týsdagur 10. desember 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. desember 2019 · Nr. 143
18
Sosialurin
JÓL Í FØROYUM
Nýggjárshald í Vági
er nakað fyri seg
- Hetta er eitt ógvuliga hugnaligt kvøld í Vági,
og eg eri líka spentur hvørja ferð – spentur eftir
at síggja, hvussu veðrið fer at hátta sær, og
hvussu alt tiltakið annars fer at taka seg út, sigur
formaðurin í nýggjársnevndini, Búi Dahl í Vági
Vilmund Jacobsen
Í
Vági verður serliga nógv gjørt
burtur úr seinasta degi í árinum
og gamlaárskvøldi, og tá stóra til
takið við faklagongu, báli og stór
um fýrverksshowi er liðugt eftir mid
nátt, verður stórdansur á Eiðinum.
Í Vágs Høll fara Showmenn við Kim
Hansen, Eyðuni & Terja at spæla, og í
VB-húsinum fara Hans Jacob & Vin
menn at spæla.
Trúgvir stuðlar
Formaður í nýggjársnevndini í Vági er
Búi Dahl, og hóast hann er í bestu ár
um, hevur hann verið partur av hesum
í eini 25 ár. Tað sama hava aðrir eisini
verið.
- Vit eru fleiri, sum hava verið við,
síðan vit vóru smádreingir. Páparnir
vóru við, og tá teir góvust kanska mið
skeiðis í nítiárunum ella har umleið,
tóku vit yvir, og nú eru børnini hjá okk
um eisini við.
Búi Dahl sigur, at nýggjárshaldið so
leiðis hevur partur av hansara tilveru
alt lívið.
- Hetta er eitt ógvuliga hugnaligt
kvøld í Vági, og eg eri líka spentur hvørja
ferð – spentur eftir at síggja, hvussu
veðrið fer at hátta sær, og hvussu alt
tiltakið annars fer at taka seg út.
Tað er ikki sørt, sigur hann brosandi,
at adrenalinið koyrir runt í kroppinum
henda dagin.
Hann vísir á, at hóast fýrverkið, sum
árini eru liðin, er vorðið størri og flott
ari, so hevur kortini verið skotið á
nøkulunda sama hátt í fleiri ár, har kúl
urnar eru í einum øki fyri seg – battarí
ini fyri seg.
- Tað eru eisini í stóran mun somu
menn, sum hava skotið fyri okkum ár
undan ári, og onkur hevur kanska
skotið í eina fjórðingsøld, sigur Búi
Dahl.
Ymisk tiltøk
Men, tað verður eisini ymiskt annað á
skránni í Vági seinasta dag í árinum.
Í tímunum frá klokkan 10-12 bjóðar
nýggjársnevndin til ókeypis almennan
morgunmat í Garðslon, sum er á Vágs
vegi 114. Hetta er í gamla Billiarshúsin
um, og her eru øll hjartaliga vælkomin.
Vanliga plaga eini 250-300 fólk at koma
til morgunmatarborðið, og eingin verð
ur koyrdur avstað aftur.
Klokkan 10 byrjar eisini kirkjurenn
ingin, sum verður frá Vágs kirkju til
Porkeris kirkju og aftur til Vágs.
Búi Dahl vísir á, at klokkan 12.30 lata
dyrnar upp til barnatiltak í VB-hús
inum, sum byrjar klokkan 13.
- Her verður ymiskt undirhald, spøl,
andlitsmáling, og Ingi Poulsen fer
eisini at syngja fyri børnunum, leggur
hann aftrat.
Faklagongan hjá monnum fer frá
Vágs Skipasmiðju klokkan 23.45, og
faklagongan hjá kvinnum byrjar við
Meinigheitshúsið, tá menninir koma
vestureftir.
Búi Dahl sigur, at bálið og stóra fýr
verksshowið verða á Tríkantinum og
Sandinum, og sum vant verður sálm
urin – “Tíðin rennur sum streymur í á”
– sungin, áðrenn faklarnir verða tveitt
ir í bátin.
Filmur um haldið
Teir báðir, Uni Arge og Hans Petur
Hansen, hava eisini gjørt ein film, sum
lýsir nýggjárshaldið í Vági. Hetta eru
upptøkur, sum eru gjørdar yvir tvey
nýggjárshald fyri at fáa tað mesta við,
sum fer fram í Vági ein slíkan dag og
gamlaárskvøld.
- Vit hava latið henda film gera, og
hann kann eisini keypast av áhugaðum,
sigur Búi Dahl, sum longu nú er farin at
gleða seg til stóra nýggjárshaldið í
Vági.
Nógv ymiskt á skránni í Vági í desember
Vilmund Jacobsen
F
ram til nýggjárs verður nógv ym
iskt á skránni í Vágs kommunu,
sum hevur við jól og nýggjárið at
gera.
Nú fríggjadagin hin 13. desember
klokkan 18 verða jólini sungin inn í
Vágs kirkju. Her verður Lusiagongd og
barnakór, og prestur verður, Patric
Conway de Neergaard.
Dagin eftir – sunnudagin hin 15. des
ember – verður skipað fyri nissurenn
ing hjá Hvistuni, og her verður mtt í
nissuhúgvu. Her verður byrjað og
endað við Hotel Bakkan.
Klokkan 16 sunnudagin komandi
verða jólini sungin inn í Frelsunarher
inum.
Ein annað tiltak, sum Frelsunarher
urin eisini skipar fyri, er jólaverkstaður,
sum verður leygardagin 21. desember
frá klokkan 11-15, og her eru øll væl
komin, bæði ung, gomul, lítil og stór,
sum tikið verður til.
Jólaaftan verður jólagudstænasta í
Vágs kirkju, og her verður Patric Con
way de Neergaard prestur.
Fara vit til 1. Jóladag, verður lestur í
Vágs kirkju klokkan 11 henda dagin, og
klokkan 18 verður møti fyri alla familj
una í Bethel.
Á gudstænastuni, sum verður í Vágs
kirkju 2. jóladag klokkan 11, verður Jens
Mortan Mortensen, prestur, og henda
dagin klokkan 16 verður árliga jóla
veitslan hjá Frelsunarherinum og møti
fyri alla familjuna í Bethel klokkan 18.
Í Vági verður nógv gjørt burtur úr fýrverkinum
Búi Dahl er formaður í
nýggjársnevndini í Vági