Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. desember 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. desember 2019 · Nr. 142 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal Tað var í okkara hugaheimi eing­in ivi um, at kvinnurnar hjá H71 fóru at hava tamarhald á StÍF og vinna ein róligan sigur. Samstundis var eisini væntað, at menninir hjá H71 fóru at endurtaka kynstrið frá heimadystinum ímóti StÍF, tá ið gjørdist til greiðan H71-sigur. Men vit fóru púra skeiv. StÍF vann 26-25 á H71 í SMS-deildini. StÍF byrjaði kappingarárið uttan at hava vunnið ein dyst í meira enn tvey kappingarár, men nú kom triði sigurin hetta kappingarárið, og greitt tann, ið gevur størstu virðingina. H71 hevur, undantikið ein dyst ímóti Kyndli og ein ímóti Neistanum, víst seg sum ein av greiðu gullfavorittunum, men hetta má nú umhugsast. Og so var tað mansliðið. Seinast H71 og StÍF dystaðust í Okkaradeildini, vann H71 við 14 málum í Hoyvík. Sunnudagin vann StÍF 31-30 á oddaliðnum, har tað eydnaðist at koppa dystinum rætta vegin seinastu løtuna. StÍF hevur framvegis ikki tapt á heimavølli í Okkara­ deild­ini, og heldur tann gongdin fram, kann tað gerast sera av­ger­andi hvar liðini liggja á stiga­talvuni. Endar StÍF eitt nú á fremsta plássið í grundspælinum, fær StÍF ein dyst á heimavølli fleiri enn mótstøðuliðið, og tá kann nógv vera vunnið við hesari gongdini. Kyndilsvsónin kyknað Tað tykist í øllum førum sum, at StÍF, H71, Neistin og VÍF fara at enda á teimum fýra ovastu og avgerandi plássunum. Tí KÍF hóttir ikki fjórða plássið í løtuni, eftir at Kyndil fór við báðum stigunum í Kollafirði leygar­dagin. Kreppurakta Kyndilsliðið byrj­aði sum eitt óløgi, og legði seg á odda 6-0 og helt leiðsluna í 20 minuttir, áðrenn dysturin javn­aði seg. Tað var spenningur til sein­ asta bríkls, og tað endaði við, at Kyndil vann dystin 26-25. Vónin hjá Kyndli er kyknað aftur eftir hetta, hóast tað tykist trupult at røkka tey fýra stigini upp til VÍF upp á sein­astu sjey dystirnar. Men Kyndil vísti eitt eyka vápn í Kollafirði. Nýggi danin í Kyndli, Anders Ris­dal, spældi sín greitt besta dyst í grønu troyggjuni, og held­ur tað fram kann Kyndil hótta a f t u r . Millum annað næsta vikuskiftið ímóti VÍF í Havn. Vinnur Kyndil tann dyst­ in eru bert tvey stig upp til VÍF við seks dystum eftir at leika í grundspælinum. Tí seinasta tíðin hevur víst, at tað helst er VÍF sum kann hóttast. StÍF økti við sigrinum sunnudagin, og Neistin helt fram at økja á øðrum plássi, tá ið tað eydnaðist at vinna við fýra málum á Team Klaksvík. Team Klaksvík argaði neistamenn Tað var ein dystur, sum Team Klaks­ vík hevði heiður av. Klaks­vík­ingar vóru á odda við fýra málum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og dysturin var javnur til seinastu tíggju minutt­irnar. Neistin, sum hevur verið flúgv­andi seinastu vikurnar, var í stórum trupulleikum ímóti serliga nýggja málverjanum hjá Team Klaksvík, Strahinja Popo­ vic. Avrikið hjá málverjanum legði lunnar undir ein trygg­ leika, sum Sámal á Tjaldra­ fløtti, Jens Pauli Mohr og Kaito HONDBÓLTUR SKELKUR Á SKELKUR Á SKÁLA SKÁLA OG ONNUR OG ONNUR ÓVÆNTAÐI ÚRSLIT ÓVÆNTAÐI ÚRSLIT StÍF fekk sítt besta úrslit í SMS-deildini í fleiri ár, tá ið tað eydnaðist at vinna 26- 25 á FM-biðlunum úr H71. Samstundis vann mansliðið hjá StÍF eisini á H71, meðan Kyndil reisti seg við sigri á KÍF og Team Klaksvík argaði Neistan