Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146 16 Sosialurin Janet Fríða Johannesen Umsetningurin í fiski­vinnuni kann økjast við fleirtals mil­li­ arda­upp­hædd­ um komandi sjey árini, um vit bera okkum rætt at. Hetta krev­ ur, at greið mál verða sett fyri fisk­i­vinnuna, at vitan verður uppbygt og útbreidd, og ikki minst at svangir íverksetarar sleppa til verka. Vit hava alt, ið skal til fyri at fleir­falda umsetningin í fisk­ i­vinnuni. Eina fantastiska góða rávøru. Heimsins bestu fiskimenn og nógv væl­skúlað og vællærd ar­ beiðsfólk. Skal verulig ferð setast á menningina í fisk­ i­vinnuni, mugu vit taka nýggja vitan til okkara, og út frá hesum framleiða vør­ur, ið liggja ovast í virð­i­s­ketuni. Hetta eru tær vør­urnar, sum brúkarin fegin rind­ar munandi meira fyri. Nevnast kann, at eitt kilo av ávísum fiskaproteini kann seljast fyri væl yvir 8.000 krónur, so her er nógv at heinta, tá hugsað verður um øll túsundtals tonsini av fisk­a­ proteinum, vit útflyta árliga. Atgongd til rávøruna er lykilin Tað er ein stór avbjóðing at umstilla fiskivinnuna frá einum ídnaðarbúskapi til ein veruligan alheims vit­an­ar­ bú­skap. Tí er tað alneyðugt, at vit føroyingar leggja eina heild­ar­ætlan og taka nøkur felags tøk. Skulu vit veruliga seta ferð á menningina í fiski­vinnuni og framleiða vør­ur, ið kasta nógv av sær, eitt nú heilivágsvørur, so er alneyðugt við íverksetarum í fiskivinnuni. Lykilin til at fáa íverksetarar í fiskivinnuna er atgongdin til rávøruna. Hev­ur ein íverkseti ikki møgu­leika fyri at fáa fatur á rávøru, tá hann hevur funn­ ið fram til eina nýggja og løn­ sama vøru, tá er eingin eggj­ an hjá íverksetaranum at fara í gongd, og viðførir tað, at tað verða ikki framleiddar nevn­iv­erdugar vørur í Før­oy­ um, sum brúkarin er villigur at gjalda mest fyri. Hetta merk­ir víðari, at óansæð hvør fær rættin til at veiða fiskin, so mugu treytir setast í veið­i­loyvinum, so virkir á landi, ið eru førar fyri at fram­leiða eina lønsama vøru fáa fatur á einari rávøru við góðari góðsku og til ein kapp­ i­ngarføran prís. Fløskuhálsar í fiskivinnuni Fiskivinnan kann bólkast í trý: Veiða, framleiðsla og søla. Føroyingar eru millum teir fremstu, tá talan er um veiðu og harvið at fáa rávøruna til hølvdar. Vit­an­ ina um tann livandi fiskin, hava vit uppbygt gjøgnum langa tíð, og við hesum hava vit grundarlag fyri eini burð­ ar­dyggari veiðu. Tað er serliga í fram­ leiðsl­u­lið­num, at menning­ ar­møguleikin liggur, og tað er framleiðsuliðið, sum er fløskuhálsurin, tá ið vit skulu fleirfalda fisk­i­ vinnubúskapin. All­ur heim­ ur­in er okkara marknaður, og vit hava eitt óavmarkað tal av møguleikum til at menna fiskavørur. Seinastu tríati árini er nýggj tøkni komin, sum ger tað møguligt at økja um vitanina um matvørur og heilsu­vørur. Hóast henda vit­an er økt kolossalt sein­ astu tríati árini, so hava vit í Føroyum ongantíð tikið hesa vitanina til okkum. Hetta er ein av orsøkunum til, at vit ikki framleiða fiska­vørur, sum liggja ovast í virð­is­ ket­uni og sum kasta mest av sær. Hetta eru vørur, ið geva brúkarum góða heilsu, góða vælveru