týsdagur 10. desember 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. desember 2019 · Nr. 143
22
Sosialurin
JÓL Í FØROYUM
Seks nýggir jólafilmar á Netflix
Dagarnir verða styttri, og tað fer tíðliga at skýma, nú vit veruliga hava sett hol á vetrahálvuna. Fleiri gleða
seg í eitt av hæddarpunktunum hesa myrku tíð: nevniliga jólini. Um smáar tvær vikur er jólaaftan, og hendan
tíðin inntil jóla er sanniliga merkt av, at jólini skjótt eru her. Mandarinirnar, piparnøturnar, ljósini, kalendararnir
og alt annað, ið vit á siðbundnan hátt seta í sambandi við hesa ársins tíð er nú at fáa í handlunum.
Eisini á Netflix er úrvalið av nýggjum filmum merkt av jólarákinum. Og her eru seks nýggir
jólafilmar til tey, sum longu nú vilja í jólahýr. Listin er at finna á whats-on-netflix.com.
Ein filmur til tín, ið elskar klassisku
kærleikssøguna. Kristin Davis, sum fleiri
kenna frá sendingini Sex and the City hevur
høvuðsleiklutin í hesum jólafilminum. Hon
og maðurin fara ein romantiskan túr til
Zambia, tá sonur teirra flytur heimanífrá
og fer á college. Men maðurin fer frá henni,
og hon fer tá uttan hann - og á ferðini
hittir hon flotta flogskiparan Rob Lowe.
Er at síggja á Netflix frá 1. november 2019.
Her er enn ein kærleikssøga, og í hesi er tað
sjónleikarin Vanessa Hudgens, sum spælir
alisfrøðilærarin Brooke, sum hittir einum
gátuførum harra úr fortíðini. Hann er veruliga
úr fortíðini, tí hann er ein riddari úr miðøldini,
og í søgugongdini roynir Brooke at fáa riddaran
aftur til miðøldina, so hon fær hildið jól í friði
og náðum. Men tað gongst ikki sum ætlað.
Er at síggja á Netflix frá 15. november 2019.
Vit elska tað øll, hóast vit ikki altíð fáa tað
- kava á jólum. Og í hesum filminum fáa vit
tað, tí eitt stórkavakvøld í Richmond, Virginia
leitar ein bólkur av tannáringum eftir kærleika
og vinarbondum. Kendir leikarar, so sum
Jacob Batalon og Shamerik Moore spæla við í
hesum filminum, ið veruliga megnar at skapa
eina frásøgn, ið hyggjarin kennir seg aftur í.
Er at síggja á Netflix frá 8. november 2019.
Romany Malco hevur høvuðsleiklutin sum
ein vælumtóktur plátuvendari og pápi at
fýra forkelaðum børnum. Men tilveran
verður vend á vranguna, tá pápin missir
starvið sum vælkendur útvarpsvertur, og
familjan er í trongari fíggjarligari støðu
beint fyri jól. Gott samanhald og góð hjálp
frá familju knýtir tó sambandið teirra
millum og ger tað sterkari enn áður.
Er at síggja á Netflix frá 28. november 2019.
Klaus er ein flottur og fittur animatiónsfilmur,
ið hóskar seg bæði børnum og vaksnum. Klaus
er ein einsligur timburmaður, sum ein dag hittir
Jesper, sum er postboð. Saman stríðast teir
fyri at fáa keðiligu og køldu bygdina í jólahýr.
Er at síggja á Netflix frá 15. november 2019.
Við jólunum koma gávurnar og í hesum
filminum ein tann størsta gávan: nevniliga
nýføddan grát. Og tað er kongaliga parið
Amber og Richard, sum fáa gávuna.
Men áðrenn jólafriðurin kann valda, so
skal parið loysa eina týdningarmikla
uppgávu, og megna tey ikki tað, so
hendir nakað ræðuligt í kongaríkinum.
Er at síggja á Netflix frá 5. desember 2019.
1: Holiday in the Wild
2: Let It Snow
3: Klaus
4. The Knight Before Christmas
5: Holiday Rush
6. A Christmas Prince:
The Royal Baby