mikudagur 15. desember 2004síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 240 - 15. desember 2004
Marjus Dam,
løgtingsmaður
Fyri nøkrum árum síðani
varð ríkisveitingin eftir
einari nátt skerd við nærum
400 milliónum krónum ár-
liga. Ongin útrokning um
møguligar búskaparligar
avleiðingar vórðu gjørdar.
Tað undraði ikki sørt, tí tá
undirritaði legði fram upp-
skot um at avtaka avgjaldið
av hvítavørum, so úttalaði
Landabankastjórin
seg
greitt ímóti at avtaka av-
gjaldið, tí tað kom at upp-
hita føroyska búskapin (tal-
an var um 10-12 milliónir).
Hvussu kann ein skerjing
uppá 400 milliónir krónur í
reinari inntøku kunna fara
aftur við borðinum uttan
nakra viðmerking frá bú-
skaparligu stovnum okkara?
Hvussu kundi tað bera
til? Men tað gjørdi tað so.
Karsten Hansen hevði ikki
politiskan áhuga í at upp-
lýsa um hesi viðurskiftir,
og helst heldur ikki áhuga í
at hoyra nakað um av-
leiðingarnar.
Eg havi í Løgtinginum, í
nevnd, eins og í bløðunum
sett fyrispurning til nú
fráfarandi formannin í Bú-
skaparráðnum
Herman
Oskarsson, um hvørjar
avleiðingar tað fekk fyri tað
føroyska samfelagið, at
ríkisveitingin minkaði við
366,4 milliónum krónum
árliga. Umframt at prístals-
reguleringin varð fastfryst.
Fleiri ár eru farin. Onki
svar. Ein tigandi tøgn.
Landsbankin hevur higartil
heldur onki havt at siga um
hesi viðurskiftir!
Ein skuldi trú, at tað
hevði stóran áhuga, serliga
hjá einum búskaparráði, at
lýst hvørji árin møguliga
komu at vera eftir eina slíka
skerjing, bæði um fiska-
prísir vóru høgir, ella um
teir vóru lágir, um alivinna
gekk væl, ella ikki.
Men higatil hava vit onki
svar fingið.
Skjótt fráfarandi for-
maðurin í búskaparáðnum
fær spurningin enn eina-
ferð. Alt búskaparráðið fær
somuleiðis
spurningin,
Landsbankin og stjórin fáa
eisini spurningin.
Nú er so mikið fráliðið,
at tíðin helst er farin frá at
gera eina meting. Heldur er
rímiligt at gera eina eftir-
meting av avleiðingunum
av at skerja ríkisveitingina.
Hvar høvdu vit verið bú-
skaparliga um ríkisveiting-
in ikki var skerd. Í mun til
at hon er skerd.
Eg haldi, at tað er ein
áhugaverdur spurningur at
svara uppá búskaparliga.
Um eg var alment settur
búskaparfrøðingur trúgvi
eg, at ein hevði havt arbeitt
og svarað spurninginum,
langt áðrenn hann var settur.
Men hví onki svar fæst upp
á hendan spurning undra eg
eins og fleiri onnur seg sera
nógv yvir. Hava tit sum
»óheftir stovnar« fingið
munnkurv? Ella er spurn-
ingurin fullkomuliga óvið-
komandi, sæð frá einum
búskaparligum sjónarmiði?
Hevði nakað undirskot
verið á fíggjarlógini, um
ríkisveitingin ikki var skerd,
og fíggjarpolitikkurin ann-
ars varð førdur skilagott?
Sera áhugavert at fingið
svar uppá.
Um føroyskir búskapars-
tovnar ikki vilja svara, so
haldi eg, at rímiligt hevði
verið at spurt stovnar aðrar
staðir nevndu spurningar.
Tí svarast kunnu hesir
spurningar - og teir skulu
svarast!
Enn einaferð spyrji eg Búskaparráðið?
Stríð Jesusar fyri teg
og meg
– ein heilsan til John
og Heina
Jenis av Rana
Tit trúgva á Gud - trúgvi á
Meg við. Hetta bað Jesus
lærisveinar sínar, beint
áðrenn stríð og bardagi
Hansara byrjaðu á Golgata.
Bardagi og stríð Hansar
fyri teg og meg, stríðið,
sum
at
enda
kostaði
Honum lívið! Ikki tí hann
hevði
gjørt
minsta
skeivleikan, nei, órættur
varð
ikki
funnin
hjá
honum.
Tóat hann var eins og
Gud, gjørdi Hann ikki krav
uppá Guddómleika sín,
men valdi at gerast menn-
iskjum líkur. Og Hann fór
strævnu leiðina til Golgata,
alla tíðina vitandi um, hvør
endin fór at verða.
Hóast hann gekk um og
gjørdi væl, royndu tey at
myrða Hann, men miðvísur
gekk Hann leið tína og
mína.
Í Getsemane var angistin
so svár, at hann sveittaði
blóð, men tó helt hann á í
stríði sínum- fyri teg og
meg.
Tey háðaðu og spottaðu
Hann á vegnum niðan Gol-
gata, spýttu og bardu hann
av, men onki fekk forða
fótafetum Hansara á ferðini
at bjarga tær og mær.
Við snildum royndu teir
at lokka hann niður av
Krossinum, men kærleiki
hansara var størri. Einglar í
tíggjutúsundatali
stóðu
alspentir tilreiðar at koma
Honum til hjálpar, men
neyðarróp
hoyrdu
teir
einki. Ístaðin skakaðist
søgan av rópinum: tað er
fullgjørt- rópið, sum boð-
aði frælsi til milliónir av
monnum og kvinnum, sum,
heldur enn at stríðast móti
Honum, hava boygt seg í
undran og takksemi fyri
Honum.
