt draga okkum
nærri at sær og lata okkum fáa tær
upplýsingar, sum ongin hevur viljað
latið okkum í nógv ár.
Nú verður eitt samskiftisrúm bygt,
har trygdin er nóg høg og føroyskir
politikkarar og embætisfólk skuiu
trygdargóðkennast, so vit eru før fyri
at taka ímóti loyniligum upplýsingum.
Alt
hongur
saman
við
at
maktjavnvágini sum broytist og at
okkara lítla oyggjaland er ein partur
av Arktis.
Her, sum so manga staðni, kann
ein siga: fylg pengunum, tí tað er har
áhugin er.
Ája!
Ein partur av Sosialinum hesaferð
er Vinnan har ljós verður varpað á
føroyskar fyritøkur, sum í mestan
mun framleiða til heimamarknaðin.
Torført er at finna teirra framleiðslu
í almennum hagtølum, men skal
ein mynd teknast av føroyska
samfelagnum,
so
fylla
hesar
fyritøkurnar síin leiklut.
Í stóran mun er talan um smærri
og miðalstórar fyritøkur, sum halda
til í miðalstóru bygdunum kring
landið. Tær eru ofta hjartaslátturin í
bygdunum.
Vit eiga eisini at minnast til, at her
er talan um mong arbeiðspláss, sum
sjálvdan verða nevnd í hagtølum ella
frá tingsins røðarapalli.
Ája!
Vit eru á veg inn í adventina og
harvið nærkast jólini. Nógva staðni
eru jólaperurnar komnar upp at hanga,
men tað er hetta vikuskiftið, at flestu
almennu jólatrøini verða tendrað.
Fyri mong ein hugnalig tíð, bert
vit duga at sleppa okkum undan
strongdini. Tað ræður um at hvíla í sær
sjálvum og ikki missa fótafesti.
Tá ið fýra vikur eru farnar eru vit
komin um styttsta dag og
tað fer at lýsna aftur.
So sjálvt um tað
er hugnalist nú,
so leingjast tey
flestu
eftir
ljósari tíðum
aftur.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At fólk í Havn fara oftast
til lækna um kvøldið og
um náttina? Og havnarfólk
geva læknavaktini nógv
meiri arbeiði enn aðrir
føroyingar
FRÍGGJADAGIN
Lot til andøvsgul av norði og
útnyrðringi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur
skýggjað og eitt sindur av regni,
vátaslettingi ella kava. Hitin um
dagin mllum 2 og 5 stig, um
náttina niður í frostmarkið.
LEYGARDAGIN
Lot til andøvsgul av norði og
útnyrðingi, 3 til 10 m/s, sum
út á náttina snarar móti vestri.
Yvirhøvur skýggjað og regn,
vátaslettingur ella kavi. Hitin
um dagin millum 2 og 5 stig, um
náttina niður í frostmarkið.
SUNNUDAGIN
Lot til andøvsgul av vestri, 3 til
8 m/s, sum snarar móti norði
og veksur í andøvsgul upp í ein
strúk, 7 til 12 m/s. Um náttina av
útsynningi og lot til andøvsgul, 3
til 8 m/s. Skýggað og regn, seinni
klárar í og kanska eitt sindur
av sól. Hitin um dagin millum
2 og 5 stig, um náttina niður í
frostmarkið.
3-8 m/s
3-10 m/s
3-8 m/s