týsdagur 10. desember 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. desember 2019 · Nr. 143
28
Sosialurin
JÓL Í FØROYUM
Piparkøkuhús
Piparkøkuhúsið hevur sín uppruna í
Týsklandi í 16. øld. Hesi flottu køku
húsini, sum vóru prýdd við silvur- og
gullpappíri vórðu við tíðini partur av
jólatraditiónini har. Køkuhúsini vórðu
alsamt betur umtókt, tá brøðurnir
Grimm í 1812 góvu út ævintýrið um
Hans og Gretu, har børnini koma fram
á eitt hús, ið er gjørt av kaku, góðgæti
og øðrum góðum. Tað er ikki heilt víst,
um piparkøkuhúsini vóðu umtókt av
ævintýrinum, ella um tað var ævintýrið,
ið varð umtókt av køkuhúsunum.
Tilfar:
250 gram av smøri
200 gram av myrkum
muscovadosukri
7
súpuskeiðir av ljósum siropi
600 gram av hveitimjøli
2
súpuskeiðir av natron
4
teskeiðir av ingifer
Tilfar til prýði:
200 gram av tunt skornum
mandlum (ikki hakkaðar)
2
eggjahvítar
500 gram av florsukuri
125 gram av lítlum
sjokolátafingrum
Fitt av blandaðum bommum í litum,
sum tær dámar
1
skumfidusu til skorsteinin
Etandi silvurkúlur
Mannagongd
Set ovnin á 200° ella á 180°, um tú nýt
ur luft. Smelta smørið, sukurið og
siroppin á eini pannu. Blanda mjølið,
natronið og tað malna ingiferi saman
í einum stórum bolla, og rør síðani
smørblandingina í til deiggið verður
hart. Er tað torført at fáa at hanga
saman koyr so eitt lítið vet av vatni í
eisini.
Klipp skapilónina út. Legg eitt petti
av bakipapíri á borðið og rulla síðani
ein fjórðing av deigginum út á papp
írið. Tað skal vera á leið 5mm tjúkt.
Sker eina síðu av húsinum út eftir
skapilónini og flyt síðani bakipapp
írið - við húsasíðuni á - á bakiplátuna.
Endurtak hetta, til tú hevur tveir
síðuveggir, vegg framman, vegg aft
an, og tvær takplátur. Eru deiggj
leivdir ber til at gera jólatrø ella okk
urt annað eyka til húsið.
Vel tær skornu mandlurnar, sum eru
í besta standi og prika tær inn í tak
síðurnar við tí spísku síðuni fyrst, so
tær líkjast takflisum. Baka allar síð
urnar í 12 minuttir, ella til deiggið er
hart og eitt sindur myrkt á síðunum.
Lat síðurnar kølna eitt lítið sindur og
snøgga tær síðani við einum knívi.
Lat kølna.
Koyr eggjahvítarnar í ein stóran
bolla og síla florsukurið í. Rør saman
til tjúkkan glasur. Koyr glasurin í ein
sproytiposa við miðalstórum túti.
Sproyta nokk av glasuri á veggjasíð
urnar, so síðurnar kunnu klistrast
saman. Set til dømis eitt lítið ílat inn
í húsið, so tað stuðlar veggjunum.
Lat torna í nakrar tímar.
Flyt ílatið innan úr húsinum og
set síðani á sama hátt takplátur
nar á. Takið er høgt, so best er at
halda plátunum føstum í nakrar
minuttir, til glasururin verður
harður. Lat torna ordiliga til
næsta dag.
Prýð húsið
Sproyta nakað av glasuri eftir
veggunum og líma soleiðis
sjokolátafingrarnar
liggjandi
á. Brúka tríggjar standandi
sjokolátafingrar til hurðina.
Brúka somuleiðis glasur til
at seta góðgætið fast kring
hurðina og frammanfyri á
húsinum. Eisini ber til at gera
glerpípur við sproytiposan
um soleiðis: Halt tútinum 90 gradir
frá takinum og trýst glasur á stødd
við eina ertur úr. Hála tútin niður og
síðani av – glasururin verður hálaður
niður við einum spískum enda. Ger
hetta allan vegin runt húsið.
Klipp skumfidusina, so hon líkist
einum skorsteini, og koyr glasur om
anyvir, so tað líkist kava.
Hevur tú gjørt jólatrø av leivdun
um av deigginum, so ber til at prýða
hesi við glasuri
og silvur kúlum.
Støva húsið við florsukri, so tað
líkist kava. Legg eina lítla rás av
bommum frá hurðini og út á borðið
og set trøini framvið.
Piparkøkuhúsið húsið kann etast
í eina viku, áðrenn tað spillist
Uppskriftin er frá Good Food magazine, januar 2008
Heimsins størsta
piparkøkuhús til
vælgerandi endamál
Heimsins størsta piparkøkuhús
varð bakað og bygt 30. november
2013 í Texas, USA. Køkuhúsið
var 18,28 metrar langt, 12,8
metrar breitt og 18,28 metrar
høgt. Vitjandi fingu høvi til at
hitta sjálvan jólamannin inni í
yvirstóra køkuhúsinum, um
tey altso góvu eina
peningagávu til
Saint Joseph's
Hospital, sum
innsavning til
nýtt trauma
sentur.
Uppskrift:
NÚ:
Í dag er vanligt, at
piparkøkuhús verða
bakað á familjutiltøkum
á jólamarknaðum
kring heimin.
Skapilónin til piparkøkuhúsið kann klippast út á s. 30