Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 144 11 STEINAR PATURSSON M ánakvøldið varn­ að­ust bygdafólk í Mið­vági, at okkurt var áfatt í bygdini. Fleiri løgreglubilar vóru til staðar um­framt sjúkrabilur, og uppsløg fóru í umferð á Facebook, har fólk undr­aðust á, hvat fyrifórst. Eingin visti ítøkiliga at siga, hvat var á vási, og boðini frá løg­regluni til miðlarnar vóru, at okkurt var hent, men meira kunn­ ing var at fáa seinni. Tað varð ikki fyrr enn týs­morg­ un, at løgreglan sendi út tíðinda­ skriv um hendingina. Upplýsingarnar í tíðinda­skriv­ inum vóru ikki nógvar, men sam­ an­umtikið greiddi løgreglan frá, at ein skottilburður hevði verið í bygd­ini. Klokkan hálvgum sjey mána­ kvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður í Miðvági hótti við at gera sjálvmorð. Løgreglan fekk samstundis boð um, at mað­ ur­in var vápnaður, og hann hótti við at skjóta. Løgreglan møtti á staðnum og avbyrgdi økið kring húsini, har maðurin hevði víðgjørt seg. Løg­reglan hevði fingið fatur á av­var­andi hjá manninum í einari roynd at fáa mannin at leggja skotvápnið frá sær og koma út. Eisini var samráðingarpersónur hjá løgregluni til staðar fyri at hjálpa í samskiftinum við mannin. Samskiftið við mannin hevur eftir øllum at døma ikki gingið, sum ætlað, tí um 23 tíðina hevði mað­urin loyst skot av móti løg­ regl­uni. Ein løgreglumaður raktur "yvirfladiskt" av høglum, sum tíðindaskrivið málbar seg, og løgreglan svaraði aftur við at skjóta eftir manninum. Løgreglan fann síðani útav, at mað­urin var raktur av skotunum, og hann fekk tí fyrstuhjálp á staðnum, áðrenn sjúkrabilurin flutti mannin til Havnar á sjúkra­ húsið. Somuleiðis boðaði løgreglan frá, at løgreglan í Keypmannahavn skuldi saman við Ríkisløgregluni kanna tilburðin í Føroyum, nú føroyska løgreglan var inn­ blandað. Vanliga skal Den Uafhængige Politiklagemyndighed upp í tí­lík mál, so skjótt løgreglan hev­ur nýtt pistól. Men av tí at tilburðurin er farin fram í Før­ oy­um, kemur Den Uafhængige Polit­iklagemyndighed ikki upp í málið, tí myndugleikin hevur ikki hei­mild í Føroyum. Týsmorgunin visti løgreglan ikki at siga, hvør heilsustøðan hjá manninum var, men í útvarps­tíð­ indunum á døgurða hevði Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, sagt, at hon hevði biðið Lands­sjúkra­ húsið greiða frá, um hvørt mað­ ur­in var førur fyri at møta upp til grundlógaravhoyr. Um middagsleitið týsdagin boð­aði ákæruvaldið eisini frá á Twitter, at grundlógaravhoyr skuldi vera í Føroya rætti sama dag kl. 15. Eisini boðaði ákæru­ valdið frá, at ákæruvaldið fór at biðja um stongdar hurðar til grund­ lóg­aravhoyrið. Til grundlógaravhoyrið bað ákærin um at fáa mannin varð­ halds­fonglsaðan in absentia fyri dráps­roynd á løgreglumann. Mað­ ur­in hevur loyst fleiri skot av móti løg­regluni, og ein løgreglumaður var raktur av einum skoti ella fleiri skotum. Løgreglumaðurin hevði fingið tvey høgl í andlitið, men í minsta lagi 30 høgl høvdu rakt løgreglumannin í hjálmin. Maðurin, sum skjeyt, var ikki til staðar í rættinum sjálvur, og tí bað ákærin dómaran um at varð­ halds­fongsla mannin in absentia - í fráveru. Maðurin lá í respiratori á sjúkra­húsinum, segði ákærin, og tí bar ikki til at fáa mannin oman í rætt­arsalin. Eftir at ákæran varð lisin upp, bað ákærin dómaran um at fáa restina av grundlógaravhoyrinum fyri stongdar hurðar. Verjin helt hinvegin, at eitt referatforboð var nøktandi. Til hetta svaraði ákærin, at viðgerðin av referatforboðnum skuldi vera fyri stongdum hurðum. Hesum eftirlíkaði dómarin, og miðlafólkini vórðu koyrd útum. Tá avtornaði hevði dóm­ar­in kort­ini gjørt av, at grund­lóg­ar­av­ hoyrið skuldi vera fyri stongdum hurð­um. Ákæruvaldið boðaði seinni frá á Twitter, at maðurin var varðhaldsfongslaður í fýra vik­ur, meðan kanningararbeiðið hjá løgregluni fer fram. Ikki nógv hevur verið at hoyrt um ítøkiligu heilsustøðuna hjá manninum síðani, annað enn tað, at hann lá í respiratori. Løgreglan hevur ikki greitt frá, hvar maðurin varð skotin, hvussu ofta hann var raktur, ella hvussu nógv skot løg­ reglan skjeyt. Men í samrøðu við net­miðilin jn.fo hevur mamma mann­in gjørt greitt, at náttina til miku­dagin varð maðurin lagdur und­ir skurð, tí neyðugt var at taka annað nýrað. Samstundis gjørdi mamman greitt, at maðurin hevur fyri stutt­um verið undir skurði á Ríkis­ sjúkra­húsinum, og hóast skurð­ við­gerin gekk væl, so hevur mað­ urin verið í djúpari kreppu, síðan hann kom heim aftur til Føroya. Eftir ætlan skuldi maðurin niður aftur á Ríkissjúkrahúsið 20. januar. Løgreglu­ maðurin fekk tvey høgl í andlitið, men í minsta lagi 30 høgl raktu hann í hjálmin Soleiðis sá út í Miðvági týsdagin, tá løgreglan hevði avgirt økið kring húsið, har hendingin fór fram