hósdagur 5. desember 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 141
30
TRÓNDUR ARGE
M
ánadagin
var
árligi Ballon d’Or
bólturin
latin.
Lionel Messi vann
bóltin á sætta sinni og yvirhálar
Cristiano Ronaldo, sum í 2017
vann sín fimta Ballon d’Or bólt. Í
fjør var fyrstu ferð í tíggju ár, at
vinnarin ikki eitur Lionel Messi
ella Cristiano Ronaldo.
Tá vann fryntligi Luka Modric
úr Real Madrid og Kroatia. Hann
er fyrsti Ballon d’Or vinnarin,
sum ikki er í uppskoti ári eftir.
Bóltsterki miðvallarin møtti tó
smílandi upp til tiltaki í París
og handaði Lionel Messi, úr
arvafíggindanum FC Barcelona,
bóltin.
-Ítróttur og fótbóltur snýr seg
ikki bara um at vinna. Tað snýr
seg eisini um virðing fyri tínum
viðspælarum og mótspælarum,
skrivaði Luka Modric á Twitter.
Ballon d’Or
Tað er franska tíðarritið, France
Football, sum skipar fyri Ballon
d’Or. Heitið hevur verið til síðani
1956, tá Stanley Matthews vann.
Fram til 1995 var tað bara til
spælarar úr Evropa. Síðani bleiv
tað til spælarar, sum spæla í Ev
ropa, áðrenn tað í 2007 fór at
umfata allan heimin. Frá 2010
til 2015 løgdu Ballon d’or og
FIFA saman, men eru nú aftur
hvør sær. Tað er ein journalistur
úr hvørjum landi, sum atkvøður
fyri Ballon d’Or.
Lionel Messi og Cristiano
Ronaldo hava vunnið bóltin 11
ferðir sína millum. Síðani hava
Michel Platini (1983, 1984, 1985),
Johan Cruyff (1971, 1973, 1974) og
Marco van Basten (1988, 1989, 1992)
vunnið bóltin tríggjar ferðir.
Messi ella van Dijk
Tað eru altíð nógvar meiningar
um fótbólt. Ikki minst, tá tað
kemur til einstaklingar. Tað
var drúgt kjak um sigurin hjá
Luka Modric í fjør. Millum
annað tí Lionel Messi endaði
á fimta plássi, hóast hann
enn eina ferð hevi eitt framúr
ár sum einstaklingur.
Aftur í ár dominerar Lionel
Messi tølini fyri ein framrætt
aðan spælara í einum av fimm
teimum stóru kappingunum í
Evropa. Hann skorar flest mál,
leggur upp, dribblar og skapar
eisini flest málmøguleikar.
Avbjóðingin kemur, tá tú
skal seta einstaklingaavrikini
upp í móti liðavrikinum. Millum
annað møttust Lionel Messi og
Virgil van Dijk í hálvfinaluni í
Champions League. Her vann
Liverpool og fór víðari til
finaluna, sum teir vunnu 2-0
á Tottenham, men tað hoyrir
eisini við til søguna, at Lionel
Messi skoraði tvær ferðir í 3-0
sigrinum á Camp Nou. Hann átti
eisini lut í øllum álopunum, sum
FC Barcelona hevði á Anfield, tá
Liverpool vendi øllum á høvdið
og vann 4-0.
FC Barcelona vann La Liga
fyri áttindu ferð upp á 11 ár,
meðan Liverpool fekk heili 97
stig, men bleiv nummar tvey í
Premier League.
Tað er ongin ivi um, at Virgil
van Dijk hevur kollvelt Liver
pool, síðani hann um ársskiftið
2017/18 kom til felagið frá
Southampton. Miðverjin úr
Hollandi ein av bara tíggju
verjuspælarum, sum er endaði
í topp trý. Av øðrum kunnu
nevnast Paolo Maldini, Franz
Beckenbauer, Franco Baresi, Ro
berto Carlos og Fabio Cannavaro,
sum vann bóltin í 2006.
Ronaldo
hongur í enn
Cristiano Ronaldo
verður 35 ár skjótt,
men
endar
nummar trý á
listanum. Hann
hevur ikki havt
sítt besta kapp
ingarár, men
í
treytinum
fyri at atkvøða,
stendur at tú
skal eisini taka
atlit til yrkis
leiðina sum heild.
Her er tað bara
Lionel Messi, sum kann
kappast við portugisisku
heimsstjørnuna. Tað er tætt
millum Cristiano Ronaldo
og Sadio Mané úr Liverpool.
Skjóti vonguirn hjá Liverpool
hevur verið ein av týdningar
miklastu spælarunum hjá
Liverpool í góðu gongdini sein
astu trý árini. Heldur senegalski
landsliðsspælarin áframt við
sínum góðu avrikum, so verður
hann skjótt at gott boð upp
á Ballon d’Or bóltin. Bara ein
afrikanskur spælari hevur
vunnið Ballon d’Or, tað var
liberiski George Weah, sum
vann í 1995.
Ein annar afrikansur spæl
ari, sum hevur gjørt sum seg
seinastu trý árini er liðfelag
in hjá Sadio Mané í Liverpool,
Mohamed Salah. Skjóti og máls
økni vongurin úr Egyptalandi
bleiv nummar fimm á
listanum í ár.
Liverpool væl við
Tað gongur væl hjá
Liverpool í hesum
døgum. Felagið er
Champions League
vinnari og fekk heili
97 stig í Premier League
farna
kappingarár.
Hetta kappingarárið er
Liverpool fyribils greitt
oddalið í Premier League.
Tað sæst eisini aftur á Ballon
d’Or stigatalvuni, tí ikki færri enn
seks spælarar úr Liverpoool eru
í topp 26. Umframt áðurnevndu
Virgil van Dijk, Sadio Mané og
Mo Salah, so eru Alisson Beck
er (7), Roberto Firmino (17),
Trent Alexander-Arnold (19) og
Georginio Wijnaldum (26) eisini
á listanum í ár.
Søguliga eru Ballon d’Or
vinnararnir úr FC Brcelona,
við seks vinnarum og 12 Ballon
Tað eru altíð ymiskar meining um fótbólt og spælarar,
men døma vit útfrá Ballon d’Or bóltum, so er Lionel Messi
við sínum sætta Ballon d’Or bólti besti fótbóltsspælarin
nakrantíð. Hann vann Ballon d’Or 2019 við bara
sjey stigum fleiri enn Virgil van Dijk úr Liverpool
ÍTRÓTTUR: Fótbóltur
Ballon d’Or 2019:
LIONEL MESSI
LIONEL MESSI
ER NÚ BESTUR
ER NÚ BESTUR
NAKRANTÍÐ
NAKRANTÍÐ