týsdagur 3. desember 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. desember 2019 · Nr. 140
20
Sosialurin
JÓL Í FØROYUM
Hondvirkaði pløgg og jóla-
prýði í Lávusarhúsi í Leirvík
- Øll eru hjartaliga vælkomin í Lávusarhús at síggjar okkara vørur, og vit
hava altíð ein drekkamunn, sigur Hallbjørg Eliassen í Leirvík
Vilmund Jacobsen
Í
hugnaliga Lávusarhúsi í Leirvík er
nú opið frá mánadegi til og við leyg
ardag – heilt fram til sunnudagin
22. desember, tá opið verður frá klokk
an 16 til 20.
Nú jólini nærkast, er opið hvønn
yrkadag frá klokkan 19 til 21, men leyg
ardagin komandi, sum er 7. desember,
verður opið heilt frá klokkan 12 til 17.
Hallbjørg Eliassen í Leirvík sigur, at í
húsunum hava tey hópin av hondvirk
aðum pløggum og ymiskum jólaprýði.
- Øll eru hjartaliga vælkomin at
síggjar okkara vørur, og vit hava altíð
ein drekkamunn, eins og fólk eisini
hava høvi at keypa sær okkurt gott aft
urvið drekkamunninum.
Næstan 30 kvinnur
Hallbjørg Eliassen sigur, at Lávusarhús
í Leirvík er opið alt árið, týskvøld og
hóskvøld frá klokkan 19 til 21 og leygar
dag frá klokkan 14 til 17.
- Men, nú vit eru í jólamánaðinum
hava vit opið hvørt kvøld frá klokkan
19 til 21 – og leygardagin komandi frá
klokkan 12 til 17.
Hon vísir á, at tað er Eysturkommuna,
sum eigur húsini, og síðan er tað ein
áhugabólkur við kvinnum, sum skiftast
um at vera í handlinum, tá hann er
opin.
- Eg haldi, at vit eru út við 30 kvinnur
tilsamans, sum eiga vørur í Lávusarhúsi
og sum soleiðis skiftast um at vera í
handlinum.
Hon sigur, at tað eru mest kvinnur,
sum lata vørur í handilin at selja, men
onkur maður er, sum arbeiðir við træi.
Eisini verkstovur
Hallbjørg Eliassen vísir á, at tey seinnu
árini eisini hava havt tvær verkstovur í
Lávusarhúsi um árið – eina um várið
og eina um heystið.
- Vit hava soleiðis verkstovur í hús
inum, har vit eitt nú hava lært at binda
bundnaturriklæði. Vanliga varar ein
verkstova fimm týskvøld hvørja ferð,
og undirtøkan hevur verið góð, leggur
hon aftrat.
Jólaligt hvítt GLØGG
Á jólum drekka vit gløgg. Soleiðis er tað bara. Heiti
jóladrykkurin hoyrir til hesa ársins tíð og hitar kroppin hesar
køldu vetrardagarnar. Hvítt gjøgg er mildari og ikki so sterkt
sum tað vanliga reyða gløggið, og tað er tí eitt fríksligt
íkast eina hugnaligu løturnar saman við familju og vinum
TILFAR
1 vistfrøðilig appelsin
2-3 stk heilar kardamummur
5 heil nelikur
5 stk svart pipar
1 heil kanel stong
2-3 skivur av feskum ingeferi
1⁄2 litur súreplasevja
75 gram av ljósum rosinum
1 fløska av hvíttvíni
1⁄2 dl av ljósum rommi ella
vodka
Møguliga 3-4 súpuskeiðir av
sukuri
50 g snittaðar mandlir
MANNAGONGD:
•
Vaska appelsinina og sker hana í skivur
•
Legg appelsinurnar í eina grýtu við
knústum kardamummufrøum, nelikur,
svartum pipari, kaneli og ingifer
•
Oys súreplasaftina í og fá tað spakuliga
upp á kók. Tak grýtuna av plátuni og lat
úrdráttin standa í á leið ein tíma
•
Síla veskuna niður í eina reina grýtu og
koyr rosinur og hvítvín í. Hita tað
varliga men lat tað ikki koma upp á kók
•
Smakka tað til við sukri og koyr
møguliga rom ella vodka í. Servera í
vøkrum gløsum við smátthækkaðum
mandlum
LEKKURT KRYDDAÐ HVÍTT GLØGG
Mynd: http://copenhagencakes.com/