mánadagur 16. desember 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. desember 2019 · Nr. 145
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er ikki serliga fólkaræðisligur
hugsunarháttur, sum nýggi ting
maðurin, Jóhan Eli L. Poulsen vísir,
í fyrispurningi til mentamálaráð
harran.
Løgtingsmaðurin spyr, um ráð
harrin fer at áleggja kringvarps
stjóranum at kanna, hvør hevur likið
upptøkuna.
Vit kunnu siga og meina nógv
um politikarar. Og tað av røttum.
Men tá tú so fært kensluna av, at
eingin vaksin er millum tingfólkini,
so kemur fjáltur á teg. Tað ber ikki
til, at tingfólk soleiðis leggja upp til
at revsa ein stovn, sum Kringvarp
Føroya, sum jú skal vera armslongd
frá landsstýrismanninum.
Tað er ikki bara tað, at maðurin
er nýggjur, men hann umboðar eina
hugsjón í millum politikarar sum
gongur út upp á at fáa fjølmiðlarnar
at makka rætt – at fáa fjølmiðlarnar
at kína politiska valdinum.
Hartil mugu vit ikki koma aftur!
Hugsið um hesar spurningarnar
frá tingmanninum, sum kunnu vera
annaðhvørt tollutir ella óhugnaligir:
1. Fer Landsstýrismaðurin at
áleggja Kringvarpsstjóranum at
kanna, hvør hevur likið út upptøku
na um “Huawei-málið”?
2. Hvørjar avleiðingar fær tað fyri
KVF, at teir hava tiltuskað sær upp
lýsingar á óvanligan/ólógligan hátt?
3. Hvussu ætlar Landsstýrismað
urin at tryggja sær, at tað framyvir
ikki verður miðlað út av statsgoldna
stovninum, KVF, upplýsingar, ið
kunnu seta landsins virði og trúvirði
í vanda?
Hetta eru spurningar, sum lands
stýrismaðurin ikki á nakran hátt
kann svara, tí hetta er uttan fyri
hansara øki. Men spurningarnir vísa
ein hugburð hjá ávísum politikarum
til frælsar fjølmiðlar.
Men um als og yvirhøvur eingin
hóttan um nakað sum helst er sett
fram á hesum famøsa fundi, hví er
tað so umráðandi at seta fram fúta
bann ímóti Kringvarpinum fyri at
spæla av óseka boðskapin?
Áhugavert verður tó at frætta,
hvussu landsstýrismaðurin fer at
svara spurningunum frá tingmann
inum. Vit hava eina samgongu við
rættiliga stórum parti av »sløkk-
lortið« viðhaldsfólki – fólki, sum í
summum førum vilja Kringvarpi
num til lívs.
Hósat tingmaðurin leggur upp til
tað, so fer landsstýrismaðurin valla
at hevna seg inn á Kringvarpið. Tað
er lættari at sita uttanfyri við hvøss
um meiningum, tá tú onga ábyrgd
hevur. Hetta hevur mentamála
ráðharrin longu staðfest – og tað
ger hann helst aftur í hesum máli
– sum í grundini ikki er annað enn
ein barnsligur spurningur – sum tó
má takast í álvara, tí tað er ein fólka
valdur tingmaður, sum setir hann.
Ein barnsligur spurningur –
settur av einum løgtingsmanni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
HEVNIÐ TYKKUM Á KRINGVARPIÐ
Hava handað tilmæli
um viðgerðartrygd
Tilmæli um at
skipa viðgerðar
trygd varð í dag
handað Kaj Leo
Holm Johann
esen, landsstýr
ismanni í Heilsu
málum
Í tilmælinum er ein gjøgnum
gongd av teimum skipanum,
ið onnur Norðurlond hava
valt at seta í verk. Skipan
irnar eru ymiskar, og av tí
sama er eisini ymiskt, hvat
viðgerðartrygd fer at kosta.
Í tilmælinum stendur, at
uppgerðir yvir bíðitíðir skulu
betrast, at ymsu leistirnir
innan
viðgerðartrygd
verða kannaðir nærri, at
heilsuverkið produktiónsop
timerar sínar tænastur, um
framt at arbeitt verður fram
móti, at minka um bíðitíðir
nar, ið eru frammanundan.
