hósdagur 16. desember 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 241 - 16. desember 2004
Fyri fyrstu ferð í
meiri enn 70 ár er
skiparin á einum
bretskum herskipi
koyrdur í land, tí
vandi var fyri, at
manningin fór at gera
uppreistur ímóti
honum
HERSKIP
Árni Joensen
Leiðslan í bretska herflot-
anum roynir at leggja ein
doyvara á tíðindini um, at
skiparin á freghattini HMS
"Somerset" bleiv koyrdur í
land herfyri, men bretsku
fjølmiðlarnir gera nógv
burtur úr tilburðinum.
HMS "Somerset" var á
veg til Bretlands eftir at
hava verið í Persaflógv-an-
um, men tá skipið kom til
Gibraltar, fek tað boð um at
fara inn, og har fekk skip-
arin, David Axon, sekkin.
Sambært
fjølmiðlunum
bleiv hann tveittur í land, tí
manningin hevði hótt við at
gera uppreistur ímóti hon-
um. Sum skilst vildu fleiri
av yvirmonnunum ikki
góðtaka harðrendu fram-
ferðina hjá skiparanum,
men nógvir bretar spyrja,
hvat veruliga hendi umborð
á skipinum.
Sambært fjølmiðlunum
er hetta fyrstu ferð síðani
1931, at trupulleikar hava
verið umborð á einum
bretskum herskipi. David
Axon kemur eftir øllum at
døma fyri ein krígsrætt.
UTTAN ÚR HEIMI
Kravdu skiparan koyrdan í land
Tíðliga gjáramorg-
unin rændu tveir
vápnaðir menn ein
býbuss við 26 ferða-
fólkum í Athen
BUSSRÁN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Teir báðir menninir komu
upp í bussin í býarpartinum
Marathon stutt fyri klokkan
fimm grikska tíð og góvu
bussføraranum boð um at
steðga. Lítla løtu seinni
hevði løgreglan kringsett
bussin, og alvápnaðir løg-
reglumenn við maskin-
byrsum stóðu á varðhaldi
fram við vegnum.
Nakað seinni eydnaðist
tað
bussføraranum
at
sleppa til rýmingar, og
fyrrapartin gjørdu gísla-
rænararnir av at lata fimm
av ferðafólkunum sleppa úr
bussinum.
Frammanundan
høvdu
teir kravt at fáa ein buss-
førara, og at løgreglan
skuldi loyva teimum at
koyra út í altjóða floghavn-
ina í Athen. Grikska løg-
reglan helt upprunaliga, at
gíslarænararnir vóru al-
banar, men seinni kom
fram, at teir vósu russar, og
at teir ætlaðu sær til Russ-
lands við flogfari.
Nakað fyri middag eydn-
aðist tað griksku løgregluni
at fáa samband við teir
báðar menninar, og roynt
varð at fáa teir at lata ferða-
fólkini sleppa úr bussinum.
Hesar tingingarnar vóru
ikki lidnar, tá blaðið fór til
prentingar.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at vápnaðir menn hava rænt
bussar í Grikkalandi. Tað
hendi bæði í 1999 og 2000.
Vápnaðir menn rændu býbuss
Metstórt hall
Hallið
á
amerikanska
handilsjavnanum
tíggju
teir fyrstu mánaðarnar í ár
var metstórt. Uppgerðin
hjá handilsmálaráð-num í
Washington vísir, at hallið
var 500, 5 milliardir doll-
arar ella 2.794 milliardir
krónur. Tað merkir, at
hallið tíggju teir fyrstu
mánaðarnar í ár var størri
enn hallið alt árið í fjør.
Eygleiðarar leggja dent
á, at hallið á amerikanska
handilsjavnanum er vaks-
ið, sjálvt um dollarin er
viknaður tey bæði seinastu
árini. Fallandi dollaravirð-
ið ger amerikanskar vørur
bíligari á útlendska markn-
aðinum, meðan tað er
dýrari hjá amerikanarum
at innflyta útlendskar vør-
ur.
