hósdagur 5. desember 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 141
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Sæð á Facebook:
Landsstýrið fer at
leggja eitt uppskot fyri
Løgtingið um at tryggja
børnum og ungum
ókeypis atgongd til
sálarfrøðiliga viðgerð
Næsta ár kunnu
lærlingar tjena
50.000 krónur -
uttan at rinda skatt
av tí. Mett verður,
at einir 1.000
lærlingar fáa hendan
skattlættan
Danska
forsætisráðfrúan
Mette Frederiksen
hitti mikudagin
amerikanska forsetan
Donald Trump á
Nato-fundi í London,
men einki umboð fyri
Føroyar og Grønland
var við
Á almennum fundi
í Suðuroy var
tað eitt krav, at
suðuroyartunnilin
verður gjørdur - og
at farið verður undir
fyrireikingarnar nú
Huawei
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
25,5 milliónir krónur
eru játtaðar á donsku
fíggjarlógini til
havgransking á Havstovuni
komandi fýra árini
25,5
25,5
Kinesiska tøkni
fyritøkan hevur fylt
sera nógv seinastu
vikuna í sambandi við
ætlanirnar hjá Føroya
Tele at samstarva
við Huawei um 5G.
Vit hava eitt tema í
Vikuskiftis Sosialinum
hesa ferð, har vit
hyggja nærri at hesum
"Hví er tað eingin
føroyngar, sum dugir
at úttala Huawei? Øll
siga Hu-a-vey. Tað
úttalast Wah-way!"
"Top of FormBottom of
FormHvat fært tú, um tú kryssar
ein ateist og ein Jehova Vitni?
Ein, sum gongur runt og bankar
uppá uttan at vilja nakað"
Hendan vikan byrjaði eitt sindur
buldrasligt.
Eftir at hava bølt oman á tíðindum,
sum eru avgerandi fyri Føoya fólk,
so kundi Kringvarpið í Degi og Viku
mánakvøldið fortelja, at vit fingu ikki
at vita hvat tað var.
Fútarætturin legði fútabann fyri at
KvF slapp at fortelja tað tey vistu um
eina vitjan hjá einum sendiharra úr
Keypmannahavn.
Talan var um kinverska sendiharran,
sum hevði biðið um bráðfund við
landsstýrið.
Bara tann vitanin er nóg mikð
til at allir journalistar sleikja sær
um munnin, tí hetta ljóðar sum ein
spennandi krimisøga hjá Jógvani
Isaksen.
KvF var á staðnum, tá ið fundurin
var 11. november. Ikki í sjálvum
fundarhølinum, men tey hoyrdu eina
briefing um fundin. Í staðin fyri at
fortelja Føroya fólki hesi avgerandi
tíðindi, so valdi KvF at vera tann
skikkiligi ddrongurin í klassanum
og heldur biðja um alment innlit í
málinum.
Tað fingu tey sjálvandi ikki, tí her
var talan um viðurskifti við onnur
lond. Í staðin troppaði fútin upp 14
dagar eftir at KvF hevði fingið tíðindini
og legði fútabann.
Føroya fólk fekk onki at vita um,
hvat tað var sum hendi á fundinum.
Ája!
Sjálvandi er tað lætt at sita aftaná og
siga, at KvF skuldi havt sagt tíðindini og
so lagt minni í leiðreglurnar fyri góðan
fjølmiðlasið í hesum føri, men alt er tó
knýtt at tí, sum var sagt á fundinum.
Mong hava síðani gitt, at kinverski
sendiharrin boðaði landsstýrinum frá,
at lata vit vera við at brúka tøknina frá
Huawei til 5G netið, so kann tað fáa
handilsligar avleiðingar fyri Føroyar.
Løgmaður hevur eftir fundin sagt,
at hann als ikki kendi seg trýstan
av kinverska sendiharranum og at
orsøkin til fútabannið snýr seg um at
kunna tosa við aðrar tjóðir í trúnaði.
Ája!
Fíggjarlógin stendur á skránni. Sjálv
tann framskrivaða fíggjarlógin var
løgd fram seinast í september, men
tær politisku avgerðirnar, sum heddan
samgongan ætlar at stýra eftir, kemur
frá landsstýrinum til fíggjarnevndina
í dag.
Tað gevur sjálvandi ikki so nógvar
dagar hjá nevndini og Løgtinginum
at arbeiða í, tí fíggjarlógin skal
samtykkjast við 3.viðgerð í hesum
árinum.
Slíkt er hent fleiri ferðir áður, so
man tað ikki eisini fara at bera til
hesuferð.
Ája!
Politiskt eru mál eftir at loysa og
tað rumblar eitt sindur í sambandi við
broytingarnar, sum ætlanin er at gera
í lógini um sjófeingi.
Onkrir av útlendingunum, sum
eigga part í føroysku fiskivinnuni, eru
tiknir við buksunum niðri. Møguliga
fer tað at ávirka støðutakanina
til útlendskan kapital í
føroysku fiskivinnuni.
Spennandi
at
fylgja við.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At føryoskir skúlanæm
ingar hava havt afturgongd
í lesing, men framgongd í
náttúruvísind og støddfrøði?
Tað vísir nýggjasta Pisa-
kanningin
FRÍGGJADAGIN
Gul til stívt andøvsgul av
útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Hann
veksur vindin upp í ein strúk, 8 til
13 m/s. Vekslandi skýlot og æl við
heglingi, vátaslettningi ella kava.
Hitin um dagin milum 1 og 4 stig,
um náttina niður í frostmarkið.
LEYGARDAGIN
Lot til andøvsgul av ymsum
ættum, 3 til 8 m/s. Um náttina
av landnyrðingi og eystri. Hann
veksur vindin til strúk í vindi upp
í skrið, 13 til 18 m/s. Vekslandi
skýlot og okkurt æl, um náttina
vátaslettingur ella kavi. Hitin
millum 1 og 5 stig.
SUNNUDAGIN
Strúkur í vindi upp í skrið av eystri,
13 til 18 m/s, sum snarar móti
landnyrðingi og minkar út á nátti-
na í andøvsgul til stívt andøvsgul
av norði, 8 til 13 m/s. Skýggjað
og regn, seinni klárar í, og okkurt
vátasletting- ella kavaæl. Hitin
um dagin millum 2 og 5 stig, um
náttina niður í frostmarkið.
13-18 m/s
3-8 m/s
5-10 m/s