týsdagur 3. desember 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. desember 2019 · Nr. 140
12
Sosialurin
JÓL Í FØROYUM
LÍV Í BÝNUM
Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo
M
enniskjan er floks
djór, og vit trívast
best, tá vit eru saman
við øðrum. Tað er bæði menn
andi og avgerandi fyri trivn
aðin, at vit nýta tíð saman og
eru sosial. Við hesum í mentu
hevur Annika Steintórsdóttir
Biskopstø, samskipari í Klaks
víkar
Handilsfelagi,
broytt
hugtakið tunnilsdagur, ið nú
verður nevt Lív í býnum.
Leygardagin
7.
desember
verður Lív í býnum í Klaksvík,
tá handlarnir hava opið heilt
til klokkan 20:00, og hugnalig
og jólalig íkast vera at síggja í
øllum krókunum í býnum.
Annika Steintórsdóttir Bisk
opstø sigur, at hendan leyg
ardagin spílar handilslívið seg
út við serstakliga góðari tæn
astu og góðum jólahýri. Handl
arnir í Klaksvík eru staðsettir
ymsa staðni kring býin, og tí
verður við Lív í býnum eisini
eggjað til, at vitjandi seta bilin
frá sær eina løtu, eru saman,
og ganga ístaðin fyri at koyra.
- Tú upplivir meir av einum
staði, tá tú ert til gongu og tað
er sunt fyri okkum at skifta
perspektiv viðhvørt í hesum
gerandismeldrinum. Eg haldi
eisini at upplivingin skal snúgva
seg um meir enn at vitja keyps
støð og avgreiða ørindi, sigur
hon.
Vit fara øll til handils fyri jól
at avgreiða ymiskar gávur og
ørindi, tí tað er partur av okk
ara jólamentan, at vit geva, fáa
og eta saman um jólini. Tí
kunnu vit væl samantvinna
jólagávurnar til tey kæru við
sosialari, hugnaligari og jóla
ligari uppliving í Klaksvík við
Lív í býnum.
- Tað liggur í okkum menn
iskjum, at vit vilja vera saman
og hitta onnur í einum sam
felagi. Tað er gott fyri okkum
at vera sosial, og tunnilsdagar
nir eru eitt gott høvi til at lata
hurðarnar í býnum upp og
vísa á tað, sum vit duga og um
boða í Klaksvík. Tað ger einki,
um vit spíla okkum eyka nógv
út hendan dagin, tí tað hendir
ómetaliga nógv í Klaksvík um
jólini, sigur hon.
- Og av tí, at tað hendir so
nógv alla tíðina, so snýr tað
seg eisini um at finna eina
javnvág, so fólk ikki strúka
runt og hava ringa samvitsku,
tí tey ikki náa alt. Vit hava tí
valt at hildið konseptið sera
einkult við samveru og hugna í
miðdepli, leggur hon aftrat.
Ein hjartaligur býur
Annika Steintórsdóttir Biskop
stø greiðir frá, at fyri at birta
uppundir, at nøkur vitjandi
hendan leygardagin lata bilin
standa og fara til gongu í býn
um, so vera fleiri ung úr Klaks
víkar
Sjónleikafelag
íklødd
sum vættrar og fara at luta
hjørtu í ymiskum litum út til
fólk á gøtunum kring allan
býin – so vitjandi ikki bert
síggja miðbýin, men eisni vitja
Klingrugarð og flyta seg út á
armarnar báðar í Klaksvíkini.
Tað eru fimm ymiskir litir
av hjørtum at fáa hendan dag
in, og hevur ein savnað saman
øll fimm, so ber til at lata tey
inn í Norðoya Sparikassa og
vera við í lutakastinum um
eitt gávukort frá Klaksvíkar
Handilsfelagi. Eisini fer Uðrun,
sum er ein vetrarlig hulda at
ganga runt í býnum við prýdda
rossi sínum, sum børnini eisini
kunnu heilsa uppá. Nú sær út
til at veðrið fer at vera gott
leygardagin, so tað átti at verið
lagamanni, at nýtt ein part av
leygardegnum
á
fótum
í
Klaksvík, heldur Annika Stein
tórsdóttir Biskopstø.
Eisini hevur Handilsfelagið
lagt seg eftir, at vitjanin í handl
unum verður ógloymandi við
tí fyri eyga at breiða jólahýrin
kring býin. Umframt góða
tænastu og vegleiðing í lokalu
handlunum, so fer fitta barna
kórið hjá Herdis Klein at vitja
nakrar handlar og framføra
jólaløg fyri vitjandi. Eisini ætl
ar handilsfelagið sær, saman
við ágrýtnum ungdómi úr
býnum, at súkkla runt, bjóða
kaffi og spæla jólatónleik fyri
fólki, sum ganga úti og hugna
sær. Tí er vert at hugsa um at
taka ein kopp við sær í býin og
harvið eisini hugsa um um
hvørvið og endurnýtslu, sigur
Annika Steintórsdóttir Biskop
stø.
- Endamálið er, at vit gera
tað so hugnaligt sum til ber, tá
fólk vitja handlarnar, so tey
bæði fáa eina góða uppliving
og eisini eitt nýtt perspektiv,
sigur Annika Steintórsdóttir
Biskopstø.
