týsdagur 17. desember 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið,
kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00
og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@
sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Nógv politiskt virksemi er í Løgtingi
num hesa vikuna. Tí hesa vikuna skal
løgtingið rulla aftur partar av fisk
ivinnunýskipanini hjá undanfarnu
samgongu, eins og uppsøgn okkara
av Hoyvíkssáttmálanum við Ísland
skal takast aftur fyri at verja fíggjar
lig áhugamál í Íslandi.
Vit hava gott nokk hoyrt røddir í
Sambandsflokkinum talað at, nú ætl
anin um at geva veiðirættindini út
aftur ókeypis gerst veruleiki.
Tað var fyrrverandi sambands
tingmaðurin Eivin Jacobsen í Sørvági,
sum vísti á vísdómsorðini hjá politi
ska snillinginum í Sørvági Jørgeni
Niclasen, undan valinum: »Takið tit
bara løgmann, so fáa vit politikkin«.
Formaður Fólkafloksins visti væl,
at hann fór ikki at gerast løgmaður.
Og hví skuldi hann tað? Fólkaflokk
urin fær nógv mest burturúr at sita
saman við øðrum flokkum, sum hava
løgmann.
Seinast Fólkaflokkurin hevði pol
itisku leiðsluna var frá 1998 til 2004.
Tá var tað Tjóðveldi, sum setti dags
skránna við at klandrast við danir.
Men síðani hevur Fólkaflokkurin
sitið í tveimum samgongum við
Javnaðarflokkinum og Sambands
flokkinum, sum báðir gjørdu, sum
Fólkaflokkurin segði. Og í borgar
ligu samgonguni frá 2011 til 2015
hevði Fólkaflokkurin buktina og
báðar endarnar. Sama støða verður
aftur nú. Sambandsflokkurin sit
ur við róðrið, men Fólkaflokkurin
stýrir trygt politikkinum. So kunnu
ávísir sambandsmenn látast at vera
eitt sindur upp á tvørs av Fólka
flokkinum. Men tað hjálpir so lítið.
Fólkið hevur valt Fólkaflokkin, og
Sambandsflokkurin hevur valt Fólka
flokkin. Har Fólkaflokkurin er, har
ræður hann. Fólkaflokkurin hevur
krútsterkar politikarar sum Jørgen
Niclasen og Jacob Vestergaard. Tað
sum teir hava sett sær fyri, tað koyra
teir ígjøgnum, og tá fara tey í Sam
bandsflokkinum ikki at gera annað
enn at makka rætt. Soleiðis er tað og
soleiðis verður tað. Hetta vita øll, sum
fylgja eitt lítið sindur við í politikki.
Andøvandi sambandsmenn sum
Johan Dahl hava tó rætt í tíð, at tað
líkist ongum at pressa lógaruppskot
ígjøgnum vinnunevndina og Løgting
ið, uttan at taka sær neyðugu tíðina
at viðgera tey. Men tað er ikki tað,
sum tað snýr seg um. Tað eru sterk
ar kreftir í samfelagnum, sum vilja
hava tað sum var fólksins vilji í síðstu
samgongu broytt aftur – og tað eru
tær kreftirnar, sum eru upp á spæl.
Okkum nýtist ikki at fara til Kina og
USA fyri at síggja, hvussu óhugna
ligar pengakreftirnar eru.
Vit hava tað inni í okkara egna
parlamenti. Tað hevur størri týdning
í løtuni at tryggja fíggjarlig rættindi
hjá ávísum útlendksum og føroyskum
pengakreftum og føroyskum strá
monnum, enn at brúka neyðugu tíð
ina at viðgera málið út frá, hvat best
er fyri landið og fólkið í Føroyum.
Pengavald í fremmandum
londum skal verjast...
VERJA VUNNIN RÆTTIDI
Håkan
er bjart
skygdur
ÍTRÓTTUR SÍÐA 30-31
Kunnu
fleirfalda
virði
JANET FRÍÐA
JOHANNESEN
KJAK SÍÐA 16
Við hesari ferðini
tekur tað sjey ár
at bora tunnilin
til Dals
Áki Bertholdsen
Tað eru eingi útlit til, at fámj
iningar fáa tunnil enn á sinni.
Í Hvussu so er, er eingin ætl
an um at seta meiri ferð á
arbeiðið hjá tunlaliðnun hjá
Landsverki.
Undanfarna
samgonga
samtykti, at tunnilin til Dals
skuldi vera tann fyrsti tunn
ilin, sum tunlaliðið skuldi
gera, og síðani skuldi farast
undir tunnilin til Fámjins.
