týsdagur 3. desember 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. desember 2019 · Nr. 140
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið,
kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00
og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@
sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Tað er óhugnaligt í sjálvum sær, at
hægstu menn í Føroyum, Bárður
Nielsen, løgmaður, Jenis av Rana,
uttanríkisráðharri og Jørgen Nicla
sen, fíggjarmálaráðharri, sita á loyni
fundum við umboð fyri kommunist
iska einaræðið í sjálvum Kina.
Bara tað í sjávlum sær ljóðar sum
ein gýsari. Men hinvegin so er tað eis
ini bara ein politiskur realitetur, at tú
kanst látast sum um at tær ikki dám
ar einaræðislond, tað veri seg komm
unistisk ella fasistisk ella okkurt
triðja. Tí tá til stykkis kemur, so hev
ur eingin ráð at vera óvinur við Kina,
kommunistiskt einaræði ella ikki.
Vit varnaðust, at stórpolitikkur
var upp á spæl, tá Donald Trump
sendi umboð sítt í Danmark í býin at
skriva forskrekkjandi greinar í Sosi
alinum um Huawei og Kina. Boðini
frá amerikanska ambassadørinum í
Danmark í Sosialinum leygardagin
vóru púra greið:
»Sleppið øllum sambandi við kin
esiska Huawei, tí felagið njósnast fyri
kinesiska statin og kinesiska komm
unistaflokkin. Hetta er sama útgerð,
sum Fólkalýpðveldið Kina brúkar at
nokta egnu borgarum sínum frælsi«.
Vit vita ikki, hvat fundurin millum
landsstýrið og kinesiska sendiharran
var um, uttan tað, at »endamálið við
fundinum var at umrøða handilsvið
urskiftini millum Føroyar og Kina«.
So kunnu vit bara spyrja okkum
sjálvi, hvat fær kinesiska sendiharran
í Keypmannahavn at biða um fund
við løgmann og landsstýrið?
Kann tað vera tí, at Kina so fegið
vil hava ein fríhandilssáttmála við
Føroyar?
Nei, sjálvandi er tað ikki tað.
Kann tað hava nakað við stóra út
flutningin úr Føroyum til Kina –laks
ur fyri 643 millionir í fjør – sum nógv
størri enn innflutningurin úr Kina til
Føroyar at gera?
Nei, sjálvandi hevur tað ikki tað.
Kann tað so hava nakað við tað at
gera, at telefelagið, sum landsstýrið
eigur, Føroya Tele, hevur í umbúnað
at keypa 5G tøkni frá Huawei?
Ja, sjálvandi kann tað hava nakað
við tað at gera. Tað er tað mest eld
fima málið hjá Føroyum, sum hevur
verið frammi uttan fyri Føroyar.
Tá trýstið kemur úr Hvítu Húsu
num í Washington til at fáa okkum
frá at keypa kinesiska útgerð, kann
trýstið so ikki eisini koma úr Beijing
frá hægstu monnum í Fólksins Fræls
isheri?
Men tann mest spennandi spurn
ingurin av øllum: Hvat er tað, sum
landsstýrið so fegið vil fjala, at tað
sendir advokatar og dómarar eftir
fræslu føroysku fjølmiðlunum?
Tað ber í øllum førum boð um, at
nógv er upp á spæl. Einfaldi spurn
ingur er bara, hvussu hevur kinesiska
stjórnin lagt trýst á Føroya Lands
stýrið – og hvørjar eru hóttanirnar?
USA leggur trýst á lesara
brøvum – Kina við loynifundum
KINA Á LOYNIFUNDI Í TINGANESI
Tað var ein stór avbjóðing at stovna felagið
Smyril-Line í 1982-83, og at keypa eitt stórt
skip at røkja siglingina millum Føroyar og
nærm astu grannalondini.
Óli Hammer gekk undan at taka stóra
stigið og gjørdist stjóri í felagnum.
Hann hevði drúgvar royndir í millumlanda-
siglingini, tí hann var skipari á „Smyrli“, frá
tí at skipið kom í 1975, og til Smyril-Line
varð stovnað.
Tað legði lunnar undir ta millumlandasiglingina, sum í dag er á
føroyskum kjøli, við fólki og farmi.
Tað vóru eisini stórar avbjóðingar, ikki minst tá kreppan í Føroyum
byrjaði fyrst í 1990-unum. Men felagið reið stormin av, og seinast í
1990unum varð farið undir at fáa nýtt og størri skip til vega, tí fyrra
„Norrøna“ gjørdist ov lítil til økta flutningin.
Óli Hammer var eisini við til at byggja nýggju „Norrønu“, sum
gav uppaftur størri møguleikar, og sum hevur tænt felagnum væl.
glingin – nýggj byrjan
ISBN 978-99918-864-3-5
9 789991 886435 >
Nýggja bókin:
“Millumlandasiglingin - nýggj byrjan”,
er komin
Bókin snýr seg um millumlandasiglingina, sum byrjaði
aftur á føroyskum kjøli í 1975, tá landið keypti “Smyril”.
Seinni varð Smyril Line stovnað, sum nú hevur rikið
millumlandasiglingina í skjótt 40 ár. Bókin er samstundis
lívssøgan um Óla Hammer, fyrrverandi skipara á “Smyrli”
og stjóra á Smyril Line, sum var við í millumlandasiglingini
í 30 ár. Bókin fæst í bókabúðunum, og kostar 300 kr.
Sigmar Bláberg
Millumlandasiglingin
– nýggj byrjan
Tjóðpallur Føroya søkir eftir stjóra at seta í starv frá 1. februar 2020.
Tjóðpalsstjórin hevur listaligu og fyrisitingarligu ábyrgdina av týdningar
mesta almenna mentanarstovninum, tá ræður um føroyska leiklist.
Førleikakrøv
Vit vænta at umsøkjarar hava:
• Leiklistaliga, leiklistafrøðiliga útbúgving ella samsvarandi royndir
innan leiklistaliga økið.
• Útbúgving ella royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring.
• Visjónir fyri føroyskari leiklist og fyri framtíðar føroyska Tjóðpallin.
• Evnini og viljan at samstarva breitt, við allar týðandi tættir í føroyska
leiklista og mentanarumhvørvinum.
• Áræði og evnini at vera ein virkin viðleikari í skapanini av nýggja
Tjóðleikhúsinum.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið er áramálssett til 5 ár, og lønt sambært 37. lønarflokki í sáttmála
millum Føroya Tænastumannafelag og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at
vera tænastumannastarv. Eru spurningar um starvið, ber til at venda
sær til forkvinnuna fyri Leiklistaráðið, Ingibjørg Berg, á telefon 213080
ella á ingibjorg@commit.fo.
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (CV) kann sendast til
ingibjorg@commit.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
16. desember 2019 kl. 12.00.
Stjóri til Tjóðpall Føroya
Tjóðpallur Føroya hevur eina árliga fíggjarætlan á 5.999.000 kr. við 5.151.000 kr. í almennari
rakstrarjáttan og umleið 848.000 kr. í eginfígging. Á stovninum starvast, umframt stjóran,
1 skrivstovufólk og í ársmiðal 10-12 verkætlanarsett starvsfólk í styttri ella longri tíðarskeið.
Tjóðpallurin setur í miðal 4 leikverk upp um árið. Karmar fyri Tjóðpallin eru at finna í Lóg
um Tjóðpall Føroya frá 2003.
So er spurningurin, um Xi Jiping ella Donald
Trump fær valdið á føroyingum (Mynd:Ritzau)