Kaj Leo Holm Johannesen
segði til handanina, at til
mælið var spennandi fyri seg
sum landsstýrismann, men
ikki minst sjúklingarnar og
øll tey heilsustarvsfólk, ið
eru innan heilsuverkið.
Landsstýrismaðurin
gjørdi greitt, at við nýggja
tilmælinum er fokus sett á
føroyska heilsuverkið, og at
fyrst og fremst verður hugt
eftir teimum stuttskygdu
tiltøkunum, soleiðis at úrslit
verða at síggja sum skjótast.
Arbeiðsbólkurin er mann
aður 11 fólkum, ið øll hava
tilknýti
til
heilsuverkið
í
Føroyum.
Formaður
í
arbeiðsbólkinum
Thomas
Schiøler, varastjóri í Sjúkra
húsverkinum.
Bull-
shit baro
metrið
riggar
RÓGVI ÓLAVSON
VIÐMERKING SÍÐA 9
Jóan
Pauli um
Vestur
vón
UMMÆLI SÍÐA 14
Kinesiski sendi
harrin í Danmark
vísir aftur, at
hann hevur hótt
føroyingar við
handilsavtalu
Eirikur Lindenskov
Kinesiski sendiharrin í Dan
mark, Feng Tie, hevur ikki
hótt landsstýrið.
Tað ger hann greitt í sam
røðu við DR Nyheder.
– Eg havi á ongan hátt
hótt føroyskar politikarar,
sigur Feng Tie.
Fleiri danskir politikarar
hava ávarað ímóti at lata
Huawei standa fyri 5G net
inum, tí teir óttast, at Kina
kann
brúka
tøknina
til
njósning.
Søgan
um
møguliga
trýstið frá Kina kom fram
eftir eina loyniliga upp
tøku av samrøðu millum
Helga Abrahamsen, lands
stýrismann, og aðalstjóra
hansara, Herálv Joensen,
har aðalstjórin greiddi hon
um frá innihaldinum av
fundi millum landsstýrið og
kinesiska sendiharran – ein
upptøka, sum kom upp á
bandið hjá Kringvarpinum,
sum var í ferð við at gera
samrøðu við landsstýris
mannin, tá aðalstjórin dró
hann til viks at kunna hann
um fundin.
Sendiharrin
viðgongur,
at tosað varð um Huawei á
fundinum.
– Sum kinesiskur sendi
maður í Danmark er tað mítt
arbeiði og skylda at hava
fundir við føroyskar poli
tikarar fyri at tryggja mær,
at Huawei verður rættvíst
viðfarið og uttan diskrimin
atión. So endmál mítt at fara
til Føroyar var einfalt – at
tryggja, at Huawei verður
viðfarið virðiliga, sigur hann.
Feng Tie vil ikki svara
spurninginum, um møgulig
handilsavtala millum tey
bæði londini stendur og fell
ur við, um Føroyar fara at
brúka Huawei sum veitara.
– Eg tosaði við føroyingar
um mangt og hvat, bæði Hua
wei og handilssambond. Men
vanliga siga vit ikki almenn
inginum, hvat verður tosað
á afturlætnum fundum. Tað
er vanlig diplomatisk mann
agongd.
Spurdur um hann ikki
vil viðmerka, um hann setti
samband ímillum handils
avtalu og samstarv við Hua
wei, svarar hann:
– Tað vil eg ikki viðmerkja,
men eg vil fegin leggja dent
á, at eg ikki hótti nakran. Tað
er eisini váttað av føroying
unum, og teir mugu vera teir
bestu at døma, um eg hótti
teir ella ikki.
Fleiri danskir politikarar,
teirra millum Lars Løkke
Rasmussen, hava heitt á
stjórnina um at mæla Føroy
um frá at velja Huawei. Feng
Tie hevur tó álti á føroying
um.
– Tey eru eitt lítið land,
men eisini eitt viljasterkt
fólk. So eg eri vísur í, at tey
taka tær røttu avgerðirnar.
Kinesiski sendiharrin í
Danmark, Feng Hui, vil ikki
hava sitandi á sær, at hann
hevur hótt føroyingar
Huawei skuldi hava rættvísi