Annars høvdu fámjin
ingar mestsum tunnilin í
pottinum, tí tá ið Henrik Old
var landsstýrismaður í sam
ferðslumálum, ætlaði hann,
at hetta skuldi vera fyrsti
tunnilin, nýstovnaða tunla
liðið skuldi gera.
Men samgongan tók hann
av ræðið og gjørdi av at Dals
tunnilin skuldi verða tann
fyrsti.
Sostatt mistu fámjiningar
tunnilin á stokkinum. Men
enn var ein vón, tí allir flokk
ar sum sótu í táverandi and
støðu, og sum nú mynda
samgongu, umframt uttan
flokkatinglimirnir,
Kristin
Michelsen og Magni Laksá
foss, løgdu uppskot fyri
Løgtingið um at fara undir
Fámjinstunnilin, men tað
varð felt.
Og tað einasta, sum nú er
at frætta um Fámjinstunnil
in, er, at Kristin Michelsen,
tinglimur
fyri
Sjálvstýri,
hevur heitt á samgonguna
um at framskunda Fámjins
tunnilin.
Tunlaliðið hjá Landsverki
hevur níggju milliónir krón
ur at arbeiða fyri í ár, og tað
mesta av teinum pengunum
eru brúktir upp á at keypa
borivogn og aðra útgerð, og
upp á at fyrireika arbeiði.
Og eftir uppskotinum
til fíggjarlóg, sum nú liggur
í Løgtinginum, og skal av
greiðast hesa vikuna, sæst,
at eisini næsta ár eru níggju
milliónir settar av til tunla
liðið hjá Landsverki.
Hinvegin hevur Lands
verk boðað frá, at skal tunl
aliðið arbeiða alt árið, krevst
ein játtan upp á 20 milliónir
og fyri tað upphæddina ber
til at bora einar 750 metrar
av tunli.
Dalstunnilin
er
2.200
metrar langur, og sostatt
hevði tað tikið trý ár at bora
hann ígjøgnum, og so eitt ár
afturat at gera hann lidnan.
Og tað merkir, at arbeiðið
upp á Fámjinstunnilin kundi
byrjað í 2023 ella 2024.
Men nú bara níggju mill
iónir eru settar av til tunl
aliðið næsta ár, fer tað at
taka meiri enn tvær ferðir so
langa tíð at gera Dalstunnil
in. So verður hetta gongdin
hesi næstu árini, verður tað
sostatt ikki fyrr enn út ímóti
2030, at farast kann undir
tunnilin til Fámjins.
Ein millión djóra- og plantu
sløg eru í vanda fyri at verða
týnd. Føroyskur ungdómur
verður nú boðin at vera við
til at gera nakað við tað.
Norðurlendskar ungdóms
røddir skulu hoyrast, tá Sam
eindu Tjóðir koma saman at
verja heimsins lívmargfeldi.
Føroyskar røddir sjálvsagt
eisini. Boðskapurin frá teim
um ungu verður borin fram
á ST-fundi í Kina í oktober
2020. Men 24. januar 2020
er høvið hjá ungum í Før
oyum til at vera partur av
hesum týdningarmikla kjaki.
Tá kunnu tey koma við á
verkstovu, sum Umhvørvis
stovan skipar fyri.
Verkstovan varar ein dag.
Tey ungu læra um lívmarg
feldi, aktuellu støðuna við
hóttum djóra- og plantusløg
um, arbeiðið hjá ST higartil og
norðurlendska leiklutin. Kjak
verður eftir hvørt upplegg, og
til endans finna vit fram til
kjarnuboðskapirnar hjá før
oyska ungdóminum. Slíkar
verkstovur vera í øllum Norð
urlondum.
Sum
framhald
av
verkstovunum
í
Norð
urlondum
verður
ein
norðurlendskur
ungdóms
toppfundur í februar 2020.
Úrslitini frá kjakinum verða
síðani løgd fram av eini
norðurlendskari
ungdóms
sendinevnd, tá londini hittast
á ST-fundi í Kina at seta
nýggj mál um lívmargfeldi.
Tiltakið verður í Reins
arínum í Tórsgøtu í Havn
24. januar. Øll ung kunnu
verða við. Einasta krav er,
at lutttakararnir hava eina
telefon ella teldu við til
elektroniskar atkvøðugreiðsl
ur. Eisini er nakað av tilfari at
lesa, so øll eru fyrireikað, tá
verkstovan byrjar. Tað kostar
onki at luttaka.
Høvi hjá ungum at bera
umhvørvisboðskap til ST
Eingi útlit fyri fámjiningar
fáa tunnil enn á sinni