og góðar upplivingar – við øðrum orð­ um, funktionellar vørur. Hvat skal til fyri at fleirfalda virðið av fiskivinnuni Vit mugu seta okkum greið mál fyri at fleirfalda virð­ ið av fiskivinnuni. Gera eina missión og visión fyri fiskivinnuna og við hes­ um sjónliggera fyri bæði samfelagnum og fiski­vinn­ uni, hvat vit ynskja við okk­ara fiskivinnu. Eitt av málu­num, vit kundu sett okk­um, var, at fiskivinnan skal hava ein umsetning á minst 20 milliardir um sjey ár. Eitt annað mál, vit kundu sett, var, at talið av væl­ skúl­að­um og vællærdum ar­beið­splássum á landi skal økjast við minst 500 arbeiðsplássum. Harnæst mugu vit upp­ byggja vitan og fáa vita­ nina útbreidda til við­ komandi aktørar. Hó­ast vit hava nógvar vit­an­ar­ deplar í Føroyum, eitt nú innan jarðfrøði, heilsu- og havfrøði so hava vit ongan vitanardepil inn­an fiskavørur. Ein fiska­vør­u­ dep­il má setast á stovn bæði fyri at uppbyggja vitan í fiska­vørum og til at førleika fólk til fiskivinnuna á landi. He­sin depil kann spjaðast um landið, og harvið vera við til at geva lív í ymsu økj­ u­num í Føroyum. At enda mugu í­verk­set­ar­ ar eggjast til at arbeiða við fisk­a­vørum. Íverksetarar hava serliga stóran týdn­ing fyri samfelagið í tíð­ar­skeið­ um, har tað eru stórar broyt­ ingar. Tað er ofta lættari hjá nýggjum fyritøkum at taka nýggja tøkni og nýggj­ ar arbeiðshættir í brúk, og á henda hátt ávirka fram­leidn­ ið og vælferðina. Nýggjar fyritøkur økja trýstið á ver­ andi fyritøkum til at vera meira úrslitagóðar og at koma við nýggjum vørum og tænastum. Ein heildarætlan fyri fiski­vinnuna vil gagna bæði nú­verandi og komandi ak­ tør­um í fiskivinnuni. Nú­ ver­andi fyritøkur innan fisk­ivinnuna fara lættliga at fáa vælskúlaðið og vællærd fólk til teirra fyritøkur, og hara­fturat fara tær at fáa møguleika at keypa “lønandi vøru­konseptir”, sum í­verk­ set­arar hava funnið fram til. So statt ein vinn, vinn støða. Styrkja Fiskivinnuráðið Núverandi Fiskivinnuráð um­boðar í høvuðsheitum ym­isk­ar fakbólkar innan veiðu og ráfisk, og kann tí sigast at vera eitt “fisk­i­veið­ u­vinn­uráð”. Skulu vit fleir­ falda virðið av fiskivinnuni, má Fiskivinnuráðið styrkjast við viðkomandi førleikum inn­an vitanarframleiðslu. Ein langtíðarætlan má eisini ger­ast, sum ger visiónina til veru­leika, og leiðir okkum til at náa ásett mál. Virðið av fiskivinnuni kann fleirfaldast Seinasta heilsan til pápa mín Petur Hans Winther, Skopun Eg vildi tú visti at saknur so svárur í brósti nú er; og orðini, so lítið tey duga, nú tú ikki longur er her. Tó minnini liva í hjarta, og løturnar saman við tær, allar tær løtur eg goymi, í hjartanum innast hjá mær. Mínar synir tú leiddi á leið, og vísti alt við tí góða, so takksamur eg eri tær, lærdómur í verki vil slóða. Vit búleiddust tættir á fold við ráðum tú vísti frá tær, um virðir og vísdóm á leið í dag kunnu fylgja mær. Um tárið enn rennur úr eyga og stundin enn kennist svár, so veit eg, at tú ert á leiðum har altíð er sól og vár. Eg veit at tú elskaði ljósið Tú tendraði fleiri við mær, tær løturnar, vit báðir saman, ongantíð gloymi eg tær. Joen Jacob