týsdagur 17. desember 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Frants Jensen
– Tað var bókstavliga
seinasta
mjólkkúgvin,
ið fór úr Suðuroynni
í seinastu viku. Nú er
eingin eftir í Suðuroy,
sigur Rólvur Djurhuus,
landbúnaðarráðgevi
á
Búnaðarstovuni.
Tað eru viðoyingar, ið
hava keypt mjólkkvotu
na, sum var í Øravík. Í
seinastu viku fluttu teir
tær 30 kýrnar, ið vóru í
Øravík norður til Viðar
eiðis, og nú er eingin
mjólkkúgv eftir í Suður
oynni.
Syðsta kúgvin í Før
oyum er sostatt í Stóru
Dímun. Hon er tó ikki
partur
av
mjólkfram
leiðsluni í Føroyum, men
verður bara nýtt til hús
brúk.
Kvotan í Øravík
seld til Viðareiðis
Teir tríggir bøndurnir á
Viðareiði Nils Absalon
sen, Rói Matras Absalon
sen og Esmar Sørensen,
lótu upp nýmótans stór
fjósið eysturi á Heiðum á
Viðareiði í seinastu viku.
Teir ætla at hava 120 neyt,
og fyri at fáa nóg mikið av
neytum hava teir keypt
mjólkkvotur aðrastaðni
úr
landinum,
millum
annað mjólkkvotuna í
Øravík.
Viðoyingarnir eru byrj
aðir við 59 neytum, men í
januar, tá ið hin helvtin
av fjósinum verður tikin
í nýtslu, verða 110 neyt í
fjósinum. Við tíðini ætla
teir at hava 120 neyt í
fjósinum.
Sí meira um hetta í
mánadagssosialinum.
19 fjós eftir
Frá at hava verið meira
enn
100
mjólkbøndur
kring landið í 1985, 65 í
2005, so eru nú bara 19
fjós
við
mjólkneytum
eftir í landinum. Eitt
í Norðoyggjum, fýra í
Eysturoy, átta í Streym
oynni, eitt í Vágum og
fimm í Sandoynni.
– Gongdin tey seinnu
árini hevur verið tann,
at tað vera færri og færri
fjós. Tey nýggju fjósini, ið
koma, eru størri og meir
nýmótans. Sama gongdin
er eisini í londunum
uttan um okkum, sigur
Rólvur Djurhuus.
12 nýmótans
fjós um 10 ár
Hann vísir á, at tað helst
fara at vera enn færri fjós
í Føroyum um nøkur ár.
– So hvørt onkur bón
di leggur frá sær, fara
teir eftirverandi at keypa
kvotu
ella
at
leggja
saman og gera nýmótans
fjós. Onkrir av teimum
núverandi
bóndunum
arbeiða eisini við saman
leggingum. Tað er tó ein
treyt, at fígging fæst. Tað
er ein natúrlig gongd, at
tað vera færri og størri
eindir, sigur hann.
Landbúnaðarráðgevin
vísir á, at fyri at fáa
fígging, so mugu fjósini
vaksa.
Tað
er
sera
arbeiðskrevjandi at reka
tey gomlu fjósini, og hann
vísir á, at í framtíðini vera
tað tólmenni, ið mjólka í
øllum fjósum í Føroyum.
– Eg vænti, at innan 10
ár, so vera bara umleið 12
fjós í landinum við mjólk
neytum. Og tá verða alt
størri eindir, sigur Rólvur
Djurhuus.
Ein fortreyt fyri størri
fjósum er eisini, at tað er
nóg mikið av bøi at sláa,
so tað verður nóg mikið
av hoyggi til neytini.
Eindir við 60 ella
120 neytum
Í løtuni eru fýra nýmót
ans fjós í landinum, har
alt er meira ella minni
automatiskt.
Tað
er
fjósini í Havnardali, har
tað eru 120 neyt, tað á
Vatnaskørðum
við
60
neytum, tað í Syðradali á
Streymoynni, har tað eru
umleið 40 neyt og nýggja
fjósið á Viðareiði, sum
eftir ætlan skal hava 120
neyt.
– Hvørt tólmennini,
sum mjólkar í nýggju
fjósunum, er roknað til
60 kýr. Tí skulu vit vænta,
at smæstu eindirnar í
framtíðini vera 60 kýr.
Fleiri av minnu eind
unum í dag hava um 20
ella 30 mjólkneyt. Nakrir
velja at hava størri fjós og
tvey tólmenni, og í teim
um fjósunum vera 120
kýr, sigur Rólvur Djur
huus.
Fleiri litrar – færri kýr
Hann vísir tó á, at tað er
ikki talið á neytum, ið er
tað mest avgerandi, men
heldur, hvussu nógv neyt
skulu til at fáa ta mjólk
ina, ið Føroyar hevur tørv
á.
Tilsamans vera umleið
7,5 milliónir litrar mjólk
aðar í Føroyum um árið.
– Tað eru færri neyt
í Føroyum nú, enn tað
vóru fyrr, men kýrnar
mjólka munandi meira,
og tí fáa vit kortini meira
mjólk, hóast tað eru færri
mjólkneyt, sigur Rólvur
Djurhuus.
frants@sosialurin.fo
SEINASTA
SEINASTA
KÚGVIN FARIN
KÚGVIN FARIN
ÚR SUÐUROYNNI
ÚR SUÐUROYNNI
Nógv er broytt innan landbúnaðin
seinastu árini. Frá at hava verið
yvir 100 mjólkbøndur í 1980 eru
nú bara 19 eftir. Í síðstu viku fór
seinasta kúgvin úr Suðuroynni
Tey seinastu mjólkneytini eru farin úr Suðuroynni. Tey eru enda norðast í Føroyum, á Viðareiði
Rólvur Djurhuus, landbúnaðarráðgevi