týsdagur 17. desember 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TØKK FYRI STUÐUL
Í samband við innsavning av bussi til
Heimið á Grønanesi, vilja vit takka øllum
hjartaliga fyri allan stuðul vit hava fingið.
Hesin stásiligi bussur var latin okkum
12. sep 2019, og vit eru sera takksom at hetta
eydnaðist.
Vit vilja hervið nýta høvi at ynskja øllum
eini gleðilig jól og eitt gott nýttár.
Við takkarkvøðu
Trivnaðarbólkurin
Heimið á Grønanesi
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu
samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi,
abbi og langabbi andaðist og var jarðaður.
Hans Arne Nielsen
f 29.06.1933 d. 19.07.2019
Tøkk til sangarar, kirkjutænarar, tykkum
sum fylgdu Hans Arna til gravar, bakaðu og
hjálptu til við ervinum.
Tøkk til Ingu Dam prest fyri sera vøkur orð.
Ein serlig tøkk til starvsfólkið á Demens
deildini á Sýnini fyri tíðina hann var har,
og tykkum sum lótu eina peningagávu til
deildina.
Við ynski um eini Gleðilig jól og eitt
vælsignað nýttár.
Sunrid og børnini við familju
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda
samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
Poulina Hansen
Syðrugøtu
(ættað úr Haraldssundi)
andaðist
Stóra tøkk fyri blómur, kransar og
peningagávurnar til nýggja missiónshúsið í
Gøtugjógv.
Ein serlig tøkk til heimahjálpirnar og
sjúkrasystrarnar, ið vóru um hana og tykkum
mongu, sum so trúgv vitjaðu inná gólvið.
Somuleiðis ein tøkk til prest, kirkjutænarar,
sangarar, berarar og gravarar. Eisini ein tøkk
til tykkum øll, ið á ein ella annan hátt hjálptu
til við jarðarferðini.
Hjartans tøkk til øll, sum fylgdu Mammu til
hennara síðsta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Døtrar v/familju
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og gott nýtt ár
TØKK
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu
og hjálpsemi, tá okkara kæri sonur, beiggi,
mammu – pápabeiggi, ommu- abbabeiggi og
langommubeiggi
Vikthor Andersen
f.7.apríl 1958 – d. 10.oktobur 2019
andaðist og varð jarðaður.
Takk til øll sum veittu okkum hjálp og stuðul.
Takk til Sólsetur fyri hjálp at fáa hann heim,
takk til prest og kirkjutænarar, berarar
og sangarar. Takk til kirkjugarðs kontóri,
bilførara og gravarar og til øll sum veittu
eina hjálpandi hond. Takk til tykkum øll sum
bakaðu og hjálptu til á ein hvønn hátt.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til
Argja kirkju
Ein hjartans tøkk til øll, sum vístu honum
heiður og fylgdu honum seinastu ferðina.
Familjurnar vegna
Viola, Sylvia, Asbjørn, Birgit og Birgir
KUNNGERÐ
Almennu býráðsfundirnir hjá Vágs býráð í 2020
verða hesar mánadagar á
kommunuskrivstovuni, Vágsvegur 30.
27. januar
02. mars
30. mars
27. apríl
25. mai
15. juni
24. august
28. september
26. oktober
30. november
14. desember
Fundirnir eru settir at verða kl. 19.00
Um ikki annað verður fráboða.
Vágur, tann 16. desember 2019
Vágs býráð
fyrst og fremst
www.in.fo