Sterkt handilslív
Í Klaksvíkar Handilsfelagi eru
28 limir, og í býnum eru fleiri
handlar, ið ganga á odda í tæn
astu og góðsku. Annika Stein
tórsdóttir Biskopstø heldur, at
tað er umráðandi, at vit í dags
ins samfelagi har alt er lættliga
atkomuligt og útheimurin eis
ini freistar, eru tilvitaði um
lokalar handlar og dygdina og
tænastuna, ið er at fáa í lokal
samfelagnum, soleiðis at vit
eisini halda lív í smávinnuni.
- Eg síggi týdning í at kunna
síggja og halda í vøruni, áðr
enn hon verður keypt, soleiðis
at man veit, hvat man fær. Eis
ini er tað gott, at møguleiki er
fyri góðari vegleiðing á staðn
um, sigur Annika Steintórs
dóttir Biskopstø.
- Klaksvík hevur søguliga
verið ein býur, ið hevur gingið
á odda hvat handilslívi við
víkur, og tí er stuttligt at lata
dyrnar upp á hendan hátt og
bjóða fólki úr øllum landinum
á gátt. Ein slíkur dagur er eitt
frálíkt høvi hjá føroyingum at
flyta seg og fáa eina øðrvísi
uppliving í landinum, sum
familja ella einstaklingur. Ein
slíkan dag fara vit út í býin at
hugna okkum, gleðast saman
og halda fast í tí smávinnuni
og mentanini, sum hevur verið
við til at ment trivnaðin í land
inum, sigur hon.
Skoytibreytin letur upp
Leygardagin 7. desember letur
nógv umrødda skoytibreytin
eisini upp.
Skoytibreytin, ið verður á
leið 300 fermetrar í stødd verð
ur knýtt at nýggju sjóhitaskip
anini í kommununi.
- Vit brúka sjóhitaskipanina
til at køla skoytibreytina við,
og av tí sama verður tað ein
bílig
skipan,
sigur
Jógvan
Skorheim, borgarstjóri í Klaks
vík.
- Tað sum rennur út aftur, tá
sjóhiti verður tikin inn úr
sjónum er á leið trý stig kaldari
enn sjógvurin. Hetta verður
leitt inn í skoytibreytina, og
kølt til kuldastig. Tað merkir,
at einasta orkan, sum man
skal brúka er at køla frá trim
um stigum til kuldastig, sigur
hann.
- Alt túnið í miðbýnum er
flísalagt, og rørini liggja undir
flísinum. Tá man skal brúka
skoytibreytina, verður trýst á
ein knøtt, og so frystir alt til
eftir á leið tveimum døgum.
Ikki er neyðugt at seta breyt
ina upp ella taka hana niður
aftur á hvørjum ári, greiðir
Jógvan Skorheim frá.
Ætlanirnar um at gera skoyti
breyt í Klaksvík eru ikki nýggj
ar, tí tá sjóhitaskipanin varð
gjørd fyri miðbýin í Klaksvík,
var eisini ætlan løgd um
skoytibreyt.
Norðurjól:
Norðurjól er heiti á jólatiltaki,
sum
Klaksvíkar
kommuna
hevur staðið á odda fyri sein
astu fýra árini. Norðurjól hev
ur ment seg frá at vera eitt
leygardagstiltak til í ár at vera
eitt jólatiltak, sum hevur fjøl
broytta skrá allan desember
mánað.
– Fólk, sum eg havi verið í
samband við, eru spent, forvit
in og full av hugskotum, hvussu
vit á bestan hátt kunnu gera
jólahugnan á Biskupstorgi heilt
serligan. Tað er ótrúliga stutt
ligt at síggja, hvussu handlar
nir og ymiskir stovnar beinan
vegin hugsa um samstarv, tá ið
farast skal undir eitt tílíkt til
tak, sigur Mimmy Vágsheyg,
samskipari av Norðurjóli í
Klaksvík.
Átta handlar hava fastan
bás á Norðurjól, meðan nógv
annað virksemi fer at verða í
styttri og longri tíðarskeið.
Møguleiki verður millum annað
at keypa prýðislutir, pløgg,
kaffi og køkur.
Leygardagin
7.
desember
vitjar jólamaðurin á Norðurjól,
sum hann eisini ger hvønn
leygardag fyri jól.
»Tú upplivir
meir av einum
staði, tá tú ert
til gongu og
tað er sunt fyri
okkum at skifta
perspektiv
viðhvørt
í hesum
gerandis
meldrinum. Eg
haldi eisini at
upplivingin skal
snúgva seg um
meir enn at vitja
keypsstøð og
avgreiða ørindi«
»Tað er gott
fyri okkum at
vera sosial, og
tunnilsdagarnir
eru eitt gott
høvi til at lata
hurðarnar
upp í býnum
og vísa á tað,
sum vit duga
í Klaksvík. Tað
ger einki, um vit
spíla okkum út
hendan dagin,
tí tað hendir
ómetaliga
nógv í Klaksvík
um jólini«