hósdagur 5. desember 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
6. DESEMBER 2019
Tað eru áhugaverd sjónarmið, sum um
boð fyri danska Forsvarsakademiet,
sum granskar cyberkonflikt- og strategi
og sum eisini hevur royndir í fregnar
tænastu, kemur við í blaðnum í dag.
Málið um kinesisku útgerðina, sum
Føroya Tele hevur í umbúnað at keypa,
og sum amerikanarum hóvar so illa, at
Donald Trump hevur sent umboð sítt í
Danmark eftir okkum – hevur helst
fleiri síður. Eitt er, at vit velja amerikan
arar – ella svenskarar – frá fyri at velja
kinesarar til.
Nakað annað er spurningurin um,
hvørjum vit sum land og tjóð vilja bind
ast so tætt at við okkara kt-kervi, og tað
triðja er møguliga njósningin, sum
kanska er á einum støði oman fyri van
liga føroyingin, sum ikki reiðiliga skilir,
hvørjum tað er, sum kinesarar skulu
njósnast eftir hjá okkum.
Víst verður á vandan við at fara frá
evropiskum standardum og taka til okk
ara kinesiskar standardir.
– So kann man umhugsa, hvørjum
mann helst vil njósnast av: amerikanar
um ella kinesarum, eru ráðini frá Forsk
ningsakademiet.
– Er tað munur á at gera seg bundnan
at amerikanarum ella kinesarum? Eitt
lítið land má gera upp við seg sjálvt,
hvørjum tað helst vil gera seg bundið at,
sigur Mikkel Storm Jensen frá Forskn
ingsakademiet í blaðnum í dag.
Hvussu verður og ikki, tað vita vit
einki um. Higartil hava politikararnir
sagt, at teir blanda seg ikki upp í viður
skifti hjá Føroya Tele, sum einki sigur.
Men stórpolitikkur er komin upp í
málið, tá hægstu kreftir bæði í Washing
ton og Beijing blanda seg upp í málið.
Og at landsstýrið hevur sent advo
katar og dómarar at fáa Kringvarpið at
tiga við upplýsingum, sum sambært
Kringvarpinum eru so týdningarmiklir,
at Føroya fólk eigur at fáa tað at vita,
ber boð um, at landsstýrið ikki vil siga,
hvat tosað varð um á fundinum.
Um fólkið skuldi valt at knýtt seg at
Vesturheiminum við USA á odda, Eyst
urheiminum við Russlandi á odda ella
Kina við kommunistaflokkinum á odda,
so er valið eyðsýnt. Trump kann vera
tað hann er. Men um fimm ár er hann í
øllum førum burtur. Spurningurin er,
hvussu stórur munur er á russiskum
fólkaræði og kinesiskum einaræði...
Skulu vit velja Kina fram um USA?
Í longri tíð
hevur
jólasnaps
urin frá
Einar's
distillery
ligið og
lagrað á
bourbon
føtum.
– Hettar
er Føroysk
framleiðsla,
ið er
kryddað við
vistfrøðilig
um jóla
kryddi og
føroyskum
urtum, siga tey á Einar´s Distillery.
– Jólasnapsurin er 38 % vol, smakkurin er
kraftigur og serstakliga Jólaligur. Jólasnaps
urin hóskar væl til hugnaligar jólaløtur, sum
ein vælkomudrykkur
ella oman á ein góðan
jóladøgurða, siga tey.
Framleidd er ein
avmarkað nøgd av
snapsinum, siga tey.
Jólasnapsur frá
Einar's Distillery
STERKT ÚR KLAKSVÍK
Les eisini blaðið
á telefonini
Frá bardaga í Stal
ingrad í 1943 til
Siggert í Kirkjubø
Siðsøga 24-25
Søgunámið: Barna
søgur bjóða av
18-19
Nú vil tingkvinna hava greiða á,
hvør hevur ábyrgdina av at hjálpa
heimleysum
– Er nøkur ætlan at fáa staðfest við lóg,
hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heim
leysum?
Hendan spurning, vil Hervør Pálsdótt
ir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hava
landsstýriskvinnuna í almannamálum,
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur at
svara.
Tingkvinnan hevur tí sett henni ein
grein 52 spurning um málið, sum verður
svaraður skriviliga innan 14 dagar.
Tingkvinnan hjá Tjóðveldi vil eisini
hava at vita, um nøkur ætlan er at fáa
staðfest við lóg, hvør myndugleiki hevur
ábyrgd av heimleysum. Eisini vil hon
hava at vita, hvønn heimleys skulu venda
sær til fyri at
fáa ta hjálp,
teimum tørv
ar, og sum tað fjórða spyr hon landsstýr
iskvinnuna um, hvussu nógv heimleys
eru í Føroyum, og hvør telur við sum
heimleysur.
– Tað er einki nýtt í, at bústaðarneyðin
í Føroyum er stór. Fleiri liva í konstantum
ótryggleika, tí tey ikki hava fast tak yvir
høvdið, sigur Hervør Pálsdóttir.
– Í Føroyum hava vit ikki lóg um
heimleys, eins og tey hava aðrastaðni.
Fleiri føroyingar uppliva, at eingin hjálp
er at fáa, tá tey gerast heimleys, tí ábyrg
din ikki liggur hjá nøkrum ávísum
myndugleika, sigur løgtingskvinnan.
Hon setir fram fyrispurningin fyri at
vita, hvør hevur ábyrgdina, tá fólk eru
vorðin heimleys.
Heimleys fáa onga hjálp
Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vil hava greiðu á,
hvør ið hevur ábyrgdina av heimleysum fólkum
Xi Jinping umboðandi einaræði í Kina ella Donald
Trump umboðandi vesturlendska fólkaræðið í USA?
Í blaðnum...
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri