Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. desember 2019 · Nr. 143 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Bjarni Jøkladal 17.10.1926 – 23.10.2019 Tað var á Essostøðini í Kollafjarðardali, at tú gavst tær far um henda mann. Har rak Bjarni sína egnu fyritøku í tríati ár. Mong munnu minnast aftur á løtur Frammi í Dalinum, har beinasemi varð víst og hjálp, tá ið stóð á, annað­ hvørt tú ein summardag vart upp­ steðg­aður fyri brennievni, ella tú á vetr­ardegi ikki vanst vegin víðari í eini kava­ódn. Bjarni var fuglfirðingur, men føddur á Tvøroyri. Foreldur hansara vóru Maria, fødd Høgnesen, ættað úr Oynd­ ar­firði, og Óli Jøkladal, vanliga róptur Óli á Lakjuni, sum var ættaður úr Fuglafirði. Maria var sjúkrasystur og var kend millum manna sum hjálpsom í heimbygd síni, har eingin lækni var í teirri tíðini. Óli var skipari. Hevði gingið á sjómansskúlanum í Marstal. Óli gjørdist seinni havnarmeistari í Fugla­firði. Bjarni var elstur av seks systkjum. Hini systkini eru Høgni, Ragna, Oddma, Heri og Ólav. Tríggir av Jøkladals­brøðr­ un­um vóru maskinmeistarar. Eftir barnaskúlan í Fuglafirði varð farið í holt við at læra á Tórshavnar Skipa­smiðju og hildið varð fram við lær­uni í Blikksmiðjuni hjá Kjølbro á Forna­gørðum í Klaksvík, har morbróðir hans­ara Erling Høgnesen var leiðari. Eftir lokna útbúgving og motor- og mask­inpassaraprøvan í Havnini sein­ ast í fjørutiárunum fór Bjarni til skips sum 2. meistari við skonnartini “Hjørd­ is”, sum júst hevði fingið nýggjan B.&W. motor ísettan. Eftir hetta var hann 2. meist­ari við trolaranum Krosssteini. Nú bar leiðin so aftur til Klaksvíkar, har mask­inistskúlin var á dagsskránni fyrst í fimm­ti­árunum. Næstu tíggju árini var Bjarni síðan á sjónum, fyrst sum maskinmeistari nøk­ur ár við hvalabátinum Sirru í miðj­ uni av fimmtiárunum, síðan við trol­ar­ un­um hjá Kjølbro Jóannesi Patursson – Bónd­anum – og fyrst í sekstiárunum við Sjúrð­arbergi, til hann legðist upp á land. Ein skipsfelagi Bjarna, Jógvan Hamm­ ­er, hevur greitt frá: ”Eg hevði tann for­ rætt at sigla saman við Bjarna við Sjúrð­arbergi í 1963. Tá kom hann mær til hjálpar, einaferð radarin var fyri­ ging­in, og vísti hann tá, hvussu góður hand­verkari hann var. Tað vísti seg at vera ein mekaniskur feilur. Eitt pinku­ lítið tannhjól var brotnað, og mek­an­ isk­ir eykalutir vóru ikki til at uppdríva í Grønlandi. Tá vóru góð ráð dýr. Skuldu vit bróta túr av, ella hvat. Tá mælti Bjarni á sín still­føra hátt, at hann vildi gera eina roynd. Ongin kjansur, helt eg. Men ikki veit eg - nakað seinni kom Bjarni aftur, og hevði hann tá gjørt eitt nýtt tann­ hjól úr einum bakelit-stykki, hann hevði funnið. Eg setti tað í og setti Kelv­in-radaran í gongd aftur. Jú - hann riggaði - og tannhjólið helt túr­in út. Soleiðis reddaði hann tann túrin hjá Sjúrðarbergi, hjá okkum øllum og hjá Kjølbro.” Mangan segði Bjarni frá minniliga túrinum við Sirru, tá ið teir fingu ein bláhval – einasti