Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-28, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2019síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Gongdin var tung tey fyrstu árini, men seinnu árini hava roynst væl T órður Joensen byrjaði við Tórplast í Vestmanna seinast í sjeyti-árunum og hóast baldrut tíðarskeið, so byggir Vest Pack framvegis á sama grundarlag. Í dag ger virkið í Vestmanna fýra milljónir beriposar til føroyska marknaðin úr plasti um árið, Posarnir verða brúktir í handlum og tá ið kundin hevur borið sína vøru heim í posunum, so verða teir oftast brúktir til skrelliposar í vanliga húsarhaldinum. -Vit halda, at hetta er ein rættuliga góður máti at brúka posarnar uppá, sigur Jákup Oluf í Skálum, stjóri. -Á hendan hátt enda posarnir í einari ringrás, har teir enda á brennistøðunum og eru við til at sskapa orku har. Dálkingin er ikki serliga stór, tí tað mesta av plastinum er vatn og koltvíilta, sum kemur frá brenningin, leggur hann afturat. Stór broyting Broytingin er ógvuliga stór frá tí Tórplast fór undir at gera plastposar í Vestmanna. Tá vóru posarnir gjørdir úr innfluttum rullum av plastikk, meðan plastikkið nú verður gjørt úr plastperlum, sum koma til Vestmanna. -Vit kunnu í dag gera pakning og posar úr plastikki við ymiskari dygd og í ymiskum litum, sigur Thomas B. Thomsen, sum er framleiðslustjóri á virkinum. Í dag gera tey beriposar, ruskposar, ørk, frystiposar, grasposar og vakuumposar. Alt hetta kann fáast við prenti á. -Okkara styrki er heilt klárt, at vit duga væl at umstilla okkum og eru flexibul. Vit halda, at vir eisini duga væl at umstilla okkum til smærru kundarnar, sigur Jákup Oluf í Skálum.stjóri. Stórt arbeiðspláss Vest Pack er eitt stórt arbeiðspláss, sum heldur til í tveimum høllum Inni á Fjørð í Vestmanna. Eini 25 fólk arbeiða á virkinum dagliga og tey selja pakkitilfar og beriposar til so at siga allar Føroyar. Vøurnar verða seldar til skip og til virkir á landi umfrmt til handlar og bakarí, men størsti avtakarin er fiskivinnan og alivinnan. Umframt plast so selja teir eisini hópin av pakkitilfari úr papp til fiskivinnuna og alivinnuna, Vest Pack selir eisini ymiskt annað, sum verður brúkt í framleiðslu – til dømis meyrusýru og klor og virkið í Vestmanna selir eisini arbeiðsklæðir. So at siga øll framleiðslan verður seld til heimamarknaðin. Tað sum fer av landinum fer umborð á grønlendsk og íslendsk skip, sum koma á Føroyar. Tað eru føroyingar og íslendingar, sum eiga virkið í Vestmanna helvt um helvt. Fimm føroyingar eiga felagið Faroe Holding. Hetta felag eigur helvtina av felagnum, meðani eitt íslendskt felag eigur hina helvtina. Eigaraskapurin er soleiðis settur saman, at eigararnir seta hvønn annan mát, um teir gerast ósamdir. Til dømis er tað soleiðis, at vil annar parturin selja sín part, so skal hann eisini lýsast til sølu, so hin parturin kann keypa. Higartil hevur samstarvið tó gingið væl og felagið hevur vunnið pening í øll árini. TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYNDIR ÁLVUR HARALDSEN Fýra milljónir beriposar frá virkinum í Vestmanna