týsdagur 3. desember 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. desember 2019 · Nr. 140
16
Sosialurin
JÓL Í FØROYUM
TEKNI
KAPPING
FYRI
BØRNUM
Tekningarnar skulu leggjast
í ein stóran postkassa, sum
kemur at haga í jólagøtuni
Vilmund Jacobsen
Í samband við tiltakið á Skála - Jól
á Gamlavegi - verður eisini skipað
fyri einari teknikapping fyri børn
0um.
Børnini verða bólkaði upp í fýra
bólkar, 3-6 ár, 6-9 ár, 9-12 ár og 12-15
ár, har ein vinnari verður kosin úr
hvørjum bólki.
Dómarar verða trý óheft fólk.
Á Skála siga tey, at tekningarnar
skulu verða í A4 stødd, og mynda
evnið skal hava við jólini at gera.
Tekningarnar skulu leggjast í
ein postkassa, sum kemur at hanga
í jólagøtuni – á leiðini, har smáttur
nar eru.
Stóri og blái postkassin, sum Kaj
Olsen hevur smíðað og málað,
verður hongdur upp í seinasta lagi
mikukvøldið, sum er í kvøld.
Av Skála verður sagt, at seinasta
freist at lata tekningar inn, er leyg
ardagin 7. desember klokkan 20.
STEVE OG
ANNBRITT
SYNGJA
SAMAN
Á Skála gleða tey seg til
at hoyra Steve Sitzman
og Annbritt B. Jacobsen
framføra í gamla
turkihúsinum leygarkvøldið
Vilmund Jacobsen
Men, hvør er Steve Sitzman, sum
fer at framføra saman við skála
damuni, Annbritt B. Jacobsen.
Steve Sitzman er úr Týsklandi,
men býr í løtuni á Skála saman við
konu og dóttir. Hann tekst nógv
við at syngja, og til jólatiltakið í
gamla turkihúsinum leygarkvøldið,
hevur hann fingið skáladamuna,
Annbritt B. Jacobsen, at syngja
saman við sær.
Annbritt B. Jacobsen er sjálv
sera virkin innan tónleik, bæði her
heima og eisini í útlondum, har
hon eisini er við í einum altjóða
sangskrivarabólki.
- Vit gleða okkum at hoyra tey
bæði syngja saman, siga tey á
Skála.
HUGNALIGT JÓLATILTAK
Á GAMLAVEGI Á SKÁLA
Leygardagin 7. desember, sum er komandi leygardag, verður eitt forvitnisligt
jólatiltak á Gamlavegi
á Skála
Vilmund Jacobsen
T
að eru gamla turkihúsið og
neystini innan fyri Skála kirkju,
sum verða karmur um hetta
hugnaliga jólatiltak, har umhvørvið
verður pyntað.
Jól á Gamlavegi á Skála hevur verið
eitt afturvendandi familjutiltak í nøk
ur ár, og undirtøkan hevur verið góð.
Klokkan 15 henda dagin lata neystini
við sølubúðum upp, og eitt av hædd
arpunktunum er, tá pyntaði jólabáturin
við glaðum jólamonnum leggur at
bryggjuni hjá Evald.
Jólamenninir hava okkurt søtt við
til børnini, og saman við børnum og
familjum teirra verða nakrir jólasangir
sungnir.
Alt verður pyntað
Á Skála verður soleiðis hugni við sangi,
mati, jólamonnum, jólasølu og ymisk
um øðrum góðum niðri við neystini.
Her fara tey at selja hunang, bakstur,
kjøtpylsur og ymiskt handaligt. Her
verða eisini lutir úr eitt nú rekaviði,
jólapynt, bundin pløgg, vín úr Ungarn
og mangt annað.
Alt umhvørvið verður jólapyntað, og
í gamla turkihúsinum verður góður
jólatónleikur.
Neystini verða opin leygardagin til
klokkan 19.30, og seinasta tiltak hetta
kvøldið verður tónleikurin í turkihús
inum, sum byrjar klokkan 19.30.
Her fara Steve, sum er týskari og
Annbritt, sum er av Skála, at framføra
góðan jólatónleik.
Meðan jólatiltakið er á Gamlavegi,
verður høvi eitt nú at keypa sær suppu
og pylsubreyð, og seint seinnapartin -
ella klokkan 17.30 - verður jólasøga lisin
í sonevnda myndakrókinum hjá Joan.
Sylverius hugleiðir
Dagin eftir jólatiltakið á Gamlavegi -
ella sunnukvøldið 8. desember klokkan
18 - verða jólini sungin inn í Skála
kirkju. Her fer Streingjakórið í Meinig
heitshúsinum at seta sín hugnaliga
dám á, og Sylverius Jacobsen fer at
hugleiða um jólini.