bláhvalur, ið varð fing­ in tey árini. Bjarni stóð sjálvur við spælið hesa spennandi løtu. Bjarni tók nú við leiðarastarvinum í Blikksmiðjuni hjá Kjølbro á Forna­gørð­ um í Klaksvík, har hann mong ár framm­ anundan hevði starvast. Starvið røkti hann til lítar, inntil hann flutti í Kolla­ fjarðardal í 1968. Bjarni var ættkærur maður og tókst nógv við ættargransking. Øll árini, eftir at hann gavst at sigla, hevði Bjarni bát, og var hetta hansara høvuðsítriv, tá ið ein løta beyðst. Bjarni var, eftir at høvuðs­yrkið varð lagt á hillina, kortini lætt­ur á fótum og var fúsur til verka at taka eina hond í, har ið á stóð. Í so máta kundi hann gera mongum ungum manni til skammar við áræði sínum og virkis­fýsni. Optimismuna tókst tú ikki frá honum. Bjarni giftist í 1952 við Torbjørg Maritu, fødd Jacobsen - seinni á Bergi, ættað úr Klaksvík. Foreldur hennara vóru Elisabet, rópt Betta, fødd Mikkel­ sen, ættað úr Syðrugøtu, og Sámal á Bergi, vanliga nevndur Sámal hjá Antin­esi. Torbjørg andaðist í 2011, 78 ára gomul. Bjarni og Torbjørg fingu tveir synir: Ólav og Bjarta. Ólavur býr í Hoy­vík, og Bjarti býr í Sørvági. Bjarni var virkin í samkomulívinum í brøðrasamkomuni, og myndaði hann í mong ár leiðsluna í samkomuni Zion í Kolla­firði. Eisini var hann virkin í Kristni­boðssambandinum, har hann eitt skifti var nevndarlimur. Eftir at flutt varð úr Kollafjarðardali til Hoy­ vík­ar, gjørdist Lívdin andaliga heimið hjá húskinum. Heilt upp í ellisár síni sást Bjarni í gøt­um býarins – stundum ávegis á kon­sert og stundum á fundi, annað­ hvørt í Lívdini ella í Ebenezer. Men nú, farin um tey níti, tók megin umsíðir at vikna, og Bjarni legði sær leiðina oman á Lágargarð, har hann bú­ leik­aðist hetta seinasta hálva árið. Ein av yndissálmum Bjarna var hes­ in, sum so mangan varð sungin í Zion í Kollafirði: Hvør elskuligt títt bústað er, á, Harri, Kongur mín. Sálmur eftir Hans M. Miklagarð við lagi eftir Jens Gutte­sen. Ja, tínum skjóli trygt hvønn dag vit liva styrkjast í, inntil ein dag har uppi klárt lívssólin skínur fríð. Í sálminum Deginum eg bíði eftir, skínandi og signaðum skrivar Samuel T. Francis í týðing Victors Danielsen við lagi eftir Franz Joseph Haydn: Deginum eg bíði eftir, skínandi og signaðum tá ið henda sorgarnáttin svinnur fyri ljósinum, tá ið eg skal Harran síggja, langt frá tárum, synd og sorg, allar ævir hann tilbiðja har í lívsins ljósu borg. Ljósinum eg bíði eftir - tó í trúgv eg síggi tað – av tí bjørtu morgunstjørnu, sum skal skyggja klárt ein dag. Gjøgnum gráu dimmalætting síggi eg tað stíga hátt, ljósið, sum skal reka burtur hesa tungu, døpru nátt. Harranum eg bíði eftir, sum læt lívið fyri meg, og sum lovar: Eg skal koma heim til mín at taka teg! Fótspor hans eg nærum hoyri, skjótt, á, skjótt hann koma má, og mær leingist, ja, mær leingist honum brátt at búgva hjá. Nú upprann løta Bjarna við deginum skínandi og signaðum. Við takksemi minnast vit Torbjørg og Bjarna Jøkladal. Árni av Reyni