týsdagur 3. desember 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. desember 2019 · Nr. 140
14
Sosialurin
JÓL Í FØROYUM
DESEMBER
Tvey túsund og nítjan
2
Ger okkurt
hjálpsamt fyri
grannan
9
Halt hurðini fyri
onkrum í dag
16
Samla leikutoy
saman, sum
enn er í góðum standi
men sum tú ikki brúkar
longur og gev onkrum
tað, sum ikki eigur so
nógv
23
Gev øllum tú
hittir gjøgnum
dagin eitt smíl við á
vegnum
MÁNADAG
TÝSDAG
MIKUDAG
HÓSDAG
FRÍGGJADAG
LEYGARDAG
SUNNUDAG
6
Gev fuglunum at
eta. Smáfuglarnir
eru ofta svangir hesa
ársins tíð og til ber
at geva teimum
matrestir ella heingja
fuglafrø í neti á
trøini. Og so er tað
so hugnaligt at
eygleiða fuglarnar
uttanfyri
13
Steðga
onkurm tú
ikki kennir og gev
teimum eitt
kompliment
20
Rudda og
støvsúgva
heima, sjálvt um tað
ikki var tú, sum
óruddaði
3
Les eina bók ella
spæl saman við
yngri systkjum uttan
at klandrast
10
Skriva eitt lítið
bræv til
læraran og greið frá,
hvussu hon ella hann
hevur hjálpt tær
17
Baka eina kaku
ella smákøkur
og gev teimum eldru á
einum sambýli
24
Fyrireika eitt
stuttligt spæl
(t.d. spurnarkapping,
borðspæl, ella aðrar
kappingar) og skjót
upp, at tit spæla tað
saman, meðan tit bíða
eftir jóladøgurðanum
4
Skriva og send eitt
bræv til eitt
systkinabarn, mostur,
fastur ella familjulim,
ið býr langt burturi
11
Sig hey og tosa
eina løtu við
onkran javnaldra, sum
tú ikki kennir og ikki
plagar at tosa við
18
Ring til
ommurnar og
abbarnar og sig hey í
dag
5
Spyr læraran,
hvussu tú fært
hjálpt til í dag
12
Rudda klæðir út,
sum tú ikki
passar ella brúkar
longur og gev onkrum
tey, sum ikki eigur so
nógv. Bið mammu ella
babba hjálpa tær.
19
Skriva eini boð
til ein góðan vin
og sig teimum, hvønn
týdning vinabandið
hevur fyri teg
7
Rósa trimum
persónum í dag,
men ansa eftir at tað
eru kompliment, sum
tú veruliga meinar
14
Ger døgurða
(ella hjálp
mammu og babba at
gera døgurða) í dag.
Minst til at rudda av
og vaska upp eisini
21
Skriva eitt lítið
fitt bræv til øll
heima hjá tykkum og
legg tað á koddan, so
tey síggja tað, tá tey
skulu í song
1
Gev einum øðrum
barni okkurt
leikutoy, sum tú ikki
brúkar longur
8
Skriva persónlig og
fitt jólakort til
fólkini í grannalagnum
15
Far út at samla
rusk upp úr
náttúruni eina løtu í
dag: Fá onkran at koma
við tær, so tað verður
ein hugnaligur
gongutúrur eisini. Minst
til handskar og posa til
ruskið
22
Fá familjuna
heima samlaða
framman fyri
jólatrænum og tak eina
selfie saman. Send
myndina til ommur,
abbar og onnur í
familjuni við ynski um
eini gleðilig jól. Hetta er
eisini ein super jólagáva
til foreldrini
Ein øðrvísi
jólakalendari til
(tey eitt sindur
størri) børnini
Tey minnu børnini
kunnu eisini luttaka
við hjálp frá
vaksnum.
Jólini snúgva seg í
stóran mun um at
geva og at fáa, men
vit geva ikki bert
materiellar lutir.
Vit kunnu millum
annað geva øðrum
okkara tíð, hita og
vinalag, ella vit
geva eitt lurtandi
oyra ella fevnandi
armar. Her er ein
øðrvísi
jólakalendari, sum
størri børnini ella
tey smærri - saman
við foreldri - kunnu
seta í verk
jólamánaðin