Tey, sum hava hugt at
teimum seinastu tølun-um,
siga, at tann høgi oljuprís-
urin og veksandi innflutn-
ingur eru høvuðsorsøkin
til tað stóra hallið higartil í
ár. Tað er serliga inn-
flutningurin úr Kina, sum
veksur skjótt.
Teir fyrstu
fyri rættin
Í Irak verður roknað við, at
tey fyrstu rættarmálini
ímóti
teimum
næstu
monnunum hjá Saddam
Hussein kunnu byrja longu
í næstu viku.
Ein tann fyrsti, sum
kemur fyri rættin, er Ali
Hassan
al-Majid
ella
"Kemiski Ali", sum hann
ofta verður róptur, tí tað
var hann, sum stóð fyri
eirurgassálopinum á kurd-
arnar
í
áttatiárunum.
Roknað verður eisini við,
at hálvbróður Saddams,
Walban Ibrahim Hassan
al-Tikriti, kemur fyri rætt-
in í næstu viku. Ein annar,
sum eisini bíðar, er tann
kristni
varaforsætisráð-
harrin, Tariq Aziz.
Irakski forsætisráðharr-
in, Iyad Allawi, sigur, at
fyrireikingarnar til rættar-
málini eru komnar so
mikið áleiðis, at tey fyrstu
málini kunnu byrja nú.
Hinvegin dugdi hann ikki
at siga, nær Saddam Hus-
sein sjálvur kemur fyri
rættin.
Síðani
kríggið
hava
irakar og amerikanarar
leitað eftir ymsum, sum
skal nýtast sum próvtilfar í
teimum komandi rætt-ar-
málunum. Eitt nú eru fleiri
hópgravir funnar í sein-
astuni, og tær verða ætl-
andi liður í próvførsluni
ímóti gamla stýrinum í
Bagdad.
Færri verjuskip
Norska
stjórnin
hevur
gjørt av at spara so mikið
innan sjóverjuna næsta ár,
at eitt av skipunum hjá
vaktartænastuni noyðist at
liggja við bryggju helvtina
av 2005.
Ovastin fyri sjóverjuni,
Geir Osen, sigur við blaðið
Nordlys, at sjóverjan hevur
gjørt av at leggja skipið
"Senja" frá 1. februar, og
at tað verður liggjandi við
bryggju til 1. august.
"Senja" er eitt av teimum
fýra stóru skipunum, sum
norska sjóverjan hevur.
Geir Osen sigur, at játt-
anin, sum sjóverjan fær
næsta ár, røkkur ikki til øll
tey fýra skipini, og tí má
eitt teirra liggja helvtina av
árinum.
Geir Osen dylir ikki fyri,
at hann heldur tað vera
neyðugt við øllum fýra
skipunum, men at sjó-
verjuleiðslan noyðist at
halda seg til tað, sum
politikarrnir siga.
Treholt á
russiskum
Russar hava eftir øllum at
døma ikki gloymt norð-
mannin Arna Treholt, sum
bleiv tikin fyri 20 árum
síðani og dømdur fyri at
hava njósnast til frama fyri
Sovjetsamveldið.
Á einari bókamessu í
Moskva fyrr í hesum mán-
aðinum kunngjørdu trý
russisk forløg, at tey
høvdu gjørt av at geva út
eina russiska týðing av
bókini "Gråsoner", sum
Arne Treholt hevur skriv-
að. Í bókini heldur við-
gongur høvundurin, at
hann hevði samband við
sovjetskar njósnarar, men
hann heldur uppá, at hann
var ikki sekur í njósning.
Arne Treholt fekk grið í
1992.
26 ferðafólk vóru í buss-
inum, sum teir báðir
menninir rændu tíðliga
gjáramorgunin
Mynd: Reuters