hósdagur 28. november 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Framleiða 80 ymiskar vørur
Looknorth í Klaksvík hevur saman við føroysku vinnuni ment fleiri hugskot
til veruleika. Higartil eru 80 vørur á listanum, men stjórin, Árni Skaale, hevur
framvegis fleiri hugskot, ið hann vil menna. Fyritøkan hevur júst skrivað undir
avtalu at keypa vinnuøki á Borðoyarvík
V
it hava tørv á størri plássi – bæði til fleiri
maskinur, men eisini til goymslu, sigur
Árni Skaale, stjóri í Looknorth.
Høvuðsframleiðslan í fyritøkuni er
teir sokallaðu flamingokassarnir – EPS
kassar – ið Hiddenfjord nýtir, tá ið
laksur verður fluttur út av landinum.
– Um tað gongur væl, og nógvur laksur verður tikin
eina viku, so verður okkara goymsla tømd tríggjar ferðir,
sigur stjórin.
Úr Danmark til Føroya at stovna fyritøku
Árni Skaale er framleiðsluverkfrøðingur, og hann hevur
bæði lært og arbeitt uttanlands í fleiri ár. Har fekk hann
millum annað hugskot og kunnleika til tað virksemi, sum
hann nú hevur arbeitt við í góð 19 ár.
– Vit høvdu tosað saman um hetta áðrenn, og 1.
mai í 2000 klokkan 15 kom eg heim við flúgvara, og
sama kvøld klokkan 19 var stovnandi fundur. Um
ólavsøkuleitið sama ár varð byrjað at byggja, og 19.
februar í 2001 fór framleiðslan í gongd. Eina viku seinni
vórðu fyrstu vørurnar seldar, sigur stjórin.
Síðani hevur tað gingið spakuliga framá. Í 2011 keypti
fyritøkan grannabygningin, og í 2016 vórðu bygningarnir
bygdir saman.
Byggja á Borðoyarvík
Fyritøkan hevur 2100 fermetrar at ráða yvir. Men nú
skulu hølini tvífaldast.
– Vit hava keypt eitt stykki á Borðoyarvík, sum er 8600
fermetrar til støddar. Vit fara at byggja ein bygning, ið
eg vænti verður góðar 4000 fermetrar til støddar, sigur
Árni Skaale.
Tað ganga tó fleiri ár, til Looknorth flytur í nýggj høli.
Stykkið verður ikki klárt frá kommunurnar síðu fyrr enn
í fyrsta lagi í august komandi ár, og síðani skal útstykkjast
og byggjast. Endaligar tekningar eru heldur ikki gjørdar.
Stjórin roknar við, at tað tí fara at ganga eini trý ella fýra
ár, áðrenn teir flyta inn í nýggjan bygning.
Hugskot kom frá kaffipráti í Dúgvuni
Looknorth hevur 16 fólk í starvi og heldur í dag til á
Faktorvegi í Klaksvík. Høvuðsframleiðslan eru teir
sokallaðu flamingokassarnir. Fyritøkan ger kassar í
ymiskum støddum. Talan er um kassar bæði við frárensli
og við ongum frárensli. Blæur verða eisini gjørdar, ið
súgva vætu í seg.
Men fyritøkan framleiðir nógvar aðrar vørur, sum eru
mentar við tíðini. Millum annað bjálvingartilfar, flot
til aliringar, kantstrimlar, stólpar til eskjur, gonguristir,
búsningar til besløg, læsiplátur til vindeygu, proppar,
kópakonuna, útsparringar til betong og skorið EPS eftir
teking.
– Tey fyrstu árini vóru vit nógv úti og tosaðu við fólk
í vinnulívinum og mentu tá ymsar loysnir, ið tey høvdu
tørv á. Vit sóu ymiskar tørvir, ið vinnulívið stóð í, og so
kom hugskotið, um vit ikki kundu gera okkurt, ið gjørdi
avbjóðingina lættari, sigur hann.
– Hugskotið til eina vøru, ið vit framleiða í dag, kom
frá einum kaffipráti umborð á Dúgvuni um Leirvíksfjørð.
Tað vóru saltfiskaútflytarar, ið brúktu timburstólpar á
plattunum, sum teir klæddu við plasti, tí at timbrið ikki
skuldi koma í samband við fiskin, men tað riggaði ikki
altíð so væl, tí tað hevði hug at koppa. Roynt varð eisini at
negla tað fast. Vit fóru so at gera hornastólpar av hørðum
plasti við oyrum, sum kundu smoyggjast út yvir. Við hesi
loysnini stendur alt í frið, til teir eru lidnir at pakka. Hetta
var ein einføld loysn. Stólpin er nú í ymiskum støddum,
alt í mun til støddirnar á eskjum, ið verða sendar av
landinum, sigur Árni Skaale.
Sleppa undan rusti
Nú Looknorth er vorðið kent á marknaðinum, er tað sum
oftast vinnan, ið vendir sær til fyritøkuna, og biður teir
koma við loysnum til ymiskt.
– Vit fáa ymsar fyrispurningar frá fyritøkum, sum
spyrja, um vit kunnu gera hetta ella hetta. So royna
vit saman at menna loysnir. Vit gera nokk so nógv fyri
alivinnuna, men eisini fyri fyritøkur, ið virka á landi, sigur
Árni Skaale.
Ein av uppfinningunum, er læsiplátur úr plasti, sum
verða nýttar á vindeygum.
– Ein av vindeygaframleiðarunum í Føroyum hevði
trupulleikar við, at hesar pláturnar rustaðu, og so var
vindeygað ikki so vakurt longur. Vit fóru tá at framleiða
hesar læsipláturnar úr plasti. Síðani hevur ikki verið
trupulleiki við rusti av hesum, sigur Árni Skaale.
Plashylki til videotól á aliringum
Looknorth er undirveitari hjá fleiri størri fyritøkum.
Í løtuni hevur Looknorth 80 vørur, ið fyritøkan hevur
ment. Men menningin av nýggjum vørum er allatíðina í
gongd, og í løtuni eru Árni Skaale og hansara starvsfólk
í gongd við at menna eitt plasthylki til alifyritøkur, sum
kann verja videotól og aðra tekniska útgerð móti sjógvi
og vætu, og har videotólið samstundis kann taka upp og
TEKSTUR FRANTS JENSEN MYNDIR ÁLVUR HARALDSEN
Árni Skaale, stjóri í Looknorth, greiðir frá framleiðsluni í fyritøkuni í Klaksvík
Looknorth hevur skrivað undir avtalu at keypa vinnuøkið á
Borðoyarvík