Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. desember 2019 · Nr. 140 18 Sosialurin JÓL Í FØROYUM GLOYMDUR VIÐ LØKIN Eitt slíkt tiltak, sum tiltakið um bókina “Gloymdur” á Bókasavninum við Løkin, er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin – antin tey hava lisið bókina ella ei Vilmund Jacobsen T ýskvøldið 10. desember frá klokkan 19 til 20.30 hittist lesiringurin við Skálafjørðin aftur, og hesaferð verður tað til eitt forvitnisligt tiltak á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Her fara tey av tosa um bókina Gloymdur, sum Solby A. Christians­ dóttir, tíðindakvinna í KvF, hevur skrivað. Her verður skift orð um bókina aftur við einum góðum drekka­ munni. Ein lesiringur er ofta knýttur at einum ella fleiri bókasøvnum, og á eystursíðuni á Skálafjørðinum er samstarv millum Bókasavnið við Løkin og Bókasavnið í Nes komm­ unu. Tískil skiftist lesiringurin eisini millum bókasøvnini, tá tiltøk eru, og eitt av afturvendandi tiltøk­un­ um er, at lesiringurin plagar at hava ein rithøvund á vitjan umleið hálva hvørt ár. - Eitt slíkt tiltak, sum tiltakið um bókina “Gloymdur”, er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin – antin tey frammanundan hava lisið bók­ ina ella ei, siga tey, sum skipa fyri. DREYMAKØKURNAR HJÁ RANVÁ TIL JÓLAR Umframt at tú kanst keypa nýbakaðar smákøkur, er møguleikin eisini at keypa smákøkurullur – sum bake off, soleiðis at tú fært høvi at njóta angan av nýbakaðum smákøkum í egnum køki Vilmund Jacobsen L eygardagin 14. desember verður høvi hjá fólki at keypa sær ný­ bak­aðar smákøkur til jóla - dreyma­køkurnar hjá Ranvá - sum køk­ ur­nar hjá henni eisini verða róptar. Kundi tú hugsað tær nýbakaðar smákøkur til jóla, men tíðin líka sum ikki røkkur til, so er møguleikin at vitja í Gulu Kiosk á Heiðavegi 38 í Saltangará frá klokkan 14-20 leygardagin í næstu viku. Umframt at tú kanst keypa ný­bak­ aðar smákøkur, er møguleikin eis­ini at keypa smákøkurullur – sum bake off. Við bake off fært tú høvi at njóta ang­an av nýbakaðum smákøkum í egn­ um køki – uttan at skula gera alt arbeiði sjálvi. Til jólar í ár bjóðar Ranvá fýra ymisk sløg av bake off smákøkurullum. • rulla við sjokulátu og valnøtum • rulla við jólakryddi og hakkaðum mandlum • rulla við hindberum og hvítari sjokulátu • rulla við myrkari sjokulátu og mjólkasjokulátu Eingin bílegging Sagt verður úr Saltangará, at smá­køku­ rullurnar hjá Ranvá kosta 100 krónur, men nøgdin er avmarkað, og tað ber ikki til at bíleggja frammanundan. Í Gulu Kioskini verður eisini høvi at keypa ymiskt annað leygardagin hin 14. desember sum bæði er søtt og gott. - Vit selja, til einki er eftir, og vit gleða okkum at síggja tykkum, siga tey, sum standa aftan fyri hetta tiltak í Gulu Kioskini í Saltangará.