týsdagur 17. desember 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Tað hevur ligið á ljóði, at
semja er í samgonguni
um tær broytingar, sum
skulu gerast í lógini um
fyrisiting av sjófeingi,
men hóast tað, so tykist
trupult at semjast hjá
samgongufólkum
í
vinnunevndini.
Nevndin bað tingfo
rmannin um meira tíð
at viðgera broytingar
uppskotini, men ting
formaðurin gav teimum
ikki eyka freist. Hetta
var gjørt, so til ber at fáa
broytingaruppskotini
samtykt áðrenn tingið fer
í jólafrí.
Vinnunevndin
fund
aðist allan maánadagin.
Hon hevði sett lands
stýrismanninum
við
fiskivinnumálum
17
spurnignar við undir
spurningum, sum lands
stýrismaðurin royndi at
svara uppá mánadagin.
Minnilutin í vinnu
nevndini – sum altso
umboðar
meirlutan
í
Løtinginum
–
kom
við umleið 40 broyt
ingaruppskotum á fundi
num mánadagin.
Nógvar av broyting
unum eru tekniskar, men
har eru eisini broytingar,
sum krevja eina politiska
viðgerð, sum kaska ikki er
endaliga gjørd enn.
Ósemja
Vinnunevndin
er
á
ongan hátt samd um
broytingarnar í lógini um
fyrisiting av sjófeingi.
Tað var andstøðan í
Løgtinginum – sum altso
nú hevur meirlutan í
vinnunevndini
–
sum
samtykti lógina um fyri
siting av sjófeingi.
Táverandi andstøðan
– altso Fólkaflokkurin,
Sambandsflokkurin
og
Miðflokkurin
–
hevur
meirlutan í Løgtinginum
í dag.
Tey arbeiða hart fyri at
rulla lógina aftur til tað
sum hon var fyri 1.janaur
2018. Fyrst og fremst
gongur tað út uppá, at
fiskivinnurættindi
ikki
skulu seljast á uppboði
og at tey loyvir, sum eru
seld sum átta og trý ára
loyvir, nú verða umgjørd
til 12 ára loyvir.
Við
øðrum
orðum,
at tey sum vóru í fiski
vinnuni og hava fingið
kvotur, tey varðveita síni
rættindi.
Tað sama er ætlanin
at gera við sonevndu
menningakvoturnar. Tey
sum hava fingið hesar
kvotur tillutaðar sleppa
framhaldandi at hava
tær. Kortini verður nevnt,
at tað sum kvoturnar eru
latnir uppá verður eftir
mett seinni.
Tíðin ein trupulleiki
Seinasta valskeið fór
fyrst og fremst til at
kjakast um lógina um
fyrisiting av sjófeingi.
Nú skulu so broytingar
gerast í somu lóg, sum
gera, at lógin fer at virka
heilt øðrvísi enn galdandi
lóg.
htta tekur sjálvandi
tíð, men vinnunevndin
hevur ikki havt meira enn
einar fimm vikur til hetta
arbeiðið, tí samgongan
ætlar at broytingarnar
skulu virka longu frá 1.
januar.
Tsalan er um eina lóg,
sum hevur til endamáls
at býta fiskirættindini í
Føroyum, so tað sigur seg
sjálvt, at øll sum fáast við
politikk fegin vilja hava
ávirkan á lógina.
Politikkur er í stóran
mun at býta virðir í sam
felagnum og tí hevur
fiskivinnupolitikkurin
so stóran týdning í Før
oyum.
Tað
sum
nevndin
roynir at fáa uppá pláss,
Er, hvør skal hava rætt
indini til fiskatilfeingið
hjá Føroyum.
Hesi
seinastu
árini
hevur tað í stóran mun
verið rættindini til upp
sjóvarkvoturnar og til
botnfiskinum í Barents
havinum , sum hevur
havt stóra áhugan.
Botnfiskaveiðan undir
Føroyum hevði nøkur
tung ár herfyri, men
nú hevur fiskiskapurin
ment seg, so áhugin fyri
rættindunum til botn
fiskin udnir Føroyum er
vaksandi.
Sum
málið
liggur
nú, so bendir alt á, at
uppboðssølan av fiski
rættindum er farin í
søguna og rættindi her
eftir verða deild út sum
12 ára rullandi loyvir.
Fyri tey, sum hava
hesi rættindi, gevur hetta
sjálvandi tryggar karmar,
men tað letur ikki upp
fyri nýggjum aktørum í
fiskivinnuni.
Politisk togan um lógina um sjófeingi
Sjálvt um vinnunevndin fekk
freist til mánadagin at viðgera
broytinganar til lógina um
sjófeingi, so var onki álit komið,
tá ið blaðið fór yil prentingar
Tíðin gongur undan hjá Løgtinginum, sum helst noyðist til arbeiðis leygardagin
Jørger Niclasen er landsstýrismaðåur við fíggjarmálum
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, er forkvinna í vinnunevndini
Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, er
landsstýrismaður við fiskivinnumálum