týsdagur 17. desember 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
”Og so skulu gás vit
hava…”
Soleiðis verður skrivað
í bókini, Peters Jul. Men,
tað er nógv vatn runnið
í ánni, síðan Peters Jul
varð skrivað í 1866.
Eins og við nógvum
øðrum traditiónum, er
eisini siðbundni jóladøg
urðin í einari broytingar
tíð.
Helst hevur altíð verið
kjak um siðvenjur. Nøkur
hava brúk fyri at halda
fast um siðvenjur, tí tey
halda, at tað eru so fáar
slíkar eftir.
Tá alt ”uttan fyri” kann
tykjast so kaotiskt, kann
jóladøgurðin
vera
ein
máti at savnast um sið
venjur – at halda fast um
ein part av tí, sum var.
Og í flestu familjum
riggar hetta eisini fínt.
Siðvenjur kunnu sum
vanar geva tryggleika,
men tær kunnu tíverri
eisini spenna bein fyri
trivnaði í familjuni.
Tá jóladøgurðin skal
fyrireikast, og ymiskar
siðvenjur og mentanir
skulu sita til borðs saman,
eiga vit at hugsa gjølliga
um, hvørjir vanarnir eru.
Alt broytist, sum tíðin
gongur – eisini mongu
siðvenjurnar, sum hava
tilknýti til jólini.
Matur er kærleiki
Hvat er týdningarmest
fyri teg á jólum?
Fyri mong er matur tað
sama sum kærleiki.
Hugsa tær, hvat tað ger
við okkum, tá tey smáu
ikki eta matin. So, um
gestirnir ikki vilja eta tað,
sum borðreitt verður við,
kann hetta kennast sum
ein havnan.
Tú kanst velja at halda
fast um siðbundna jóla
matin ella vera forvitin
eftir at royna okkurt
nýtt.
Tað kann kanska vera
eina roynd vert at royna
okkurt øðrvísi, tí matur
og kenslur verða ofta
samantvinnað.
Eins og pengar og
gávur hjá summum, kann
matur hjá øðrum tala eitt
kærleiksmál.
Ymiskar siðvenjur
Lone Carmel, sum er
familjuráðgevi
og
rit
høvundur, skrivar í www.
helse.dk, at hon í sínum
arbeiði
hevur
hjálpt
nógvum familjum, sum
tíverri hava verið noyddir
at skilja seg sundur til
ávís høvi, tí siðvenjurnar
hava verið so ymiskar.
Hon heldur tað tískil
vera týdningarmikið, at
tey, sum skulu til døgurða
á jólum, fortelja vertun
um um síni ynski.
- Eins væl eigur vert
urin eisini at fortelja
sínum gestum, hvørjum
borðreitt
verður
við
til jóladøgurðan, sigur
familjuráðgevin og rit
høvundurin.
Matur og mentan
Hon vísir eisini á, at tá fólk
úr øðrum mentanum ella
trúarbólkum eru vorðin
partur av familjuni, er
sjálvsagt
neyðugt
at
taka ávís fyrivarni, um
familjan skal savnast um
døgurðaborð.
- Um onkur kanska
ikki tolir okkurt, er eisini
neyðugt at hava hetta í
huga, so maturin eisini
kann tilpassast tørvinum.
Lone
Carmel
reisir
eisini
spurningin,
um
tað skal vera munur á, tá
fólk ikki tola matin – ella,
tá maturin onkusvegna
stríðir ímóti mentanar
ligari sannføring.
- Verturin eigur at
sleppa at gera av, hvussu
tingini skulu fyriganga.
Ynskja gestirnir okkurt
annað enn tað, tú hugsar
tær at borðreiða við - ja,
so noyðist tú sum vertur
at siga frá, at tú ikki
hevur hug at gera annan
mat til høvi enn tann, tú
plagar at gera.
Vegetarur og jól
Tað øvuta kann eisini
gera seg galdandi, tá
vegetarurin – ella urta
átarin – heldur jól.
- Tá kanst tú biðja gest
irnar taka matin við – ella,
tit gera eina neyðsemju,
um vilji og hugur er til
tess.
Lone Carmel sigur, at
maturin hevur týdning
fyri felagsskapin. Men,
hugnin og stemningurin
kunnu eisini gerast leys
av matinum, tá familjan
hugsar um, at tað eru
nærvera, samvera og so
leiðis
felagsskapurin,
sum eru í hásæti í jóla
hugnanum.
Opin fyri frábrigdum
Lone Carmel greiðir frá,
at í hennara nærmastu
familju eru onkrir veg
anar, glutenallergikarar,
vegetarar, ein sum hevur
sukursjúku og ein sum
ikki tolir mjólk – ella sum
er
laktosuintolerantur,
sum tað so fínt verður
rópt.
- Tí verður jóladøg
urðin eisini fjølbroyttur í
okkara familju, tó at dun
na eisini er við, sigur hon.
Tað er altíð soleiðis,
sigur ráðgevin, at fólk
hava ymiskar meiningar
um heilsu og vælveru.
Men, higartil kunnu eitt
nú grønmeti og bønir
etast av teimum flestu.
- Flestu dáma hetta,
og
møguleikarnir
eru
óendaligir, eins og grøn
meti og bønir rigga væl
saman við steikini, tú
kanska gjarna vil hava á
borðinum á jólum, sigur
familjuráðgevin.
Fjølbroytt jólaborð
Lone Carmel vísir á, at
salat, suppa og kókað ella
bakað grønmeti smakka
jú sera væl, og kanska
hava gestirnir, sum tú
fært til borðs, eisini onk
ur hugskot.
- Eg ynski tykkum ein
góð jól saman við øllum
tí, sum kann hoyra til eitt
fjølbroytt jólaborð, legg
ur familjuráðgevin og rit
høvundurin aftrat.
BJÓÐAR TÚ VEGETARINUM
TIL DUNNUSTEIK JÓLAAFTAN?
Tú kanst velja at halda fast um siðbundna jólamatin ella vera forvitin eftir at royna okkurt nýtt.
Kanska kann tað vera vert at royna okkurt øðrvísi, tí matur og kenslur verða ofta samantvinnað