Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. desember 2019 · Nr. 143 16 Sosialurin JÓL Í FØROYUM TÁ JÓLASKIP KEMUR Á TVØROYRI - Jólamenninir fara at hava okkurt gott við til børnini, og síðan fara teir at vitja í handlum í býnum, sigur Sólfríð Bech, kunningarleiðari Vilmund Jacobsen E in stór løta á Tvøroyri, nú tað stund­ar til jólar, er løtan, tá jóla­ skipið kem­ur til bygdar. Hetta verð­ur seinna­partin leyg­ar­dagin hin 21. des­ember. Sólfríð Bech, kunningar­leið­ari í Tvør­oyrar kommunu, sig­ur, at jóla­ menn­inir í ár hava leigað Thorshavn, og tað verð­ur eitt pyntað skip við nógv­ um jólamonnum, sum leggur til bryggju á Tvøroyri. - Jólamenninir fara at hava okkurt gott við til børnini, og síðan fara teir at vitja í handl­um í býnum. Sólfríð Bech sigur, at bæði leygar­ kvøldið 21. og sunnu­kvøldið 22. des­emb­ er fara handl­ar í býnum at hava opið til klokk­an 20 og tollaks­messu­dag, 23. des­ ember, verður opið til klokkan 22. JÓLAKONSERT Í SALT LEYGARKVØLDIÐ Nú kemur Jórunn Gudmundsen við bólki í Salt, har tey fara at fáa suðuroyingar í jólahýri Vilmund Jacobsen S alt bjóðar til ársins jóla­kon­sert í Salt leyg­ar­kvøldið, 14. desember klokk­an 20. Tað verður 26 ára gamla, Jór­unn Gudmundsen úr Sanda­vági, sum fer at fram­føra við bólki. - Tey fara at tulka kendar jóla­ sangir og fara at fáa okkum øll í jóla­ hýri, siga tey í Salt, sum skipa fyri for­vitnisligu jóla­konsertini. Sjálv spælir Jórun Gud­mund­sen guit­ar og syngur, og sam­an við sær á pall í Salt fer hon at hava Magna Hus­gaard á klav­er, James Olsen á trumm­ur, Høgna Fagraberg á guit­ar og John Johansen á bass. Jórun Gudmundsen hevur sein­ astu árini verið virkin á føroyska tón­leika­pallinum og hev­ur givið út fleiri stakløg. AMARIEL NORÐOY Í SALT Fríggjadagin 13. desember klokkan 15.30 letur Amariel Norðoy upp listaframsýning í Salt á Drelnesi Vilmund Jacobsen H etta er ein rættiliga umfat­ andi framsýning, sum bæði fevnir um gamlar og nýggjar málningar hjá listamanninum. Tá framsýningin letur upp, verður lista­ maðurin eisini sjálvur til steðar. Her verður pinnamatur og okkurt leskandi, og Lív og Tróndur fara at seta sín dám á tiltakið við nøkrum løgum, sum tey fara at spæla. Á heimasíðuni www.salt.fo er nógv at lesa um listamannin, sum er føddur hin 9. oktober í 1945 í Klaks­ vík, har hann eisini vaks upp. Tey vóru 12 fólk í húsi. Foreldur, seks dreingir og fýra gentur. Pápin róði út, og hann hevði nógvar munn­ ar at metta. - Sum hjá flestu dreingjum tá í tíðini var tað eisini sjógvurin, ið lá fremstur í huganum hjá Amarieli, og 14 ára gamal fór hann á sumri í 1960 til Grønlands við skonnartini Tinga­ nes sum kokkadrongur. Millum mangt, sum sagt verður um Amariel Norðoy á www.salt.fo, er, at hann hevur hildið fast við sín upp­runa, og hansara samleiki vikast ikki. Tá trongskygni hevur trokað seg inn á hann, hevur hann dugað væl at flust hylkini av smáligari hugs­an uttan av sær. - Hann er vorðin heimsborgari, ein kosmopolittur, sum ikki heingir seg í lokalt smáklandur, verður lagt aftr­at. Í ár hava jólamenninir leigað Thorshavn, og teir leggja til bryggju á Tvøroyri seinnapartin leygardagin hin 21. desember Leygarkvøldið fer Jórun Gudmundsen við bólki á pall í Salt Amariel Norðoy hevur hildið fast við sín uppruna, og hansara samleiki vikast ikki