Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-17, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MERKIDAGAR Gullbrúdleyp Leygardagin 4 januar í 2020 hava vit verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin í Eydnuni á Oyrarbakka frá kl.18. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar hendan stóra dag. Vinarliga sigið frá innan 18 desembur, á telefon 422145/214145 ella 282145 Elsebeth Maria og Eyðun Gullbrúdleyp 28. des. hava vit verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin í OASUNI - Kirkjustræti 4, Hoyvík, sunnudagin 29. des. frá kl. 13.00 - 18.00. Tey, ið ynskja at heilsa uppá okkum og hátíðarhalda løtuna saman við okkum, verið hjartaliga vælkomin. Harriet og Tróndur Brúdleyp 28. desembur 2019 giftast Fía Maria Norðberg Niclasen og Esther Margreth Petersen í Býráðssalinum í Havn kl.15.00. Veistla verður fyri innbodnum um kvøldi. Brúdleyp Leygardagin 21. desember giftast Mina Sirdal, Klaksvík, og Jósup Henriksen, Klaksvík. Vígslan verður í Christianskirkjuni kl. 11.30 og veitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18 fyri innbodnum. Gullbrúdleyp 20. des hava vit verið gift í 50 ár. Vit hava vælkomst í høllini í Trongisvági frá kl.14.00 - 18.00 . Øll eru hjartaliga vælkomin. Àsa og John Pauli Brúdleyp Leygardagin 28. desembur 2019 giftast Maria Eiriksdóttir Skála og Jógvan Martin Davidsen. Vígslan verður í Ebenezer kl. 11, eftir vígsluna verður móttøka, har øll eru hjartaliga vælkomin. Veistlan verður um kvøldið fyri innbodnum. Silvurbrúdleyp Leygardagin 28. desembur hava vit verið gift í 25 ár. Í hesum sambandi hava vit "opið hús" við "BRUNCH" í Nebo á Toftum (á Kneysum 12) millum kl. 11:00 og 14:00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Margareth og Andrew Gunvá Justinussen 75 ár Fríggjakvøldið 27. desember 2019 verður boðið til føðingardags­ veitslu fyri Gunvá Justinussen, ið verður 75 ár. Føðingardagsveitslan verður hildin í Skóta­ húsinum við Løkin kl. 19.00 Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 28.12.2019 giftast Ester Aðalsteinsdóttir Dalsgaard, Klaksvík og Jóannes Kalsø Danielsen, Klaksvík. Vígslan verður í Christianskirkjuni klokkan 13 og veitslan verður í Nesvík klokkan 19 fyri innbodnum. Gullbrúdleyp 7. februar 2020 hava vit verið gift í samfull fimti ár. Dagin vilja vit hátíðar­halda í veitslu­ dámi saman við familju, vinum og kenningum í Bygdarhúsinum í Leirvík klokkan 18 hetta kvøldið. Vinaliga boða frá innan 24/01-2020 á tlf 235561 ella skriva til ragnhildkunoy@gmail. com, um tit ynskja at gleðast saman við okkum. Høgni og Ragnhild Høgnesen 50 ára dagur 3. január 2020 hava vit 50 ára dag. Vit fara at halda dagin 11.január 2020 kl 19 í Bygdarhúsinum í Leirvík Tey, sum ynskja at halda dagin saman við okkum, kunnu ringja / senda sms ti 598525 (Emily) ella 583595 (Heidi) Julia og Randal Gullbrúdleyp Fríggjadagin 20. desember hava Helena og Jónas Berthelsen gullbrúdleyp. Tey verða burturstødd. Gullbrúdlep. 20. des. hava vit verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin í Húsmøðrafelags­ húsinum í Sørvági, leygardagin 21. des. frá kl. 14.00 - 19.00. Tey, ið vilja hátíðarhalda løtuna saman við okkum, verið hjartaliga vælkomin. Annebet og Thomas Jacob 90-ára føðingardagur Týsdagin tann 31. desembur 2019 - sjálvt gamlaárskvøld - fyllir Tulla Christoffersen Ludvig í Vestmanna 90 ár. Føðingardagurin verður hátíðarhildin á sjálvum degnum. Opið hús verður í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna millum kl. 11-15. Øll er hjartaliga vælkomin. 100 ár Í samband við at eg verði 100 ár 29. desembur, hevði tað glett meg at sæð familju og kenningar. Føðingardagurin verður hildin á Ellisheiminum, V. U. Hammershaimbsgøta 7, Tórshavn, tann 29. desembur, frá kl. 15 til 18. Tit, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við mær, eru hjartaliga vælkomin. Nicolina M. Poulsen (Ninna) Brúdleyp Leygardagin 28. desember giftast Clarissa Marinho da Rocha og Pauli Reinert Poulsen. Vígslan verður í Vesturkirkjuni í Havn kl 13, og aftaná verður móttøka fyri innbodnum í Meinigheitshúsinum í Havn. Prógv 29. september hevur Katrina E. Thomsen, Tórshavn, lokið prógv, sum master, í International Business Managment á SRH Hochschule í Berlin. 70 ár Í samband við at eg fylli 70 ár, hevði tað glett meg at sæð familju, vinir og kenningar. Føðingardagurin verður hildin í Thabor í Fuglafirði 26. desembur frá klokkan 17. Tit, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við mær, eru hjartaliga vælkomin. Jákup Eliassen Kirkjur Mikudagin 18. desember 2019 Hoyvíkar kirkja kl. 18.00. Jólahugni, Hoyvíkar skúli. Hósdagin 19. desember 2019 Havnar kirkja Morgunandakt kl.10.00- 10.15 Jólakonsert í Skopunar kirkju, kl. 19.00. Fríggjadagin 20. desember 2019 Boðanesheimið kl. 12.00. Jólaguðstænasta. Fuglafjørður, 20/12 kl 10: Skúlaguðstænasta Hoyvíkar kirkja kl. 08.30. Jólaguðstænasta, Hoyvíkar skúli. Hoyvíkar kirkja kl. 10.00. Jólaguðstænasta, Skúlin við Løgmannabreyt. Hvannasunds kirkja, skúlagudstænasta, Jóannes Purkhús, kl. 11.00. Kaldbaks kirkja kl. 10.00. Jólaguðstænasta, Kaldbaks skúli. Skopunar kirkja, kl. 09.00, Havstein Klein. Skúlagudstænasta í Skopunar kirkju, kl. 9.00