týsdagur 3. desember 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. desember 2019 · Nr. 140
22
Sosialurin
JÓL Í FØROYUM
NÝBAKAÐAR
VAFLUR OG JÓLA-
SØLA Á OYRI
Tað setir sín serstaka dám á jólamánaðin, at skipaðar jólasølur eru
kring landið, har vitjandi eitt nú kunnu keypa sær kaffi og køkur –
ella heitar vaflur, sum tey eitt nú kunnu keypa í gamla skúla á Oyri
Vilmund Jacobsen
Í
gamla skúla á Oyri, sum
liggur við Oyraveg 7, er
jólakafé og jólasøla, og her
er høvi hjá fólki, sum leita sær
á gátt, at keypa sær ymiskt,
sum fólk í Sundalagnum hava
gjørt.
Her ber saktans til at finna
eina góða og fjálga jólagávu til
ein av sínum kæru, vinum ella
kenningum – og her fæst eisini
ein góður drekkamunnur aft
ur við nýbakaðum vaflum.
Tað var longu leygardagin
hin 30. november, at jólakafé’in
og jólasølan lótu upp í gamla
skúla á Oyri.
Flestu dagar
Nú vit eru komin inn í jóla
mánaðin, verður jólakafé’in og
jólasølan á Oyri opin hvønn
dag uttan mánadag, vanligar
yrkadagar og sunnudag frá
klokkan 16 til 20.
Leygardagar verður opið frá
klokkan 13 til 17, og soleiðis
verður eisini komandi tveir
leygardagarnar, ávikavist 7.
desember og 14. desember.
Sunnudagin 8. desember og
sunnudagin 15. desember verð
ur eisini - eins og aðrar yrka
dagar, undantikið mánadag -
opið frá klokkan 16 til 20.
Á Facebook-síðuni – Jóla
café og Jólasøla í gamla skúla á
Oyri – síggjast myndir av ym
iskum handgjørdum pløggum
og lutum, sum er á søluni.
SOLEIÐIS VERÐA JÓLATRØINI TENDRAÐ
Í kvøld og annaðkvøld verða flestu jólatrø í Sunda kommunu tendrað, og í øllum
bygdunum, har haldini verða, bjóðar kommunan til ein drekkamunn
Vilmund Jacobsen
S
unda kommuna fevnir
víða – ja, heilt úr Hósvík
um Saksun og norður til
Tjørnuvík og Gjáar.
Nú mikudagur, 4. desember
er í dag, eru nøkur av jólatrø
unum í kommununi longu
tendrað, men enn eru nøkur
trø eftir, sum verða tendrað
ávikavist í kvøld og annað
kvøld, 4. og 5. desember.
Við øll tiltøkini bjóðar borg
arstjórin í Sunda kommunu,
Heðin Zachariasen, vælkom
in, prestur heldur røðu, og
Eiðis Ljómfelag spælir.
Jólamenn vitja eisini í brand
bili til haldini kring um í
kommununi, og teir hava
pakkar við til børnini. Tá jóla
trøini eru tendrað í ávísu
bygdunum,
bjóðar
Sunda
kommuna øllum til ein góðan
drekkamunn.
Í kvøld, mikukvøldið 4. des
ember, verða jólatrøini í ávika
vist Hósvík (18), Hvalvík (19)
og Haldarsvík (20) tendrað.
Í annaðkvøld, hóskvøldið 5.
desember klokkan 18, verður
jólatræið í handilsøkinum við
Norðskála tendrað, og klokk
an 20 í annaðkvøld verður
tendrað við Gjógv.
Sagt
verður
úr
Sunda
kommunu, at um veðrið verð
ur keðiligt til onkra av løtun
um, tá tiltøkini eru, verður
farið undir tak við haldinum,
tá trøini eru tendrað.