týsdagur 10. desember 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. desember 2019 · Nr. 143
14
Sosialurin
JÓL Í FØROYUM
ANNIKA ELSKAR JÓLINI
- Eg eri stolt av okkara býi, sum hvørt ár er so
fantastiska vakur og hugnaligur, sigur Annika
Olsen borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Vilmund Jacobsen
N
ú vit eru komin væl inn í jóla
mánaðin, hava vit sett borgar
stjóranum í høvuðsstaðarkommu
nuni, Anniku Olsen, nakrar spurningar
um almennar uppgávur og ymiskt í
samband við jólahøgtíðina.
Hvørjar almennar uppgávur hevur
borgarstjórin?
- Jólahugnin í høvuðsstaðnum byrj
ar av álvara, tá jólatræið verður tendrað
á Vaglinum. Hetta er mín fyrsta al
menna uppgáva í samband við høgtíð
ina, sum stundar til, sigur hon.
Ein serlig løta
Borgarstjórin vísir á, at sum siður er,
fær Tórshavnar kommuna eitt stórt og
flott jólatræ frá okkara grannum í Ís
landi, og tað er altíð eitt politiskt um
boð, sum kemur á vitjan í hesum sam
bandi.
- Mín leiklutur er at taka mær væl av
teimum, meðan tey eru her. Tað er altíð
ein serlig løta, tá træið verður tendrað,
og allur býurin kemur í ein jólaham.
Eftir at træið er tendrað, plaga vit at
bjóða jólabollar, kaffi og kakur á Vagl
inum.
Annika Olsen vísir á, at hon rættiliga
kemur í jólahýr, tá henda løta er í býn
um.
- Av øðrum almennum uppgávum,
eg havi, er eitt nú at vitja á Herberginum
jólaaftan og at drekka ein drekkamun
saman
við
búfólkunum,
sigur
borgarstjórin.
Annika elskar jólini
Verður vitjað á stovnum annars, nú jól
ini stunda til?
- Her havi eg ikki nakra fasta upp
gávu, men eg havi gjørt mær ta til eina
traditión at vitja øll ellis-og røktarheim
og sambýli í kommununi um jólini. Eg
haldi, at tað er so ómetaliga umráðandi
at sleppa at heilsa upp á okkara eldru
borgarar um jólini – ikki minst, tí tað
eru so mong, sum ongan góðan hava.
Vitjar borgarstjórin út í krókarnar í
kommununi og heilsar upp á fólk?
- Tíverri fái eg ikki stundir at vitja út
í hvønn krók í Tórshavnar kommunu,
men eg royni at koma so nógv runt
sum til ber, Annika Olsen.
Borgarstjórin dylur ikki fyri, at hon
elskar jólini, og hon elskar at pynta til
jólar.
- Mær dámar at hava so nógvar lýs
andi perur og nissur sum gjørligt, sigur
Annika Olsen brosandi.
Ein serlig kensla
Hvør er kenslan at vera borgarstjóri í
høvuðsstaðnum, nú býur og bygdir eru
pyntað til jólar?
- Jú, tað er ein serlig kensla at vera
borgarstjóri um jólini. Eg eri stolt av
okkara býi, sum hvørt ár er so fantast
iska vakur og hugnaligur. Bæði Visit
Tórshavn og øll gera sítt til, at býurin
skal vera so hugnaligur sum gjørligt.
Jólahugnin røkkur eisini út um Vaglið,
tí tað verða eisini jólahald hildin í
hugnaligu bygdunum í Tórshavnar
kommunu, sigur borgarstjórin.
Hvussu heldur borgarstjórin jól?
- Jólaaftansmorgun byrjar við einari
vitjan á Herberginum, har eg drekki ein
drekkamunn saman við búfólkunum.
Síðan er gudstænasta á Ellisheiminum
í Havn.
Annika Olsen sigur, at heima við hús
verður gjørt klárt til jóladøgurða, og
klokkan 17 jólaaftan fer hon í Vestur
kirkjuna til jólagudstænastu.
- Løtan í kirkjuni er besta løtan, har
friður kemur yvir øll, og vit kunnu lata
jólaboðskapin koma til okkara.
Borgarstjórin sigur, at um kvøldið
savnast familjan til jóladøgurða við øll
um tí, sum hoyrir til ein slíkan.
- Vit gera nógv burtur úr at vera
saman um jólini, og vit skiftast um at
vitja systkini og foreldur til døgurða
um jólini, sigur Annika Olsen, borgar
stjóri í Tórshavnar kommunu.
- Tað er altíð ein serlig løta, tá jólatræið á Vaglinum verður tendrað,
og allur býurin kemur í ein jólaham, sigur borgarstjórin