Gott at Hann valdi at
stríðast fyri okkum, stríðið,
sum ongin okra hevur
minsta
møguleikan
at
vinna.
VIÐMERKINGAR
Fransákeldan
Eitt livandi kelduvað ið ikki tornar
eg leggist á knæ fái mær í lógva
av tí trystallklára vatni ið svalandi er
sløkkir tosta gevur lív og heilsubót.
Fari framm við brúsandi ánni
komin oman á niðasta hamar
har Sálarbótará rennur móti Altarinum
standi á bakka har fossurin fellur á Altarhellu.
Prædikustólurin steinur nevndur
leysur av sjóvarmála
eins og varðtekin stendur
móti Nólsoyarfirði vendir.
Úti á víðum havi seglskip
í vindloysi rekur mót landi
vatnið gongur undan, verður tikið av streymi
vestfalli dregur mót Argjalandi.
Nú kom gleðisróp í lat akker falla
teir síggja fossin falla niður á hellu
søgnin sigur at fransar drógu vatn frá Fransá
tá takkaðu teir Guði fyri lívsins vatn.
Viggo Olsen
Lesið
-so eru tit við!
Út- & Sjónvarp
DANTAX
DVD/CD spælari við fjarstýring til
sølu fyri 500,00 kr. Er uml 1 ára
gamal; sera lítið brúktur.
Tlf. 310039 eftir kl. 19.00
PHILIPS
farve tv 24" 1.500,-
Tlf. 219868
ANALOG DEKODARI
av merkinum PACE til sølu.
Tlf. 503249
DIGITALUR MÓTTAKARI
av merkinum Nokia til sølu.
Tlf. 503249
28" NOKIA SJÓNVARP TIL
SØLU
100 Hz, virtual dolby surround, 3
scart stikk, VGA-stikk. Sjónvarpið er
svart og er uml. 5 ára gamalt.
Tlf. 441515/229023
Ymiskt
FERÐASEÐIL TIL FØROYA
Einvegis ferðaseðil frá Keypmanna-
havn til Føroya tann 29-12-2004
við Atlantsflog til sølu fyri 1000,-
Ring 441097
TIL SØLU
Pentax Digital kamera, 3.2
megapixel, 3x optisk 200 m, 128
mb ram, tasku go ekstra batteri
2.400,-
Tlf. 219868
NOKIA 7210
farveskræm, radio og headset 900,-
Tlf. 219868
DYKKERFLASKE
12L skal trykprøves 500,-
Tlf. 219868
SIEMENS MC60 FARTELEFON
til sølu fyri 1.000 kr. Einki brúkt,
sum nýggj.
Tlf. 226688
VINDEYGA TIL SØLU
2 H-vindeygu 120 x 120 cm. og
4 H. vindeygu 130 x 120 cm. við
termorútum bíliga til sølu.
Tlf. 503249
JØRÐ Í KVÍVÍK TIL SØLU
Fæst nøktandi boð, eru tríggir gyllin
í Ognarhaganum, innan - og
uttangarðs, til sølu.
Áhugað ringið 312176/321615
FROSTMANNAÚTGERÐ TIL
SØLU
15 L fløska, alt uttan vestur.
Tlf. 370077
TRAPPA TIL SØLU
Trappuhol ca. 1,90 x 196, breidd
102 , hædd ca.216, høgra niður.
Tlf. 517526
BORÐTENNISBORÐ
Hevur onkur eitt borðtennisborð til
sølu. Best um tað kann sláast upp
og rullast til síðis.
Tlf. 421097
ER TÚ BANGIN FYRI AT
FLÚGVA
Sigla, fyri hæddum ella smáum
rúmum, ella vit tú av við aðrar
»fobiir«? Nýggja TFT-viðgerðin
kann kanska hjálpa tær. Fyri
Suðuroy
Tlf. 254752
SPARKARI YNSKIST
Er tað nakar, sum kann selja mær
ein sparkara. Vinarliga ring
tlf. 332190
BYRSA
Cal. 12 side by side »aclett« við
Ejector í góðum standi, til sølu fyri
ca. 1.800 kr.
Tlf. 266506/316312
HANDILSDISKUR
ynskist.
Tlf. 225785
PENGAKASSI
ynskist til keyps.
Tlf. 225785
TIL SØLU
Brúktur oljutangi í góðum standi,
hevur staðið inni, tekur 1200 l.
Prísur kr. 1.000,00.
Tlf. 319412/272805
TRÁÐLEYS BREIÐBAND
Er títt tráðleysa breiðband trygt ella
nýtur grannin gott av tí eisini? Vit
kunnu tryggja tað.
NetCom tlf. 505025/505026
VAKSTRARHÚS TIL SØLU
Húsið er 1200 fermetrar. Áhugað
kunnu venda sær til
Tlf. 211853
TIL SØLU
Fjarstýrt modelflogfar og fjarstýrdur
bátur og bilur til sølu. Tveir motorar
til modelflogfar fylgja við og tvær
kompl. fjarstýringar. Bíliga til sølu.
Tlf. 267656
YNSKIST
Tvey góð vindeygu b. 80, l. 110,
ynskjast bíliga.
Tlf. 253211
PARABOL TIL SØLU
Parabol við móttakara bíliga til
sølu.
Tlf. 583388
YMIST TIL SØLU
Solarium (24 rør) 2.000,- Flymro
330 plenuklippari 800,-
Hornaeimhetta við motor 1.000,-
Tlf. 421789
i